Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mai 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 6. MAI 1999 tíðindablaðið Nú hava tey teldu- koyrikort Mánadagin fingu 80 starvsfólk í Føroya Banka teldukoyrikort, teirra millum eisini stjórarnir DAGFINN OLSEN MYNDIR: ÅLVUR HARALDSEN Starvsfólkini i Føroya Banka hava verid å skeid og hava ukið teldukoyri kort. Stort hátíðarhald var á Føroya Handilsskúla mán- adagin. har 80 starvsfólk í Føroya Banka í Havn fingu handað teldukoyrikort. Um framt at prógvini vórðu handað. var eisini ymiskur annar hugni á skránni. so sum tónleikur og okkurt undir tonnina Millum rødararnar var formaðurin í Dansk Data forening, Soini Kaari, ið hevur ábyrgdina av teldu koyrikortunum í Danmark Eisini stjórin á Handilsskúl anum, Ragnar Magnussen, helt rødu, eins og stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen Stjorarnir fingu kort Ikki bert vanligu starvsfólk ini í bankanum taldust mill um skeið luttakararnar Eisini teir báðir stjórarnir í Føroya Banska. Jørn As trup Hansen og Janus Pet ersen, hava ognað sær teld- ukunnleika og fingu koyri = kort til teldu á samkomuni mánadagin Eiga at skipa útflutningsrað Føroya Idnadarfelag hevur havt aðalfund og í ársfrágreiðingini fyri 1998 verður stutt trivið í gongdina hjá ymsu vinnu- bólkum Idnadarfelagsins. Eisini heldur vinnan, at vit eiga at skipa eitt útflutningsráð, leyst av almennu umsitingini DAGFINN OLSEN Í ársfrágreiðingini fyri 1998 hjá Føroya Idnaðarfelag verður stutt trivið í gongd- ina hjá ymsu vinnubólku- num. Lagt verður fyri við bú- skaparligu gongdini sum heild. Nidurstødan er, at oll tekin benda á ein vøkstur, ið tó er tengdur at eini høv- uðsvinnu, ið búskaparliga er sera skiftandi. Innan pelagisku vinnuna verður ein vøkstur staðfest- ur, tó at felagið vísir á ynsk- iligar broytingar. T.d. metir Idnaðarfelagið tað vera spell, at møguleikarnir inn- an pelagisku vinnuna eru skerdir, nú ídnaðarveiða undir Føroyum er bannað. Eisini verður víst á, at høv- uðsmarknaðurin fyri pilkað- ar rækjur er í ES og broytti sáttmálin við ES gav ongan bata. Undir yvirskriftini „Annar framleiðsluídnað- ur“ verður sagt, at vinnan hevur verið noydd at lagað seg til broyttu marknaðar- viðurskiftini, sum sáttmálin við ES ber við sær. Virkini máttu effektivisera ella snara lykilin um. Tí er vinn- an í dag kappingarfør mót- vegis útlendskum veitarum. Eins og seinni í frágreið- ingini, so verður eisini her komið inn á ætlanir um út- flutningsráð. Menningar- stovan hevur roynt at nøkta henda tørv, men Idnadar- felagið sigur seg vóna, at tá Føroya Løgting nú hevur sett pening av til stovnsetan av útflutningsráð, so gevur hetta vónandi eina breiðari útflutningsvinnu. Vøkstur | Ein lítil vøkstur er at hóma í lønarutgjaldingum hjá skipasmiðjum og ødrum verkstaðarídnaði. Men Idn- aðarfelagið staðfestir, at eingin nýbygningur stendur í gerð, og eingir sáttmálar um nýbygningar eru gjørdir. Felagið sigur seg ikki iv- ast í, at varð m.a. raðfest ødrvisi og krøvini til skipið løgd føst, so bar væl til at byggja nýggja vaktarskipið, ið føroyingar skulu hava, her heima í Føroyum. Eisini til kappingarføran pris. Eisini innan byggivinn- una er vøkstur. Ein nidur- støda hjå Idnadarfelagnum er t6, at MVG-skipanin ikki virkar nóg væl. Vaksandi privati eftir- spurningurin hevur havt positiva ávirkan á matvøru- . mjólka- og bryggjaríídn- aðin. Idnaðarfelagið arbeið- ir við at fáa javnabjóðis treytir, so at føroyskar fyri- tøkur kunnu útflyta til Is- ands undir somu treytum, sum islendskar fyritøkur lyta til føroyar. Við eitt vegamót Føroyskar teldufyritøkur hava skipad seg sum undir- bólk i Idnaðarfelagnum. Eftir ynski frá vinnuni er teldustødinga útbúgving skipað, ið gevur møguleika fyri prógvi á „bachelor“ stigi. Viðvíkjandi oljuvinnuni verður sagt, at bíðað hevur verið eftir einari føroyskari útbjóðingarrundu. Seink- ingin verður ikki mett at vera týdningarmikil, tí olju- prísirnir hava verið met lág- ir. Mett verður, at vit her eru við eitt vegamót, har mog- uleiki er fyri, at eitt virkis- fúst og fjøltåttad vinnuliv verður alt fram. Men vit eiga sum pinkusamfelag eisini at gera okkum greitt, hvørjar vinnur vit fara at dúa uppá framyvir. Mett verður, at stutt er til eina stóðu, har eingin skikkað arbeiðsmegi er eftir - jús nú er nærum arbeiði til allar hendur. Uttan nakra olju Utflutningsráð Undir yvirskriftini „Einstøk mál“ verða ymisk mál og viðurskifti, vinnuni viðvíkj- andi, vidgjørd. Eitt av hesum er spurn- ingurin um eitt útflutnings- ráð. Í samgonguskjalinum er ásett, at eitt slíkt skal set- ast á stovn. Løgtingid hevur játtað pening og Vinnumál- astýrið hevur sett arbeiðs- bólk at kanna, hvussu hetta verður gjørt og hvørjar upp- gávur eitt slíkt ráð skal hava. Idnaðarfelagið hevur lim í bólkinum Felagið hevur saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt eina tørvgreining, ið lýsir sjónarmiðini hjá vinn- uni. Sjónarmiðini eru, at eitt útflutningsráð eigur at skip- ast. Hetta skal skipast sum sjálvsognarstovnur ella partafelag. leyst av almennu umsitingini. Vinnuumboð skulu mynda nevndina. Tað almenna skal fíggja føstu útreiðslurnar av ráðnum. meðan vinnan er við til at fíggja tiltok og tænastur Ráðið skal samskipa og standa fyri einari muna- dyggari marknaðarforing av føroyskum fiskavørum, idn- aði og tænastum. Eisini skal dentur leggjast á at fáa til vega marknaðarvitan og at kveikja áhuga fyri øktum útflutningi, verður m.a. sagt í ársfrágreiðing Idnaðarfel- agsins.