fríggjadagur 30. apríl 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
"Nakrir av okkara sameindu frá 2. Heims-
bardaga eru í dag í ferð við at sorla alt
tað, vit hava bygt upp."
Nakað soleiðis segði Milosevic, leiðarin
hjá serbiska fólkinum (sum vit vita bardist
manniliga móti Hitleri í síni tíð) seinasta
friggjakvøld í SVF í eini samrødu við am-
erikanskan tíðindamann, og Milosevic
ristist ikki á hondini.
Hann hevur karisma, útstráling; men tað
er tað jú so nógvir bandittar sum hava. ..
Hver er óndur og hver er góður? Vit
smáu menniskju verða tveitt higar og
hagar av professiónellu propaganda-
maskinuni hjá báðum pørtum og lata
okkum onkusvegna tøla til at halda tað,
teir vilja hava okkum at halda.
Konto Kosovo
Tíbetur líða føroysku loftmiðlarnir ikki av
sama krígsdelirium, sum BBC ger -
føroysk børn hava eisini følilsir.
Skilið í Kosovo er so ræduligt, at hesin
líti ummælarin ikki kann lata vera við at
heita á Nato um at steðga bumbingini
beinanvegin og loysa trupulleikarnar á
ein meira siviliseraðan hátt.
Hvat maktar eitt so lítið land sum Før-
oyar í heimsins hurlivasa? Vit makta
nakað.
Og tí fór SVF undir innsavningina sein-
asta leygarkvøld. Nógvir løkir smáir gera
stórar áir. Pengar eru góðir; matur og mo-
ralskur stuðul er góður. Og lat okkum evt.
taka nakrar lostaðar Kosovo- familjur upp
higar og innlima tær í foroyska samfelag-
Jógvan Arge,
programmleiðari í
Utvarpi Foroya,
heilsar nýggju út-
varpsstødini væl-
komnari. Hann held-
ur ikki, at hon er
nøkur hóttan móti 40
ára gomlu útvarps-
stødini, Utvarpi
Føroya.
Tad hevur eydnast væl at
byggja UF upp til stødina, hon
er í dag. Vit hava 40 ára royndir
í at gera útvarp, og kenna tí ikki
nýggju útvarpsstøðina, Atlantic
Radio, sum nakra hóttan, sigur
Jógvan Arge, programmleiðari í
Útvarpi Føroya
Jógvan Arge sigur tað vera
løgid, um ÚF ikki fer at klára at
fylgja við í menningini saman
við øðrum útvarpsstóðum. Hann
sigur, at ÚF fer at halda fram at
senda so breitt tilfar sum møgu-
ligt, eins og kravt er fyri eina
almenna útvarpsstøð. Hetta ger,
at okkurt verður til øll, í staðin
fyri, at støðin leggur seg eftir
einum ávísum lurtaraskara.
Hóast Atlantic Radio fer at
senda alt samdøgrid, heldur pro-
grammleiðarin í ÚF heldur ikki
hetta vera nakra hóttan móti
hansara stød. Hann sigur, at tað
enn ikki hevur verið umrøtt, um
UF skal nýta longri senditíð,
men hetta heldur hann væl kann
koma upp á tal
Maður kemur í mans stað
So hvort sum Atlantic Radio
mennist, fer støðin at fáa brúk
fyri alt fleiri følkum, og hugs-
andi er, at onkur, ið framman
undan starvast hjá UF, fer í starv
hjá kappingarneytanum, Atlantic jp
Radio. Men heldur ikki hetta
sær Jógvan Arge sum nakra
hóttan móti UF. Hann nýtir
gamla orðatakið um, at maður
kemur í mans stað, og sigur, at
eingin trupulleiki skuldi verið
at fingið nýtt fólk við góðum
evnum
At enda vísir Jógvan Arge á, at
tá sjónvarpsfelagið byrjaði at
senda i 1979, fekk UF ein kapp-
ingarneyta. Men hetta gav ongar
trupulleikar hjá ÚF. og tað væn-
tar hann heldur ikki, at Atlantic
Radio fer at geva
ið. Tá muga vit góðtaka teirra sterku
turkatrúgv uttan fordómar og sekterismu.
Tað sigst um jugoslavarnar, sum vórðu
tveittir í nasistisku fangalegurnar á sinni,
at teir vóru tað fólkaslagið, sum longdist
verst heimaftur av ollum. Teir troyttaðust
ikki av at syngja sínar syrgiligu sangir og
at gráta eftir heimlandinum.
Tað fær meg at hugsa, um vit heldur
áttu at sent foroyskar húsasmiðir niður
við foroyskum elementbarakkum at
smekka upp eftir fáum døgum.
