hósdagur 6. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 3 - 6. januar 2005
Veðurstjórin
frákoyrdur
Myndugleikarnir í Tei-
landi hava givið stjóran-
um á almennu veðurstov-
uni sekkin, tí hann boð-
aði ikki frá flóðalduni
annan jóladag.
Thaksin Shinawatra,
forsætisráðharri, hevur
sagt, at Suparek Tans-
rivatnawong gjørdi eitt
stórt mistak, tí tað er
eingin ivi um, at van-
lukkan hevði kravt mun-
andi færri mannalív í
Teilandi, hevði hann boð-
að myndugleikunum frá
flóðalduni.
Dagin eftir flóðalduna
segði tann nú frákoyrdi
stjórin, at flóðaldan var
tann fyrsta í Teilandi í
meiri enn 300 ár, og at
eingin av teimum 900
starvsfólkunum á veður-
stovuni grunaði, at jarð-
skjálvtin í Indiska Havin-
um fór at elva til eina so
ógvusliga flóðaldu. Ein
annar fyrrverandi stjóri á
veðurstovuni hevur har-
afturímóti sagt, at hann
stúrdi fyri einari ógvus-
ligari flóðaldu, tá hann
frætti um tann harða
skjálvtan. Hann royndi at
boða veðurstovuni frá,
men telefonin har svaraði
ikki, tí tað var sunnu-
dagur.
Krevja trygd
fyri olju
Lond í Asia, sum brúka
nógva olju, vilja nú hava
vissu fyri, at tey fáa ta
oljuna, sum teimum tørv-
ar.
Tey
seinastu
árini
hevur búskaparvøksturin
verið stórur í fleiri asiat-
iskum londum, og tað
hevur havt við sær, at tey
nýta munandi meiri olju
nú enn fyri bara fáum
árum síðani. Fyri umleið
tíggju árum síðani fóru
meiri enn 60 prosent av
allari oljuni í Miðeystri
til lond í Evropa og
Norðuramerika, men í
dag fara 67 prosent til
lond í Asia. Tað eru ser-
liga Kina, Japan og
Suðurkorea, sum innflyta
nógva olju.
Hesi londini vilja fegin
hava vissu fyri, at tey fáa
ta oljuna, sum tey skulu
brúka, og tí verður ein
fundur í dag ímillum tey
asiatisku londini og tey
týdningarmestu
olju-
londini í Miðeystri. Tað
er India, sum hevur tikið
stig til fundin, og hann er
eisini har.
Rættarmálið
heldur fram
Hægstirættur í Kili hevur
gjørt av, at rættarmálið
ímóti fyrrverandi eina-
ræðisharranum Augusto
Pinochet skal halda fram.
Verjarnir hjá fyrrver-
andi forsetanum vildu
hava rættin at steðga
málinum, tí teir vilja vera
við, at Pinochet er ov
heilsuveikur. Tveir av
teimum fimm dómarun-
um í hægstarætti góvu
verjunum viðhald, men
hinir tríggir atkvøddu
fyri, at málið skal halda
fram. Ákæruvaldið hevur
ákært
Pinochet
fyri
níggju burturflytingar og
morð. Hann er eisini
ákærdur fyri at hava giv-
ið
serligum
dráps-
mannaliðum boð um at
beina fyri politiskum
andstøðingum.
Í
august
samtykti
kilska tjóðartingið at taka
politiska órinið frá fyrr-
verandi forsetanum, so
hann kundi koma fyri
rættin, og stutt fyri jól
varð
hann
formliga
ákærdur.
Ferðabøkur
endurskoðast
Fyritøkan Lonely Planet,
sum gevur ein hóp av
ferðabókum út á hvørjum
ári, hevur gjørt av at
endurskoða sínar bøkur
um londini við Indiska
Havið.
