Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mai 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ff [AA AAA AAA AI Nr. 84 — 6. MAI 1999 tíðindablaðið 11 Ann Mac Leod, tíðindakvinna hjá BBC í Skotlandi um sjálvstýrisgongdina í Skotlandi og Føroyum: Føroyingar og skotar nogv av læra av hvørjum górum Við valinum til nýggja tingið fara skotar nú at leggja lunnar undir økt sjálvstýri. Í ávísan mun er talan um ein útvikling sum hann, ið byrjaði í Fóroyum fyri 50 árum síðani. Í óðrum fórum eru skotar í dag minni heftir at London enn fóroyingar eru at Keypmannahavn. Skotska tíðindakvinnan Ann Mac Leod, sum hevur gjørt sending um Føroyar, ivast ikki í, at fóroyingar og skotar hava nógv at læra av hvórjum óðrum, á nógvum ókjum, og hon sær fegin, at stórri samvinna fæst millum londini. JAN MØLLER Fyri fyrstu ferð í 300 ár sleppa skotar í dag at velja sítt egna parlament, hvors høvudssæti verður í Edin- burgh. Hetta var eitt av lyft- unum hjá Labour-flokk inum, tá hann tók við eftir seinasta val. Við hesum stigi sleppa skotar sjálvir at taka avgerðir í málum, sum hig artil hava ligið í London Eitt nú verða skotar sjálvir at gera av. hvat skattapen- ingurin skal brúkast til. Teir fáa fulla ábyrgd av flest øll- um økjum so sum út- búgving. rættarskipan osfr Men uttanríkis- og trygd arpolitikkurin fer framvegis at verða stýrdur úr London I dag er Skotland mest sum ein integreraður partur av Stórabretlandi, hóast skotar hava havt ábyrgdina á fleiri økjum. Spurningurin um stórri sjálvstýri og fyri tað eisini loysing frá Bret- landi hevur verið frammi við jøvnum millumbili. og hava skotar verið ymiskir á máli um hesar spurningar Meðan konservativi flokk- urin, sum ráddi fyri borgum í Stórabretlandi í næstum 20 år, ikki vildi vita av stórri sjálvstýri í Skotlandi. so hevur Labour-flokkurin viljað gingið skotsku ynskj- unum rættiliga langt á moti. Hetta var so eisini tað, sum gjørdi, at Labour vann stórt í Skotlandi til seinasta val, og har Konservativi flokk- urin ongan mann fekk vald- um í heila tikid í ollum Skotlandi. Meðan Labour-flokkurin gongur inn fyri, at Skotland skal fáa okt sjálvstýri, so ynskir SNP, Scottish Nat- tonal Party, eitt sjålvstødugt Skotland. Hesin flokkurin hevur tó ikki meiriluta í Skotlandi. Tað hevur La- bour. Veljarakanningar und- an valinum í dag geva SNP niðan fyri 30% av atkvød- unum. Tvs. at ein stórur meiriluti av skotska fólk- inum ynskir at vera partur av Stórabretlandi. Nu føroyingar hava roynt heimastýrið í meira enn 50 ár og eru næstu grannar Skotlands er greitt, at skotar eisini fylgja við gongdini í Føroyum og vilja vita, hvussu gingist hevur her í oyggjunum við hålvthundr- að ára royndum við heima- styri I hesum sambandi vóru fólk frá BBC-Skotland í Føroyum fyrr í ár fyri at gera eina sending um For oyar. Høvid varð at tosa við politikarar, vinnulívsfólk. eina føroyska familju, mentafólk og onnur Størri samstarv Sostalurin hitti Ann Mac Leod, journalist hjá BBC. tá tey høvdu havt samrødu vid Ola Petersen, teknara Hon er sera fryntlig at pråta við og er rættiliga hugtikin av hesi síni fyrstu vitjan í Føroyum. Hon kemur frá oynni Lewis á Hebridunum, so hon veit. hvat tað vil siga at búgva í einum oyggja- landi Sjálv heldur hon, at sam skiftið og samvinnan mill- um Skotland og Føroyar átti at verið nógv stórri, nú bæði londini eru næstu grannar Hon kennir seg eisini sum var hon heima í Lewis, tá hon er í Føroyum, so mein- líkt er landslagið. Hon heldur utviklingin í Føroyum vera sera åhuga- verdan og er ikki sørt spent at vita, hvussu gongur við sjálvstýris- og fullveldis- ætlanum føroyinga. Hon dylur ikki fyri, at eisini skotar eru sjálsstýrishug- aðir, men meiningarnar um, hvussu langt sjálvstýrið skal røkka, eru ymiskar, eins og í Føroyum. T.d. taka flestu veljararnir undir við meiri sjálvstýri, men nógvir teirra bera ótta fyri SNP, tá talan kemur um eitt nú heilsu- politikkin. Ann Mac Leod visir å, at skotar hava verid sera mis- nøgdir vid fyrrverandi kon- servativa stýrið í Bretlandi, tí