fríggjadagur 7. mai 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eiríkur Lindenskov
Internet: www.sosialurin.fo
Marknaðardeild:
Abyrgdarblaðstjóri:
Jan Møller | Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri:
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Avtalan undir-
skrivað 18. mai
Oddagrein
LOKSINS varð dagurin ásettur - dagurin,
ta marknaavtalan millum Feroyar og
Bretland verður undirskrivað. Sosialurin
kann í dag avdúka, at dagurinverður tann
18. mai.
HENDA søguliga avtalan verður undir-
skrivað í Havn, og hetta má eisini sigast
at vera rætta staðið til slíka undirskriving.
Við til hesa hátíðarlotu verða so eisini
framstandandi umboð fyri bæði ta donsku
og ta bretsku stjórnina. Ur Danmark kemur
sjalvur uttanríkisráðharrin Niels Helveg
Petersen, og úr Bretlandi kemur vara-
uttanríkisráðharrin Tony Lloyd. Tað er
hann, sum hevur havt ábyrgdina av
marknamálinum.
LAT tað verða sagt beinanvegin - uttan at
vit kenna innihaldið í avtaluni í smálutum
- at okkara fólk - frå løgmanni til sam-
ráðingarleiðara og -nevnd - hava gjørt eitt
sera gott arbeiði. Nú arbeitt hevur verið
við hesum máli í so mong ár eru tað
sjálvandi eisini aðrir politikarar og em-
bætisfólk, sum eiga sín part av æruni fyri,
at tað nú loksins er rokkið á mál. Her
hugsa vit um m.a. um Dánjal Nolsoe, sála,
sum er ein av teimum, tá hann livdi, ið
við dugnasemi og vitan megnaði at halda
liv í og grundgeva fyri foroysku krovunum.
Eisini hevur Halgir W. Poulsen, sakførari
havt ein týðandi leiklut í miðvísu og
treisknu royndunum at fáa Føroyum ein
so góðan sáttmála sum gjørligt.
NU liggur hann so á borðinum. Fyrst skulu
okkara kosnu tingmenn til at taka stoðu
til hann. Neyvan fara tingmenn nú at seta
kílar í tað úrslit, sum m.a. Anfinn Kallsberg
og Arni Olafsson hava fingið í hús fyri
okkum. Vitandi um, at undanfarni log-
maður, Edmund Joensen, valdi eina heilt
aðra gongd í málinum enn hana, sum nú
hevur loyst málið, kunnu vit tó vóna, at
hann og hansara flokkur eru so mikið at
sær komin, at innsíggja, at her er rætt
atborið, og at her fyriliggur eitt úrslit, sum
eingin aftaná eigur at seta fótonglar fyri.
Hvorki so ella so. Tað er týdningarmikið,
at eitt samt løgting tekur undir við avtaluni,
og at vit í felag leggja til brots - bæði hvat
eini útbjóðing og einum breiðum og virð-
ismiklum samstarvi við Bretland viðvíkur.
VIT ynskja Foroyum og Bretlandi tillukku
við avtaluni og vóna, at hon verður ein
nýggjur brúgvabyggjari milium hesar báð-
ar grannar. At seta skjøtil á ein nýggjan
og spennandi útvikling,nú vit fara inn í
eina nýggja old, kann bara vera av tí góða.
Sosialurin
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76, '
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin.fo
Rennibreyt eitt dilemma!
- Skal ein skuffa 60 rennarar ella 6000 fótbóltsáskoðarar?
Eingin rennibreyt verður
við Tórsvoll. fyri okkara
frælsu ítróttafólk er hetta
sjálvandi eitt stórt vónbrot
og afturstig, men er hetta
eitt afturstig fyri teir 6000
åskodarnir, sum i
enda skulu síggja Tórsvoll
við at møta upp til dystirnar
hjá landsliðnum?
