týsdagur 4. mai 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
NR. 82 - 4. MAI 1999
itrottar
Toftamenn
NSÍ misnytti **
Fótbóltur: Hóast B68 hevði leikliga yvirvåg, so var tað NSI, sum hevði
størstu møguleikarnar — bæði liðini eru framvegis málleys
Skulu vit taka stoði í ti, sum
tað plagar at myndast. tá
grannarnir á Toftum og
Runavík hittast á leikvøllin-
um, so var tað serliga 2.
hálvleikur dýra biðidag á
Svangaskarði. ið var líkur tí,
tað plagar at vera. Tá fór at
oysregna, og skilið í spælin-
um minkaði. Spælararnir
ofraðu seg fullkomuliga,
taktisku bindingarnar kám-
aðust alt meiri, og tú hevði
eina kenslu av, at tað meiri
enn so kundi koma eitt mål,
og at tann parturin, sum
skoraði fyrst. fór at vinna.
Næstan møguleikar at
skora vóru í báðum endum.
men hverja ferð megnaðu
verjuspælararnir at fáa bólt-
in burtur. áðrenn álops-
spælararnir fingu avgerandi
skotið á. og so kom einki
mál. Og tað hevur aftur við
sær. at nú hava bæði fjarð-
búgvaliðini spælt 180 min-
uttir í landskappingini, og
hava ikki megnað at skorað
mål, og so er spurningurin,
hvussu leingi hetta fer at
standa við.
Møguleikarnir
Tað vóru í hvussu so er
tríggir ógvuliga upplagdir
møguleikar at skora mál á
Svangaskarði. Tann størsta
fekk miðvallarin hjá NSI,
Sjúrður Jacobsen, tá 24
minuttir vóru farnir. Eftir
høgt frísparksinnlegg úr
vinstru var bólturin á veg út
í hitt borðið, tá ein av verju-
spælarunum hjá heimaliðn-
um stakk fótin fram fyri at
geva bóltinum eyka ferð.
Leikandi venjarin hjá NSI,
Milan Cimburovic, visti,
hvussu tað skal berast at í
sovorðnari støðu. Hann lá
púra flatur. dómarin briksl-
aði fyri brotssparki. og so
var alt lagt upp til fyrsta
NSI málið i 1999. Sjúrður
sendi bóltin til vinstru fyri
seg sjálvan, men ólukkutíð
fyri hann og hansara lið, so
var ov lítil kraft í skotinum,
og til stóra frøi fyri heima-
fólkið bjargaði Magnus E.
Poulsen í B68 málinum.
Hin stóra møguleikan hjá
NSI fekk Christian Høgni
Jacobsen beinanvegin i 2
hålvleiki. Hann fekk fatur å
óneyvum tvørbolti i B6S8
verjuni, setti ferð á og
megnaði — staddur eitt lítið
vet til høgru — at koma inn
um alla verjuna, og tá mål-
verjin kendi seg noyddan at
leypa út. lyfui NSI maðurin
upp um målverjin, bólturin
stíklaði nakrar ferðir. áðr-
enn hann tók í handara
stólpan og fór aftur í spæl.
og so var liðugt hjá NSI.
B68 var serliga í 1. hálv-
leiki fleiri ferðir í stóðum.
sum væl kundu havt borið
mál við sær, men teir vóru
ikki nóg neyvir, tá avger-
andi bólturin skuldi leggj-
ast. Størsta møguleikan
fekk liðformaðurin Fróði
Benjaminsen tíðliga í 1.
hálvleiki, tå B68 hevði gott
tak á. Marlon, sum sáman
við Marcelo stórtreivst. tí
teir vóru ikki so tætt dekk-
aðir, sneiddi fleiri av í
høgru, hann legði flatt út frá
baklinjuni. og ikki so langt
úr málinum sendi Fróði
uppum.
Spælbýtið
I 1. hálvleiki spældi B68
góðan fótbólt. Spæligleðin
var stór, teir tordu at bjóða
seg til, viðhvørt høvdu teir
tol. og vidhvørt settu teir
ferð á, og tað kom ofta fyri.
at teir komu igjøgnum bæði
í vinstru og høgru síðu. men
teir fingu altso einki mál.
Tað var heilt týðuligt. at
tað serliga var á miðvollin-
um, at tað var púra galið hjá
NSI. Teir góvu toftamonn-
um nógv pláss at spæla á.
Bara Helgi Lamhauge Pet-
ersen (var hálvsjúkur og
spældi bara 1. hålvleik) og
Sjurdur Jacobsen vóru
beinleiðis miðvallarar. Um-
framt teir tríggjar á toppin-
um hevði NSI spælandi
venjaran meiri sum høgra
vong enn sum miðvallara.
og tá gestirnir harafturat í 1.
hálvleiki tóktust tungir í tí
og ikki serliga hugaðir at
bjóða seg til í uppbyggjandi
partinum, so var einki und-
arligt, at tað gekk illa at
spæla seg til møguleikar.
NSI spældi við fýra
monnum í flatari verju.
Hetta setur stór krøv um
góðar og neyvar avtalur, og
hetta var ikki altíð sannfør-
andi í 1. hálvleiki. tá heima-
liðið fleir ferðir kom
ígjógnum.
