Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 5. januar 2005 29 Nevndin hjá Føroya MC hevur ført fram, at eg komi fram við pástandum og ræðumyndum, sum einki hald hava í veruleikanum. Til hetta er at siga, at alt, sum eg havi ført fram, er bygt á hagtalsliga grund- aðar staðfestingar. At stað- festingarnar í sjálvum sær kunnu tykjast sum ræðu- myndir, er nakað annað. Annars, so er orsøkin til, at tað júst nú hevur verið skrivað um hetta evnið, at løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard hevur lagt upp- skot fyri løgtingið at lækka avgjaldið á nýggjum motorsúkklum. Eg skal beinanvegin undirstrika, at tað uttan iva er rætt at skipa so fyri, at avgjaldið á goml- um motorsúkklum er tað sama sum á nýggjum, so at fólk ikki verða eggjað at keypa gamalt. Tilvildarlig raðfesting Tað, sum eg seti spurnar- tekin við, er hví júst hetta mál, sum hóast alt bara umfatar eitt frítíðarítriv hjá einum avmarkaðum bólki, skal verða tikið fram um lívsneyðug ferðslutrygdar- átøk, sum mugu vera framd sum skjótast. Tí tað er al- neyðugt beinanvegin at gera eina ferðslutrygdar- ætlan fyri landið, grundað á Nullhugsjónina. Um Nullhugsjónina, ferðslutrygdarætlan fyri landið og ítøkilig tilmæli sí heimsíðuna hjá Ferðslu- trygd. (Viðm. ) Eru motorsúkklur millum vandamestu akfør? At nevndin í Føroya MC arbeiðir fyri at seta motor- súkklur í so gott ljós, sum til ber, er ikki er løgið. Uppgávan hjá Ferðslutrygd er hinvegin at hugsa um ferðslutrygdina hjá øllum í ferðsluni. Og fyri at fáa trygg viðurskifti, er ofta neyðugt at gera tálmandi tiltøk, sum, isolerað sæð, avmarkað frælsi hjá tí einstaka. Fyri tey, ið duga sær hógv, kunnu hesi tykj- ast órímilig. Men neyðug kunnu tey vera fyri tað. Niðanfyri verða nøkur av viðurskiftunum, sum Før- oya MC nam við í við- merking sínari útgreinað. Hyggja vit eftir gongdini í ferðsluni sum heild í Før- oyum síðan 1997 (Viðm. ), eru 19 fólk, sum hava sitið í bili deyð av ferðsluvan- lukku, 8 eru yvirkoyrd, ein er deyður í motorsúkklu- vanlukku og ein í prutl- vanlukku. Afturat seinast nevnda kemur syndarliga vanlukkan sum hendi fyrsta dagin í hesum árinum. Av øllum hesum vóru 19 í aldrinum 15 til 25 ár. Verða hesi tøl sett bein- leiðis móti hvørjum øðrum, kundi tann niðurstøðan ver- ið gjørd, at tað er minni vandamikið at koyra á mot- orsúkklu enn í bili, her er jú 1 fólk deytt í motor- súkkluvanlukku í mun til 27, har bilur er uppi í. Men hugsa vit okkum um, so eru jú bilarnir nógv fleiri og koyra hvør sær, nógv fleiri kilometrar um árið. Ársmiðaltalið á bilum í árunum 1997 til og við 2004 er 18.442. Siga vit, at hvør bilur í miðal koyrir 15.000 km um árið, eru 10,2 mill. koyrdir km mill- um hvørja deyðsvanlukku ella 0,1 persónur pr. mill. persónkilometur. Í sama tíðarskeiði er ársmiðaltalið á motorsúkklum 213 og verður roknað við, at hvør motorsúkkla í miðal koyrir 3.000 km um árið (Viðm. ), so eru 0,6 mill. koyrdir km millum hvørja deyðsvan- lukku ella 1,56 persónur pr. mill. persónkilometur. Út- frá hesum døminum kunnu vit siga, at motorsúkklu- vanlukkur