Sendingin Konto Kosovo var væl frá-
gingin. Nakað heilt nýtt var tað góða rúm-
ljóðið í studiinum, men ov drúgt var tað
fyri ótrenaðar sjónvarpshyggjarar. Tó var
sendingin ongantíð lættisoppur ella
smartness. Har var ein døkkur tóni aftan
fyri alt stásið.
Men hvat skuldu vit gjørt uttan føroysk
listarfélk, tónleikarar og skøld? Eg spyrji
bara.
Tað er altíð nakað "yvirflatiskt" við sjón-
varpi, sum mær ikki dámar. Ein fasada.
Tað veri seg við gudstænastur ella undir-
hald. Tú saknar ond, kanska sál, nakað,
sum er ektað, og sum tú kanst gloyma
teg burtur í.
Onkuntíð eru tó glottar. Eitt tað vakrasta
brotið hetta kvoldið var Enekk við sínum
Balkansangi.
Heimligi dunnuhylurin
Vælgerandi er tað í ollum krigshurlivas-
anum at kunna venda eygunum inn eftir
móti ti heimliga dunnuhylinum. Tú stend-
ur og málar eitt vindeyga, og hevur satt at
siga ikki lurtað nógv eftir útvarpinum sein-
astu dagarnar, men nú verður tú tikin við
Edvardi Nyholm Debes Kring Tónleikin
og gloymir alt um vindeygað.
Edvard, sum er totalt ósnobbutur, hevur
frímóð at greiða fólki frá nokrum so ab-
straktum sum tónleiki. Tað ger tað ikki
verri, at hann er farin at gera sær ómak
við foroyska málinum.
Ferðslutátturin er (hóast country-løgini)
ein sera góð og pedagogisk sending - alt
annað enn keðilig. Aftur og aftur viðger
hon okkara koyrimoral, og tað er neyðugt.
Dreymurin hjá Ferðslutrygd er O ferðslu-
andlát. Í sendingini eru fjålg handskarúm,
O-promillur og Sofus, sum faðirliga leggur
okkum lag á, hvussu vit á eymasta hátt
handfara okkara elskaða skatt. (Bilin). Eitt
pluss er, at fólk sleppa at senda spurning-
ar inn og fáa teir vidgjørdar.
Svartur Sannleiki
"Tað er nakað heilt serligt við várinum,"
sígur Ingálvur av Reyni, og tað muga vit
øll ásanna.
Eg mátti síggja filmin hjá Dánjal Høj-
gaard og Hans Petur Hansen um okkara
stóra málara aftur.
Og hví skal tað vera bannlýst at rósa
einum føroyskum filmi á altjóða stoði?
Ella at brúka stór orð? Vit hava ríkiliga
nógv av hesum her, at eingin verður rós-
tur, fyrrenn hann er deyður - ella eftir at
útheimurin hevur fingið eyga á hann.
Frá fyrsta sorgblíða tónanum í tí vakra
eyðkennislagnum hevur filmurin fangað
hyggjaran; og tað undurfulla hendir: tú
gloymir teg burturi.
Vit eru á ferð. Uppi í teimum føroysku
fjøllunum, og brimið stendur í grasið. Men
her eru ongar bíligar effektir - ongin fasa-
da - nattúrumyndirnar eru einans við fyri
at leiða hyggjaran inn í universið hjá
Ingálvi.
Allatíðina hoyrir tú listarmannin greiða
frá (á havnarmáli, tá tað er best). Tann
svart-hviti filmurin úr (giti eg) 1950-unum
verður pakkaður inn í tann perfekta tón-
leikin, (hver hevur gjørt hann?), har ein
einslig klarinett grætur tann ævinliga ivan
hjá listarmanninum út í loftið.
lvin er har, ivin um tað at fara burtur at
læra eitt fak, sum neyvan nakrantíð kann
koma at breyðfoða teg og tíni. Ivin og ótt-
in fyri, at tú gert annað enn "biksar við
bagatellir," stutt sagt bardagin í listini.
Pínan og livskreppan
Listarmaðurin tekur okkum við inn i ar-
beiðsrúmið og vísir okkum, og takk eigur
hann fyri tað. Hann ger tað við eyðmýkt
og uttan at vilja behaga.
"Lívið er betri at liva, tá tú hevur alt í lagi
við fólk", sigur hann einastaðni.
Hesin filmurin hevur ond og gevur sær
tíð. Dánjal Hojgaard og Hans Petur Han-
sen hava gjørt eitt megnarverk, sum hev-
ur uppiborið eitt sjálvstoðugt ummæli frá
fiimskonum fólki. So hervið er bólturin
blakaður víðari til onkran annan.
Steintór Rasmussen og Rigmor Dam skiftast um at skriva Utsjón