NSÍ hevur framvegis ikki skorað í landskappingini. Í steypadystinum móti B36
eydnaðist at skora, men tað var ikki nóg mikið. Hinvegin kunnu teir i NSI ugga seg vid,
at mótsteðuliðini í landskappingini higartil (IF og B68) heldur ikki hava skorað ímóti
teimum
At tað eydnaðist komst av
yvirtalinum á midvøllinum.
B68 hevði bara Marcelo
heilt frammi. Fróði Benja-
minsen var hangandi álops-
maður, og á midvøllinum
var Oleif Joensen bóltvinn-
ari. Afturat sær hevði hann
Olaf Højgaard og Marlon,
og bæði Jan Petersen í
høgra borði og Jákup Djur-
huus í vinsta borði tóku
dúgliga lut í uppbyggjandi
partinum. Men tað eydnað
ist altso ikki at fáa mål, og
2. hálvleiki fór skipaða
spælið í bakgrundina. og í
stríðnum fyri at vinna.
kundi tað havt koppað báð-
ar vegir, men málleysa stød-
an helt sær, eisini ti at ný-
skipaða B68 verjan við Finn
Mørk á aftasta manni stóð
seg væl. jh
B68-NSÍ 0-0
B68: Magnus E. Poulsen —
Jan Petersen, Fróði Clem-
entsen, Finn Mørk, Signar
Johannesen, Jåkup Djur-
Mynd: Alvur Haraldsen
huus — Marlon. Oleif Joen-
sen, Olaf Højgaard. Fróði
Benjaminsen — Marcelo
NSI: Dejan Milanovic -
Kári Sigvardsen. Dånial
Hansen. Arnfinn Lang-
gaard. Jónstein Petersen —
Milan Cimburovic, Helgi L.
Petersen, Sjúrður Jacobsen
- Oli Hansen, Christian
Høgni Jacobsen, Gert
Langgaard
Malfatækt
Hetta umfarið í 1. deild
gjørdist so málfátækt, at
tað var um at seta met í
kappingini í 1. deild. Bert
átta mál vóru skotin hesa-
ferð. Tað hendi fyri bert 9.
ferð, síðan 1. deild við 10
liðum byrjaði, og fyri
fyrstu ferð í seks ár. Síðsta
ferðin, at so fáir bóltar
fóru innum málstrikuna,
og tveir dystir í sama um-
fari endaðu við 0-0 javn-
leiki, var í 15. umfari í
1992. Tá vóru úrslitini
hesi: VB-B36 0-0, B68-KI
0-0, HB-GÍ 1-1, SÍF-B71
2-1, NSI-TB 1-2.
Einki av lidunum skor-
aði fleiri enn tvey mål. So-
leiðis var tað síðst í 8. um-
fari í 1996: B36-B71 2-2,
KÍ-VB 2-2, IF-GI 1-1,TB-
B68 0-2, FS Vágar-HB 1-
0. Bert helvtin av liðunum
megnaði at skora í hesum
umfari, og tað hendi ong-
antíð hvorki í 1997 ella
1998. Á síðsta kappingar-
degnum í 1996 megnaðu
fýra lið at skora. Urslitini
vóru hesi: IF-VB 0-0, HB-
B36 2-0, KI-B71 4-0, TB-
GÍ 0-3, FS Vågar-B68 0-1.
Annars eru 9. og 13. um-
før i 1988 tey målfåtæk-
astu í søguni síðan 1. deild
byrjaði við tíggju liðum.
Bert sjey mál vóru skotin
í teimum umførunum. 9.
umfar í 1988 er serliga
sermerkt, tí heili triggir
dystir endaðu uttan mál,
og bert trý av tíggju lið
megnaðu at skora. Urslit-
ini í tí umfarinum vóru
hesi: B36-B68 0-0, NSI-KI
0-0, TB-HB 0-0, GÍ-LÍF
0-2,IF-VB 2-3.
EMiL L. JACOBSEN
Serliga i fyrra hålvleiki
koyrdi spælid væl hjå
tvøråmonnum, sum byrj-
aðu 2 deild móti
EB/Streymi á Eiði.
Hinvegin bleiv seinni
hálvleikur heldur rótutur,
og teir í TB kunnu ikki
vera nøgdir við avrikið
seinnu 45 minuttirnar.
Heimaliðið hevði lítið
at vísa á, og tað nærmasta,
teir komu einum máli, var
ein roynd, sum endaði á
stongini.
Heimafturvendi Eyðun
Gullok Svalbard setti hol
á við skallara eftir horna-
spark. og Einar Petersen
økti úr spískum vinkli.
I seinna hálvleiki stað-
festi Oli Johannesen 3-0
sigurin við brotssparki
stutt áðrenn dystarlok,
eftir at unglingaspælari
Hallur Christiansen varð
feldur.
TB hevur skift nógv út
á liðnum síðani niðurflyt-
ingina í fjør. Liðskiparin í
1998, Pól F. Joensen, er
givin. Tað sama er mál-
verjin Rolf Christiansen,
og Hans Hammer er
TB hevði ongar
trupulleikar á Eiði
heldur ikki við í ár. Tórð-
ur Holm spælir við VB. so
nógvar av royndu kreft-
unum eru burtur.
Oli Johannesen er
framvegis við, og Eyðun
Gullok Svalbard er kom-
in aftur,
royndi: seg í Royn ein part
eftir at hann
av kappingini í fjør.
Næsta vikuskifti spælir
TB á Sevmýri móti LIF.
og tað kann gerast ein
áhugaverdur dystur.
EB/Streymur skal til
Gøtu at spæla móti GI.