hetta tók ikki hædd fyri skotskum ynskjum á nakran hátt. Tá tann sera ópoppu- leri „Pool“ skatturin kom fram varð hann fyrst roynd- arkoyrdur í Skotlandi, nak- að, sum eisini skuldi koma teimum konservativu aftur um brekku. Ann Mac Leod sigur, at tað er áhugavert at saman bera vidurskiftini í Før- oyum við tey í Skotlandi Men hon vísir á, at skotar liggja langt aftanfyri før- oyingar, tá talan er um sjálvstýri. Í ávísum førum byrjar tann utviklingur í Skotlandi. sum skjøtil varð settur á i Føroyum fyri 50 árum síðani. ikki fyrr enn nú við stovnsetanini av ein um skotskum parlamenti Hetta ting kemur at geva skotum størri politiskt vald og nærdemokrati, men stórar búskaparligar avgerð ir t.d. koma framhaldandi at iggja í London. Men kortini vísir hon á. at Føroyar á ymsum økjum 1ava verið ella eru meira bundin at Keypmannahavn enn Skotland at London ler sipar hon m.a. til út búgvingarskipanina og mentanarekið. Hvat út búgvingini vidvikur, so 1ava skotar bygt út sína gnu skipan, meðan tann føroyska í stóran mun er kopi av tí donsku. Eisini á mentanarøkinum kenna skotar seg sum eitt fólk -Eg má tó siga, at eg eri hugtikin av landi tykkara, og eisini fólkinum. Øll tykjast so væl upplýst. og tá vit spyrja, hvat tey halda um stórar samfelagsligar spurningar so sum sjálv styr- ismálið, so tykjast tey oll hava eina ella aðra meining. Eg havi varhugan av, at før- oyingar fylgja væl við í tí, sum fer fram heima sum burturi. Hon vidgongur, at skotar sum heild ikki eru serliga vitandi um Føroyar, hóast londini eru grannar. -Hetta haldi eg er stórt spell, og vónandi kann ein sending sum henda vit gera, loysa upp fyri onkrum. Her er so nógv, sum bindur okkum saman, og tí haldi eg tað eisini hevði verið gott við eitt nú einum ferjusambandi millum londini. Skotski journalisturin heldur seg ikki verða føra fyri at siga, um føroyingar skulu hava stórri sjálvstýri ella fullveldi. Hon sigur seg tó hava fingið varhugan av, at føroyingar eru ikki eitt fólk. sum tekur ov skjótar og illa umhugaðar avgerðir um framtíðina Oljan góð fyri Skotland Nú Skotland hevur verið eitt oljuland í skjótt 30 ár spurdu vit BBC-kvinnuna, hvussu gingist hevur við hesi vinnu og hvussu før- oyingar kunnu læra av royndunum hjá skotum! -Eg haldi, at oljan hevur verið góð fyri Skotland. Hon hevur skapt nógv væl lønt arbeiði, hon hevur sett gongd á håtøkniidnadin í Aberdeen og annars havt stóran týdning fyri búskapin Oljuverðin kend- ist sjálvandi sum eitt slag v „kultursjokki“ í byrjan- ini, men hevur tú fyrireikað teg væl og er farin fram við varsemi, so dugi eg ikki at síggja, at oljan skal hava nakað skaðiligt árin á sam- felagið. Ann Mac Leod kemur sjálv frá einum oyggjasam- felag vid 20.000 íbúgvum, 6 % har oljan hevur átt lívið í nógvum arbeidsplåssum, og har tað hevur verið neyðugt at fáa fólk uttanifrå til ar beiðis fyri at nøkta eftir- spurningin. Við royndunum frá Hebridunum heldur hon avgjørt, at Føroyar eru eitt so mikið robust samfelag. at tað tolir ein líknandi útvikling. -Eru tit fyrireikað uppá henda útviklingin, so er eingin orsøk til at óttast Oljan fer sjálvandi at hava broytingar við sær, men tit eru rationell og skilagóð, so tit skulu nokk vinna á vandunum Sjálv heldur hon, at tað átti at borið til at fingið eitt samstarv, verður olja funnin við Føroyar. Eitt nú um føroyingar ikki vilja hava oljuna í land í Føroyum kann hon flytast til Het- lands. Vit spurdu at enda Ann Mac Leod, hvat hon varð mest hugtikin av undir hesi fyrstu Føroyavitjanini og hon svarar uttan at umhugsa seg: -Tað var vitjanin á Ad- ventiskaskúlanum. Ongan- Ann Mac Leod VINSÍTU Saman Vi av sinum starvsfelog teknaranum Ola Petersen ið luttók í sendingini um Førovar. Mynd Jan Miller um og tíð havi eg upplivað ein skúla við so glaðum børn- um. Tað eg upplivdi har er nakað, sum eg seint fari at gloyma. Hatta eru tey glað- astu skúlabernini eg havi upplivað. Vitjanin á Ad- ventistaskúlanum var ein partur av sendingi, sum varð gjørd úr Føroyum, og sum varð send í Skotlandi herfyri