Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 7. MAI 1999 tíðindablaðið Anfinn Kallsberg, lógmaður um úrslitið av marknaavtalu: Okt samvinna millum JAN MØLLER Tað er eingin loyna, at hóast tað í dag er ein rættiliga stór samvinna millum Føroyar og Bretland, so hevur marknaósemjan kenst sum ein meinbogi fyri at menna hesa samvinnu. Hetta eru bæði føroyskir og bretskir myndugleikar greiðir yvir Anfinn Kallsberg. løg maður ivast ikki í, at tað eftir hesa avtaluna verður eitt okt samskifti og sam handil millum grannalond ini bæði. -Tá henda avtala er undirskrivad, so er hetta ikki longur mítt målsøki, men eg kundi hugsað mær, at man eisini reint politiskt fær tættari samband og samskifti við okkara næsta granna, nakað, sum hevur verið so púra eiðasort. Uppá fyrispurning um hetta skal vera beinleiðis millum Føroyar og Bretland og ikki umvegis danska uttanríkisráðið vísir løg- maður á, at vit í dag hava beinleiðis samskifti við onnur Norðurlond uttan um danskar myndugleikar, so hví skal hetta ikki eisini bera til! Bretar visa Føroyum størri ans Løgmaður hevur eisini sjálvur varhugan av, at bret- ar fegnir vilja knýta tættari bond til Føroya og fáa ment samvinnuna landanna mill- um. Vit hava fingið onkrar ábendingar um, at man frá bretskari síðu ætlar at vísa Føroyum stórri ans. Umframt fólk frá uttan ríkismálaráðnum, sum hava havt marknamálið um hendi, so verða eisini em bætisfólk frá øðrum ráð harrastovum við í bretsku sendinevndini, tå avtalan verður undirskrivad í Havn 18. mai, og hetta heldur løgmaður kundi bent á, at teir ætla okkurt meira. Eitt verða fólk frá DTI við Hetta er tann ráðharrastov an, sum stílar fyri útbjóð ingum og oljuútvikling inum sum sum heild Sostalurin skilur annars, at fleiri møguleikar hava verið umreddir í sambandi við at undirskriva avtaluna Og her hava bæði London og Havnin verið havd á lofti, umframt at eisini nøvn sum Robin Cook, utt- anríkisráðharri og Tony Blair. forsætisráðharri hava verið inni í myndini. Tað fer tí heldur ikki at koma sum nakað stórt „yvirrask- iÍsi“, um annar teirra eina ferð í næstu framtíð fer at leggja leiðina henda vegin fyri harvið at leggja veru- ligar lunnar undir eitt økt samstarv millum Føroyar og Bretland. Framtíðarmarkið millum Bretland og Føroyar kemur at líkjast nógv upprunaliga fiskimarkinum Føroyar og Bretland FAROES DEFINED FISHING BOUNDARY I | ja | } j i | 8110 | 8109 | 9198 | 6107 ros | 6105 | BETWEEN UK AND FAROES FISHING BOUNDARIES | 8006 Fiskimarkið við í avtalu JAN MÚLLER Anfinn Kallsberg, løgmad- ur dylur ikki fyri, at tad hevur stóran tydning fyri okkum føroyingar at fáa hetta málið, sum tað hevur verið samráðst um so leingi, uppá pláss. Við hes- um sipar hann ikki bara til spurningin um landgruns- markið. Hann hugsar her eisini og ikki minst um fiskimarkið millum lond- ini. - Tað er týdningarmikið, at vit nú fáa reglurnar um fiskiveiði uppá pláss. Spurningurin um fiski- markið verður nú loystur á tann hátt, at bæði føroying- ar og bretar varðveita tey rættindi, sum teir longu hava havt í økinum. Talan verður um eitt felagshav ella Grásonu um ein vil, sum løgmaður ikki sær nakrar trupulleikar við. - Fiskivinnan er sera á- hugað í at hava rættindi so langt suðuri sum gjørligt. Tvs. at her verður føroysk fiskiveiðulóggáva fyri skip, sum eru skrásett i Føroyum og skip, sum hava loyvi til at fiska uppá føroyskan li- sens galdandi. Men sam- tíðis hava bretar loyvi til at- senda síni skip í sama gkið uppá somu vilkor. Løgmaður leggur aftrat, at hetta at tað er brúkt so nógv orka frá báðum síðum í so langa tíð, vísir, at tað eisini eru aðrir enn vit, sum hava lagt stóran týdning í, hvussu markið sær út. Væl nøgdur Vit spurdu løgmann, um hann er fult út nøgdur við tann sáttmála, sum nú ligg- ur á borðinum? - Fara vit til útgangas- stødid fyri hesum samráð- ingum og teimum útlitum, sum annars hava verið, so er eg sera væl nøgdur við úrslitið. At vit eru suður! í Gráu sonuni vísir bert, at her er talan um eina heið- urliga loysn, tvs. at einki av undirgrundarmarkinum er norðan fyri bretsku út- leggingina av fiskimarki- num. Løgmaður ynskir ikki at fara ut f smålutir vid av- taluni, sum verður løgd fyri tingið mánadagin, men Sosialurin hevur tó skilt, at bretar heilt hava slept upp- runaligu krøvum sínum, sum gingu langt inn á før- oyska landgrunnin. Útgangsstoðið í samráð- ingum í 1991 var, at vit løgdu út við okkara útlegg- ing av fiskimarkinum, og bretar byrjaðu heilt norður á Munkagrunninum. Frá føroyskari síðu hevur so verið givið út frá tí mark- inum og norður í Gráu son- una, meðan bretar eru farn- ir frá tí upprunaliga mark- inum norðuri á Munka- grunninum og suðuryvir. Tað skilst eisini, at før- oyingar sambart avtaluni fáa bæði fiskirættindi og undirgrundarrætt í eini minni Grásonu eystanfyri. Har er miðlinjan vorðin rættað upp. so tað er okkara útlegging av fiskimarkin- um, sum eisini er vorðið landgrunnsmark. Sama er galdandi fyri tí minni Grá- sonuni longur vestari. Har hevur man rættað upp fiski- markið. sum er tað sama sum undirgrundarmarkið Fara vit so suður til tað stóra Gráa økiØ, so hava vit fingið eitt oki, sum er uppá góðar 1100 kvm av ti saml- aða økinum uppá einar 8.000 kvm. Tvs. at báðir partar hava lorað nakað út, men hyggja vit eftir upp- runa bretska kravinum, so hava teir lorað mest. Nógv hevur verið tosað um „Hvíta økid” tvs. tað stóra ongamannaland, sum liggur millum føroysku og bretsku designeringarnar. M.a. hava føroyingar borið ótta fyri at missa ella íkki sleppa fram at meginpartin av hesum stóra gki, um bretar fasthildu síni upp- runakrøv, og hetta síðani endaði við einum sakar- máli. Men avtalan hevur nú við sær, at føroyingar fáa ein stóran og týðandi part av „Hvíta økinum” Hetta er eisini eitt øki, sum altjóða oljufeløgini hava stórar vónir til. Anfinn Kallsberg, løg- maður er sannførdur um. at vit hava fingið eitt gott úrs- lit. Uppá fyrispuring hvat hann hevur at halda seg til í so máta, vísir hann á, at allir serfrødingar, sum landsstýrið hevur havt, hava víst á, at vandin við at fara til Haag er stórur - og kunnu føroyingar fáa eitt mark, sum meira ella minni gongur eftir bretsku útleggingini av fiskimark- inum, so skulu teir taka tað.