Judy Slater, stjóri í
Lonely Planet, sigur við
Reuter, at í teimum end-
urskoðaðu
útgávunum
fer fyritøkan at ávara
ferðafólk um, at jarð-
skjálvtar undir Indiska
Havinum kunnu elva til
ógvusligar
flóðaldur.
Fyritøkan hevur tikið lut
í arbeiðinum at leita eftir
horvnum ferðafólki í
vanlukkuøkinum og hev-
ur millum annað eina
heimasíðu,
har
fólk
kunnu gera vart við seg.
Lonely Planet hevur
umleið 650 ferðabøkur
og faldarar, sum verða
prentaðar á 14 ymsum
málum.
Annarhvør svii held-
ur, at Laila Freivald,
uttanríkisráðharri,
sigur at leggja frá sær,
tí hon hevur hand-
farið flóðalduvan-
lukkuna illa
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Bæði í Danmark, Noregi og
Svøríki hava fólk verið
misnøgd við myndugleik-
arnar í sambandi við flóð-
alduvanlukkuna í Suður-
asia. Svøríki er tað landið,
sum er meinast rakt, og tað
er eisini har, at misnøgdin
er størst.
Serliga Leila Freivald,
uttanríkisráðharri,
hevur
staðið fyri skotum ta sein-
astu vikuna. Fjølmiðlarnir
hava avdúkað, at hon var og
hugdi at sjónleiki annað
jólakvøld,
sjálvt
um
svenska sendistovan í Tei-
landi hevði boðað henni frá
vanlukkuni.
Hon
legði
heldur ikki í at kunna Gør-
an Persson, forsætisráð-
harra um tað, sum hent var.
Ein kanning hjá stovn-in-
um Sifo í gjár vísti, at 49
prosent av teimum spurdu
vilja hava uttanríkisráð-
harran at leggja frá sær.
Men Leila Freivald sigur
við Aftonbladet, at hon fer
ikki frá.
Flestu sviar halda har-
afturímóti, at Gøran Pers-
son, forsætisráðharri, hevur
gjørt eitt gott arbeiði í sam-
bandi við vanlukkuna. Tað
siga í hvussu er 61 prosent
av teimum spurdu.
Tann 23 ára gamli
indonesarin Rizal
Sapura fór til havs við
flóðalduni annan
jóladag. Átta dagar
seinni bleiv hann
bjargaður
FLÓÐALDAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Mánadagin varnaðist ein av
manningini á einum malay-
siskum
farmaskipi
ein
mann, sum stóð á einum
træi 100 fjórðingar úti í
Indiska Havinum. Tað vísti
seg, at maðurin hevði sitið
á trænum í átta samdøgur.
Tann 23 ára gamli Rizal
Sapura, sum er úr indo-
nesiska
landspartinum
Aceh, greiddi sínum bjarg-
ingarmonnum frá, at hann
fór til havs við flóðalduni
annan jóladag. Tað eydn-
aðist honum at fáa fatur á
einum træi, sum flóðaldan
hevði rykt upp við rót, og
har hevði hann so sitið átta
dagar og átta nætur. Til alla
lukku vóru fleiri greinar á
trænum, og tí hevði hann av
og á ligið og hvílt seg.
Malaysiska farmaskipið,
sum var á veg úr Suður-
afrika til Malaysia, fór til
lands við Rizal Sapura,
sum alt fyri eitt varð fluttur
á sjúkrahús. Hann var sum
vera man útlúgvaður, men
hevði tað eftir umstøðunum
gott, sjálvt um hann ikki
hevði fingið bitan í átta
dagar.
Seinasta fríggjadag bleiv
ein
indonesisk
kvinna
funnin flótandi á einum
træi úti í Indiska Havinum.
UTTAN ÚR HEIMI
Vilja hava Freivald frá
Rak eina viku á havinum
Tann 23 ára gamli Rizal Sapura á trænum, áðrenn malaysiska skipið tók hann upp
Mynd: Reuters