Svarið er heilt einfalt
NEI!. nú sleppa vit undan
síðsta
at sita til landsdyst við hvor
sínum kikara, framvið ein
um volli við rennibreyt. har
langt er ímillum áskoðarnar
og leikarnar
Havnapatriotar
Spyrja seg sjálvar
Tað sum allir smærri og
størri Havnapatriotar eiga at
spyrja seg sjálvan er: Hevdi
Forsvøllur verið betri um-
tóktur enn Tofta Leikvøllur
millum teir 6000 fótbólts-
áskoðarnar (figgingin tit
vita!) um Tórsvollur hevði
havt eina rennibreyt? Eg
ivist
Latið okkum í hugaheimi
okkara ímynda okkum, at
Føroyar spæla ímóti Est
landi 5. september.
rennibreyt er rundan um
vøllin. Fólk hava sæð fram
ímóti hesum degi, fyrsti
týdningarmikli landsdystur-
in á Tórsvolli. Klaksvíking-
ar, eysturoyingar, norð-
streymoyingar og vágafólk.
sum trúliga hava stuðla
landsliðnum á Svanga-
skarði meta hendan dagin í
Tórshavn, og sessast við
og
ytstu áskoðaraplássini á
Torsvølli
Men hvat? tey síggja ikki
líka væl. sum á Svanga-
skarði. fråstødan er stór,
stemningurin er á lágpunkt-
inum. tí eitt anti-fótbólts-
element liggur millum leik
arnar og áskoðarnar. »Doy,
tað var nógv frægari
inni á Toftum!<, énøgdin
veksur: > Var hetta alt? hetta
kundu teir spart sær - væl
stenaðir latið bara lands
liðið spæla á Svangaskarði
tt sita
Q.S.fr. O.S.f1
Svangaskarður
endurføddur
Svangaskarður
fingið sína renosansu/end
urføding. og ein rúgva av
áskoðarum uttanfyri Havn-
ina - tey hava jú onga grund
at taka synd í okkum
høvdu kolldømt Tórsvoll.
vegna tað fråstødu og mis
stemning ein rennibreyt
hevur vid sær.
Vit ið her búgva høvdu
kanska roynt at hildið fast.
men tá uml. 70% av øllum
fótbóltsáhugaðum búgva
uttanfyri Suðurstreymoy, er
ikki vist, at Tórsvellur hevði
fingið tað uppbakking ið er
so neyðug fyri at fíggja
verkætlanina. Tí spyrji eg
ein og hvønn, sum kallar
HAVNAMAVIR, er
hetta tað vit ynskja? Var ikki
meiningin at >vit< skuldu
>vinna< á Svangaskarði,
ella?
hevði tå
seg:
Gøteborg er
eitt gott dømi
Skúlaárið 1995/96 var eg til
hvønn heimadyst hjå IFK
Gøteborg å ti 80 åra gamla
»Gamla Ullevi« - leikvøll-
inum i Gøteborg. Hesin
gamli leikvøllur var ikki so
snøggur, men hann heyrði
ein tættan og intiman stem-
ning, og oll sóu væl hvat
fyriforst á vøllinum
Góðar 1500 metrar frå
Gamla Ullevi« liggur hin
arkitektoniska perlan »Nya
Ullevi«, ein tann vakrasti
leikvøllurin i Europa. Hóast
hetta hataðu allir fótbólts-
áskoðarnir í Gøteborg at
vera til fótbóltsdyst á »Nya
Ullevi« - tí har er ongin
stemningur. Var sjálvur til
EM-dystin millum Svøriki
og Svetts á »Nya Ullevi« í
september 1995, og sat aft-
anfyri annað málið, eg så
ikki ein |... mátti hyggja
eftir »high-lights« í SVT kl.
23 fyn at vita hvat hendi i
dystinum. Einasta eg minn-
ist var, at sveitsisku áskoð-
arnir blakaðu Toblerone eft-
ir okkum
Enntá Beckenbauer!
