Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mai 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 82 - 4. MAI 1999 ítróttar Jakup eitt stig og Julian og Todi einki Fótbóltur: Fyri fyrstu ferð í hesum álmanakkaárinum eydnaðist tað hjá Toda Jónsson at fáa mál Heldur ikki í hesum viku- skiftinum gekk tað nakað serligt hjá okkara umboð- um í fremstu rød i Danmark og Noregi. Frægast gekk hjá Jákupi Mikkelsen og teim- um í Herfølge, men tað var heldur einki at reypa av. Herfølge hevur framvegis ikki vunnið í hesum árinum. og hesa ferð megnaðu teir 1-1 á heimavelli móti Sepp Piontek og hansara monn- um í Silkeborg. Gestirnir komu á odda, tá 20 minuttir vóru farnir. Peter Lassen, sum Silkeborg hevur keypt heim úr útlandinum, stútaði eitt innlegg í kassan. Stutt eftir steðgin javnaði Herfølge. Jimmy Kastrup stútaði eitt innlegg í málið aftanfyri Peter Kjær. Síðsta korterið pressaði Herfølge fyri at skora sig- ursmálið, og danskir fjøl- miðlar halda, at tað hevði einki verið at sagt til tað, um tað hevði eydnast, men tað gjørdi tað ikki. Jákup Mikk- elsen var aftur hesa ferð síðsti skansin hjá Herfølge. Eftir dystin staðfesti Sepp Piontek, sum ætlar sær at gevast at vera venjari, tá kappingarárið verður liðugt um miðjan juni, at hansara lið fer neyvan at røkka fjórða plåssinum, sum gev- ur rætt til luttøku i UEFA Cup. FCK er á fjórða pláss- inum, og teir eru fimm stig frammanfyri Silkeborg. Todi skoraði Mest undirhaldandi dystur- in í kappingini higartil. Tað vóru fjølmiðlarnir samdir um, eftir at AaB á heima- vøllinum í Aalborg fríggja- kvøldið hevði vunnið 4-3 móti FCK. Fyri Toda og makkararnar hjá honum mundi tað ikki kennast ser- liga upplyftandi, at teir høvdu verið partur av stór- um undirhaldi, tí teir fingu einki burturúr. At siga soleiðis er kortini ikki heilt rætt. Tí endiliga eydnaðist tað hjá Toda Jónsson at skora mål. Kim Brink vísti honum tað álit. at hann hevði føroyska landsliðsspælaran í álopin- um allar 90 minuttirnar, og í 2. hálvleiki megnaði lønti lodi venjaranum. tá hann legði FCK á odda 3-2.1 'pp- legginum stóð Brian Lau- drup fyri. Hetta var fyrsta málið hjá Toda síðani tað mitt í mars varð farið undir aftur landskappingina, so tað var einki at siga til, at hann var ógvuliga fegin. Men frøin var stokkut, ti AaB hevur ein norskan landslidsspælara, sum eitur Staale Solbakken, og hann verdur mettur at vera ein tann besti spælarin i Dan- mark. Hesa ferð skoraði > hann bæði til 3-3 og 4-3. Brøndby snávaði Bólturin er framvegis rund- ur, og tað kemur framvegis fyri. at tey smáu vinna móti teimum stóru. Síðsta dómið um hetta í donskum fótbólti var sunnudagin, tá Viborg, sum hevur ligið lítið oman- fyri niðurflytingarstrikuna, á heimavølii vann ein sann- førandi 2-0 sigur móti trí- falda meistaraliðnum úr Brøndby. At Viborg hevur undanvind var eisini stað- fest, tá teir fyri stuttum á heimavelli vunnu 1-0 móti FCK. AB er framvegis á odda í donsku kappingini. Dýra biðidag vunnu teir 3-1 móti Aarhus Fremad, sum so at siga er flutt nidur i 1. deild. AaB er framvegis stórur kappingarneyti hjá AB um fyrsta plássið, men sum um- far dettur av umfarið, og AB heldur tørn niður til kappingarneytarnar, gerst tað alt meiri sannlíkt, at akademikararnir fara at vinna fyrsta meistaraskapin síðani 1967. Ikki so mong ár eftir, at teir høvdu vunnið tann meistaraskapin, flutti AB frá vallunum við Nørre Allé og út i Bagsværd, har teir hava hildið til síðani. Heimadystirnir verða spældir á Gladsaxe stadion. B93, sum í mong ár var næsti grannin hjá AB. tapti á heimavelli 2-0 móti Vejle. og liðið á Eysturbrúgv skal í komandi kappingarári spæla í 1. deild. AGF og Lyngby spældu 1-1 á heilt út av lagi vánaliga vellinum í Aarhus. Julian og teir blankir Norska kappingin er fýra umfør gomul, og tað er synd at siga, at tað hevur gingið eftir vild hjá Kongsvinger og Juliani Johnsson. