mikudagur 5. januar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 2 - 5. januar 2005
Nú verður seinasta
hond løgd á arbeiðið
at geva øllum vegum í
Vági nøvn og øllum
húsum, nummar
GØTUNØVN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tíðliga í vár fáa allir vág-
bingar at vita, hvar teir
búgva.
Nú verður seinasta hond
lagt og eitt drúgvt arbeiði at
geva øllum gøtum og veg-
um í Vági navn og tíðliga í
vár skuldi alt verið liðugt.
Á seinasta býráðsfundin-
um í fjør, samtykti býráðið
endaliga, hvussu vegirnir í
Vági skulu nevnast.
Tilsamans eru tað einir
50 vegir og gøtur í Vági,
sum nú hava fingið navn.
Nú skulu øll nøvnini
sendast til serkøn í før-
oyskum máli til rættlestur
og síðani skal fyritøkan
Munin, gera eitt fullfíggjað
kort yvir Vág við øllum
nøvnunum á.
Samstundis eru húsa-
nummur gjørd til hvørt hús,
sum eisini verða klár at seta
uppá húsini, táið alt er
liðugt.
Hetta hevur verið eitt ar-
beiðið, sum hevur tikið
fleiri ár. Upprunaliga varð
heitt á vágbingar um at
koma við uppskotum um,
hvussu umleið 25 vegir og
gøtur í Vági skuldi nevnast.
Síðani hevur ein gøtu-
navnanevnd mett um upp-
skotini og fyri einum ári
síðani var almenn móttøka,
har nøvnini vórðu løgd
fram fyri vágbingum.
Í gøtunavnanevndini sótu
Arnfinnur Thomasen, Ebba
Skaalum, Torleif Augustin-
ussen og Páll Jacobsen.
Í nevndini varð roynt at
taka atlit at gomlu staðar-
nøvnunum í Vági. Upp-
runaliga varð eisini ætlanin
at nevna vegir og gøtur eftir
kendum vágbingum, men
tann ætlanin varð slept, tí
tað varð ov viðkvæmt við
tað, at ávís ónøgd var við,
hví onkur varð uppkallaður
og onkur annar ikki.
Uppskotini frá navna-
nevndini eru yvirhøvur
nógv broytt, nú tað enda-
liga er staðfest, hvussu
vegirnir skulu nevnast.
Og vegnanøvn, sum vág-
bingar nú skulu venja seg
við, eru Toftavegur, Líðar-
vegur, Skálavegur, Niðari-
vegur, Fossavegur, Gjógv-
aravegur,
Hvannadals-
brekka o.s.fr.
Tað er lóg, at allar bygdir
skulu hava gøtunøvn og øll
hús, nummar.
At ongir vegir hava nøvn
og ongi húsanummur eru,
hevur mangan elvt til
trupulleikar, eitt nú tá ið
fremmandir læknar skulu
finna
vegin
fram
til
sjúklingar.
Í fjør kastaði Norrøna
50-55 milliónir av sær
til Hetlendska bú-
skapin, sigur formað-
urin í hetlendska
íleggingargrunninum
NORRØNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Íløgurnar, sum hetlend-
ingar hava gjørt í Nørruna,
hava loyst seg væl.
Tað staðfestir formaðurin
í hetlendska íleggingar-
grunninum, Gussie Angus,
í Shetland News nú um árs-
skiftið.
Hetlendski
íleggingar-
grunnurin hevur sett 50
milliónir í Norrønu og ætl-
ar at seta góðar 30 milliónir
afturat í Smyril Line.
Men eisini í Hetlandi
hava íløgurnar í Norrønu
verið umstríddar, men nú
vísa seinastu tølini altso, at
tær hava loyst seg væl.
Bara í fjør kastaði Norr-
øna einar 50-55 milliónir
av sær í hetlendska samfel-
agnum, sigur hann.
Hann sigur, at beinleiðis
virksemið hjá Norrønu
hevur sprænt 18-20 milli-
ónir inn í hetlendska bú-
skapin, men harafturat hev-
ur tað avleidda virksemið
kastað aðrar 32-35 milli-
ónir av sær til hetlendska
samfelagsbúskapin.
– Men tá er ikki lagt upp
fyri teirri menning, sum teir
nýggju handilsmøguleik-
arnar, ið ferðasambandi hjá
Norrønu førir við sær,
leggur hann afturat.
Hann sigur eisini, at íløg-
an hjá hetlendska ílegging-
argrunninum, gevur het-
lendingum ein nevndarlim í
Smyril Line og verulig
ávirkan á raksturin hjá fe-
lagnum.
Sambært Shetland News
eru tað óheftir serfrøðingar,
sum hava roknað hetta út.
Tað eru AB Associates, í
Scalloway, sum hava gjørt
útrokningarnar.
Hval-
bingar
átala
Føroya
Banka
harðliga
Bygdaráðið mót-
mælir at Føroya
Banki skerjir av-
greiðslutíðina á
deildini í Hvalba
úr 22 tímum um
vikuna, niður í
seks
BANKAVIRKSEMI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Peningastovnarnir repa
seglini og hetta hevur
ført til at fleiri deildir á
smáum og miðalstórum
eru lætnar aftur, ella at
avgreiðslutíðin er skerd.
Og nú er so tørnið
komið til Føroya Banka
í Hvalba.
Føroya Banki hevur í
hesum døgum sent skriv
runt í Hvalba og í Sand-
vík, har boðað verður
frá, at avgreiðslutíðin á
bankadeildini í Hvalba
verður skerd.
Í løtuni er Føroya
Banki í Hvalba opin
hvønn dag frá klokkan
12-16, men hósdag er
opið til klokkan 18.
Sostatt er bankin í
Hvalba opin 22 tímar
um vikuna.
Men hereftir verður
bankin í Hvalba bara
opin annanhvønn dag,
mánadag, mikudag og
fríggjadag, frá klokkan
14-16. Sostatt verður
hann bara opin í seks
tímar
um
vikuna
hereftir, ella18 tímar
færri enn nú.
Hetta hevði bygdaráðið
í Hvalba til umrøðu á
fundi hóskvøldið og
bygdaráðið var samt um
at átala framferðina hjá
Føroya Banka harðliga.
Bygdaráðið átalar harð-
liga, at avgreiðslutíðin á
deildini í Hvalba er
skerd einaferð enn.
Bygdaráðslimir hildu,
at tað var ógvuliga hent,
at bankin júst var opin í
døgverðatímanum, so at
fólk, sum vóru til ar-
beiðis, eisini høvdu
møguleika
at
brúka
bankan. Tað fáa tey ikki,
nú bankin bara er opin
annanhvønn dag frá
klokkan 14-16.
Nú fáa vágbingar at
vita hvar teir búgva
Nú hava einir 50 vegir í Vági fingið nøvn. Tíðliga í vár verða vegaskelti sett upp og hvørt hús fær
nummar
Norrøna kastar nógvan
pening av sær í Hetlandi
Norrøna er gull verd fyri hetlendska búskapin, staðfesta nýggjar útrokningar