Enntá Beckenbauer for-
dómir = rennibreytina á
Olympia-stadion í Munch-
en. Bayern klárar ikki at fáa
stemning við 63.000 áskoð-
arum (!) og byggja teir ti
ein nýggjan vøll uttan renni-
breyt. Beckenbauer, sum
stríðist við Ongland at fáa
HM-2006, hevur enntá for-
tala seg og sagt at: >Ong-
lendingar hava nógv betri
stemning á sínum leikvøll
um<. Onki av teimum 92
ligaliðunum í Onglandi
hevur rennibreyt, stik den.
Skuffa 100 til
Í ella I til 100
Tað einfalda roknistykkið
við Torsvølli er: Skulu vit
skuffa 60 rennarar (te
synd) ella skulu vit skuffa
6000 áskoðarar? Skulu vit
skuffa 100 til I ella 1 til
100?
Tå 10 Torsvøllur er komin
upp at standa, eigur at vera
arbeitt fyri at finna eitt øki0
til Frælsa ítróttin har hesin
kann mennast uttan at skula
hanga uppii fótbóltinum.
Eitt hóskandi økid er Lær-
araskulavøllurin, sum er
fullkomuliga ónýtiligur til
fotbolt, oyramerki hetta
økid burturav til frælsa
ítróttin (á Frælsinum!!!), so
kann hetta vera tengt at
ítróttalæraraútbúgvingini
samstundis. So kann frælsi
ítrótturin liva í friði og náð-
um, uttan at vera plágaður
av fotboltinum.
Heri Simonsen,
postmodernadur
fótbóltsáskoðari
P. S. Eg havi eisini verið á
Lyngby Stadion... uha og
skræk. Leikvøllurin í sær
sjålvum var orsøk nokk hjå
Toda at ryma.
Vidurskifti å donskum
I sekstiårunum gjørdi Poul
Erik Søe nakrar frålikar
sendingar úr Føroyum fyri
DR. Seinri var hann Há-
skúlastjóri. Nú rekur hann
ein Háskúla, sum hann
stovnadi, við tí endamåli,
millum annað. at hann ong-
an almennan studning
skuldi hava, so hann kundi
gera, sum hann sjálvur vildi.
Tá ið internetið kom, gjørdi
hann Enmandsavisen. sum
verður dúgliga vitjað, og
vidhvørt sært tú brot úr
henni ymsastaðni á prenti.
Hann var sera hugtikin av
nógvum av okkara nýgjørdu
orðum og týddi tey til
danskt og brúkar tey eisini
á skúlanum td. kontor -
skrivestue og weekend -
ugeskiftet.
16.4. hugdi eg at nýggj-
heitunum í TV3. tá drotn-
ingin hevði fødingardag.
var eitt lítið brot frá Amaliu-
borg, og vit hoyrdu børnini
syngja >Happy birthday<.
Kanska sungu tey okkurt
annað eisini, men tað
hoyrdist ikki. TV3 bar
henni sostatt heilsanina á
enskum.
Var hetta ikki í so neyð-
arsligt, ella tú skuldi ikki
leggja so nógv í hetta, sat
eg og hugsaði, tá ið upples-
arin Jeppe Søe (kanska son-
ur Poul Erik Søe) smiltist
vinarliga til tin go segði:
»Og så vil vi ønske alle et
godt ugeskifte«.
Kanska hórar danskt und-
an í Danmark, so tað verður
hóast alt ikki, sum Poul Erik
Viðvíkjandi innsendum tilfari
Tey, ið senda tilfar til okkum, eru væl komin at
senda okkum teldupost (post Gsosialurin.fo) ella at
senda okkum teldudisklar. Vit taka ímóti øllum
vanligum formatum. Telefax okkara er 314720
Søe einaferð segði: »Det
bliver muligvis allerede í
min tid, at det eneste sted
på jorden, hvor man kan
høre dansk, er på Færø-
erne«.
Steinbjørn B. Jacobsen
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum. ið sýndu samkenslu, tå
okkara góða mamma. omma og langomma
KRISTIANNA JOENSEN
ættað úr Vági búsitandi í Havn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prest Sonju Klein, sangarar, berarar, kirkju-
tænarar. Tøkk fyri blémur, kransar, uppringingar
og brøv.
Tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Hansa