eru 16 ferðir vandamiklari enn bilvan- lukkur. Tá ið talan er um motor- súkkluhagtøl eru Føroyar sera lítlar og tað ber tí ikki altíð til at nýta føroysku hagtølini. Hyggja vit at tølunum hjá grannalondum okkara, síggja vit tøl, sum siga, at tað er 20 til 50 ferðir vandameiri at koyra á motorsúkklu enn at koyra í bili. Tað er bara prutl, sum er vandameiri enn motor- súkkla. Orsøkin til hetta seinasta er uttan iva, at tað fyri tað mesta eru blaðung fólk sum koyra á prutli ella skutara. Er talið á motor- súkkluvanlukkum minkandi? Føroya MC førir fram, at talið á vanlukkum hevur verið minkandi í londunum uttan um okkum. Hetta er rætt. Um vit hyggja 15-20 ár aftur í tíð- ina, so er talið á motor- súkkluvanlukkum lækkað á sama hátt sum talið á samlaðu ferðsluvanlukkum eisini er tað. Men seinastu árini er tað bara í Danmark at talið á deyðsvanlukkum hevur verið lækkandi. Hetta sæst í talvuni niðanfyri, sum sýnir gongdina í tal- inum á deyðum á motor- súkklu í Norðurlondum frá 1997 til 2003. Hinvegin skal verða víst á at danir eru ikki nøgdir við støðuna og vilja hava tølini væl longri niður. Tí gongur tú inn fyri Nullhugsjónini, sum eisini Danmark ger, er tað sjálvandi einki at vera nøgdur um at millum 20 og 30 fólk hvørt ár doyggja í motorsúkkluvanlukkum. Í talvuni síggja vit at í Svøríki og Finnlandi er tendensurin, at talið á deyðsvanlukkum á motor- súkklum hækkar. Í Noregi svingar upp og niður, men í miðal er støðan stórt sæð óbroytt í tíðarskeiðinum. Í Danmark hækkaði talið á deyðum fram til 1999. Men næstu tvey árini hendi stór broyting til ta betra. Í 2002 hækkaði talið so nakað aftur. Tølini fyri Føroyar og Ísland eru so smá, at torført er at siga nakað um tey. Men rokna vit norsku tølini í mun til fólkatal og føra tey til føroysk viðurskifti, so skuldi eitt fólk doyð á motorsúkklu í Føroyum umleið 3. hvørt ár. Tíbetur er støðan ikki so ring hjá okkum. Ein orsøk kann vera, at í Noregi eru lut- falsliga tvífalt so nógvar motorsúkklur sum í Før- oyum og at hvør motor- súkkla koyrir tvífalda talið av kilometrum. Seinast fólk doyðu í mot- orsúkkluvanlukku í Føroy- um, var í 1999 og næstsein- ast í 1991. Í tíðarskeiðinum 1988 til 2001 vóru 22 ferðsluóhapp/vanlukkur við fólkaskaða á motorsúkklu skrásett hjá løgregluni. Men talið á skaddum er helst væl størri, tí royndir frá øllum londum vísa, at løgreglan bara fær skrásett ein lítlan part av skaðunum, sum henda. Vandamikið á súkklu Nevndin í Føroya MC vísir á, at tað eisini er vanda- mikið at súkkla og tað kann eg bara taka undir við. Tí soleiðis, sum vit hava skip- að okkara vegakervið fram til dagin í dag, hevur fyri tað mesta bara verið hugsað um bilarnar. Lítið hevur verið gjørt fyri at gera tað høgligt og trygt at súkkla, tíansheldur at ganga. Her er stórt arbeiðið, ið liggur fyri framman at bøta um hesi viðurskifti. Fólk á tveyhjólaðum akførum eru sárbær Í stuttum kunnu vit siga, at trupulleikin er, at tann, sum koyrir á tveyhjólaðum ak- fari er ikki vardur av einari kabinu, sum kann taka stoytin. Her er einki trygd- arbelti og eingin