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Rosenborg, sum verður mett at vera eitt tað besta og helst tað besta fótbólts- liðið í Norðurlondum. Kongsvinger, sum frá byrj- an hevði Julian Johnsson á væl mannaða midvøllinum (teir vóru fimm á mið- vøllinum), beit frá sær, og teir høvdu fleiri vandamikl- ar atsóknir, men teir fingu einki mál. Tað næsta. sum teir komu, var tá teir tíðliga í 1. hálvleiki úr ellivu metr- um sendu í tvørtræiød Tað gekk sera striltið hjá Rosenborg, men sum so ofta áður, so eydnaðist tað alíkavæl hjá tí stóra móti tí minna. Rosenborg fekk alt meiri at siga, sum seinna umfarið leið, og teir skor- aðu, tá tað restaðu átta min- uttir, og tað var nóg mikið til at fáa oll stigini. Sjálvandi var venjarin hjá Kongsving- er vónsvikin. men hann royndi kortini at gleðast um, at avrikið hesa ferð var betri, enn tað hevur verið frammanundan. Kongsvinger er einasta liðið, sum einki stig hevur fingið í fýra teimum fyrstu umførunum. Try lið eru næstniðast við trimum stig- um. Komandi sunnudag skal Kongsvinger spæla á útivelli móti Brann úr Ber- gen. Teir eru í løtuni á sjeynda plássinum. jh Minnist til ítróttarsosialin hvonn týsdag 19 Kappingin um | logmanssteypið | | - hagtøl fyri | Fjordingsfinalurnar B36-NSÍ 2-1 (0-0) 1-0: Tomislav Sivic 61 1-1: Christian Høgni Jacobsen 69 2-1: John Petersen 89 B36: Janos Timar — Pól Thorsteinsson. Arnbjørn Danielsen. Jens Kristian Hansen liðskipari -Dånjal Petur Johansen (Djóni N. Joensen. 46). Jan Guttesen. Ossur Han- sen, Ninoslav Milenkovic — Carl H. Høgnesen (Tomislav Sivic. 55). John Petersen (Ronnie Samuelsen, 90). Jákup á Borg Gult kort: Djóni N. Joensen 77. John Petersen 79 NSI: Dejan Milanovic — Kári Sigvardsen, Arnfinn Langgaard. liðskipari. Dánial Hansen, Jónstein Petersen — Milan Cimburovic. Eyðstein Skipanes. Sjúrður Jacob- sen, Gert Langgaard (Mortan Hansen, 90) — Christian Høgni Jacobsen. Oli Hansen Gult kort: Sjúrður Jacobsen 80, Eyðstein Skipanes 90 Dómari: Niklas á Líðarenda (GI) VB-B68 3-1 (3-0) 1-0: Tordur Holm 29 2-0: Petur Oli Samuelsen 32 3-0: Sjålvmål 33 3-1: Fróði Benjaminsen 53 VB: Bjarni Johansen — Marner Richard (John Eystberg, 46), Eyðun Jacobsen. lið- skipari, Janus Kjærbo, Magni Jacobsen — Hans Pauli Dahl. Tórður Holm. Petur Oli Samuelsen (Palli Augustinussen, 60), Jón Gærdbo — Krzystof Popczynski, Mikael í Lågabø Gult kort: Jon Gærdbo 13, Krzystof Popczynski 62 Reytt kort: Jon Gærdbo 70, Krzystof Popczynski 88 B68: B68: Magnus E. Poulsen — Jan Petersen, Fróði Clementsen. Finn Mørk. Signar Johannesen, Jåkup Djurhuus (Såmal Erik Hentze. 40) (Janus Thomsen. 75), Olaf Højeaard (Messias. 40) minsen Gult kort: Oleif Joensen 65, Janus Thomsen 80. Marlon 83 Démari: Bergur Magnussen (Streymur) Marlon Jorge Oleif Joensen Øssur Jacobsen. I róði Benja KI-GI 4-0 (3-0) 1-0: Heðin á Lakjuni 30 2-0: Olgar Danielsen 33 3-0: Rógvi Jacobsen 42 4-0: Olgar Danielsen 69 KI: Stephen Boyle — Harley Bertholdsen. Marek Wierzbicki. Jan Andreasen Andrzej Pacek, Hedin å Lakjuni (John Hansen. 65) — Arnold Joensen. Jan Joensen. Rógvi Jacobsen (Finn Baldvinsson, 79) — Olgar Danielsen, Kurt Mørkøre. liðskipari Gult kort: eingin GI: Sunvard Joensen — Rúni Justinussen. Bartal Eliassen. Alvi Justinussen (Leivur Hansen, 46), Svenn Olsen — Pauli Jarnskor (Erland Tvørfoss, 53). Magni Jarnskor. lidskipari, Jóan Petur Olsen, Sámal Joensen — Henning Jarnskor. Alexander Rado- savljevic (Símun Petur Justinussen, 18) Gult kort: Svenn Olsen 70, Símun Petur Justinussen, 72 Dómari: Suni Jacobsen (SÍF) HB-ÍF 10-0 (3-0) 1-0: Allan Mørkøre 41 2-0: Bårdur Mortansson 44 3-0: Sjålvmål 45 4-0: Bárður Mortansson 53 5-0: Andrew av Fløtum 62 6-0: Bárður Mortansson 71 7-0: Hans Fróði Hansen 77 8-0: Allan Mørkøre 78 9-0: Súni Fríði Johannesen 81 10-0: Allan Mørkøre 83 HB: Bárður Johannesen — Jóhannis Joensen. Hans Fróði Hansen. Hans á Lag. Bjarki Mohr (John Heri Dam, 66) — Allan Mørkøre, liðskipari, Jens Erik Rasmussen (Rói Arting, 64). Hallur Danielsen (Eyðun Højgaard. 72), Andrew av Fløtum — Súni Fríði Johannesen, Bárður Mortansson Gult kort: eingin IF: Erling Joensen (Alfred Olsen, 46) — Eyðolvur Petersen. Chris Knight. Torstein Joensen, liðskipari (Rúni Petersen. 46). Viggo Johannesen (Ken Bærentsen. 46) Hjalti Ljundberg, Høgni Hansen, Tomek Przybylski. Bogi Nón — Áslakur Petersen. Robert Cieslewicz Gult kort: eingin Dómari: Petur Erhard Kjærbo (Sumba) Hålvfinalur 13/5 og 24/5: B36-VB og KI-HB