airbag. Tað ber til við hjálmi og góðum verndarklæðum at taka nakað av stoytinum, men verri enn so allan. Tá ið illa vil til, og ein motorsúkkla og ein bilur renna saman, so gongur tað í mestan mun út yvir tann, sum er á motorsúkklu, utt- an mun til hvør í veru- leikanum gjørdi mistakið. Mangan er tað so, at bilfør- arar yvirsíggja tey tvey- hjólaðu akførini. Men vit koma ikki uttan um, at tað eisini ofta er so, at tað verð- ur koyrt sera skjótt á motor- súkklu, og tað er í sjálvum sær sera vandamikið. Tað er uttan iva rætt, at so leingi sum at tað bara eru tilkomin fólk, ið koyra motorsúkklu sum frítíðar- ítriv av og á onkrar dagar, tá ið veðrið er gott, er helst ikki hin stóri vandin á ferð. Men verða tað fleiri ung, sum koma at koyra á mot- orsúkklu, so er orsøk til at vera bangin um gongdina. Men alt annað líka, so sleppa vit ikki undan tí veruleika, at jú fleiri sárbær akfør vit fáa á vegirnar, jú fleiri álvarsligar vanlukkur. Nýggjar motorsúkklur í mun til gamlar Havi longu áður víst á, at ein nýggj motorsúkkla er tryggari enn ein gomul og at tað er burturvið, at tað skal vera bíligari at keypa eina gamla. Og hetta er júst kjarnin í málinum. Spurningurin, sum støða eigur at verða tikin til er tí, um avgjaldið á nýggjum skal lækka ella um av- gjaldið á gomlum skal hækka. Alt annað líka, verður tað generelt bíligari at keypa motorsúkklur, so kunnu vit ganga út frá, at fleiri mot- orsúkklur koma til landið. Og jú bíligari, jú minni verður seriøsa motivatiónin aftan fyri keypi. Kann eisini vera, at vit fáa yngri keyparar. Hetta er sjálvandi ein pástandur, men hann er grundaður á tað, sum van- liga hendir tá vørur verða bíligari. At prísur og útbreiðsla hevur nakað við hvørt ann- að at gera vísir frágreið- ingin sum Transport Økon- omisk Institut í Noregi gav út á vári í 2004, sum eisini Føroya MC sipar til. Har verður víst á, at títtleikin á deyðsvanlukkum í árunum 1985 til 2001, har tungar motorsúkklur vóru uppi í, fall frá 4,2 persónar pr. mill. persónkilometur niður í 0,9. Men tað, sum Føroya MC ikki nevnir úr frá- greiðingini er, at sum orsøk til gongdina verður nevnt, at nú er tað ein meira peningasterkur og tilkomin kundabólkur, sum keypur tungar motorsúkklur. Í 80 árunum var tað vanligari at fíggja keyp av motor- súkklum við láni, meðan fíggjarliga afturgongdin í 90 árunum førdu við sær, at hetta gjørdist minni vanligt. Gott hevði sjálvandi verið at bara nýggjar motor- súkklur koyrdu á vegunum og at tað bara vóru tilkomin avbalanserað fólk, við góðum koyriførleika, sum koyrdu tær. Og sjálvsagt skuldu hesi verið í hjálmi og serligum trygdarklæð- um, - sum einki avgjald átti at verið á. Og sjálvsagt skal aldurs- markið fyri at koyra stóra motorsúkklu vera 21 ár. Eg vil enda við at vísa á, at tá ið vit gera lógarbroyt- ingar sum ávirka ferðsluna, eiga vit at gera tað í sam- svar við eina ferðslutrygd- arætlan, sum sjálvandi hevur Nullhugsjónina sum grundarlag Tórshavn hin 3. januar 2005 Jón Kragesteen Motorsúkklur enn einaferð Deyð á motorsúkklu í Norðurlondum 1997 til 2003 (viðm. )