Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2005 3 Flóðalda í Atlantshavinum: Arbeiða við ávaringarskipan Danmarks Meteoro- logiske Institut er far- ið í holt við at gera kanningar um, hvussu ein flóðalda í Atlantshavinum ávirkar danskt øki. Og undir danskt øki hoyra Føroyar og Grønland eisini, og eru vit tí umfatað av kanningunum FLÓÐALDA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Á Danmarks Meteorolog- iske Institut, DMI, eru tey farin í holt við at kanna, hvussu ein møguligur und- irsjóvarjarðskjálvti ávirkar danskt øki. Fyribils er talan um eina innanhýsis kann- ing hjá stovninum sjálvum, men væntað verður, at fyribils úrslit longu kunnu verða klár um fáar vikur. Føroyar umfataðar DMI hevur nøkur modell, sum teir arbeiða eftir. Tey sokallaðu oceanumferðar- modellini. Tey verða nýtt til at máta, hvat hevði hent, um ein jarðskjálvti var í At- lantshavinum. Hvussu hevði hetta ávirkað tey donsku økini, og møguliga alduhædd. – Talan er um eina vanda- meting. Tað vil siga, at um ein flóðalda skuldi komið her um leiðir, hvørji eru so sannlíkindini fyri aldu- hædd, hvussu langa tíð hon fer at taka og so framvegis, greiðir Erik Buch frá Dan- marks Meteorologiske In- stitut frá. Hann greiðir frá, at av tí, at Føroyar og Grønland hoyra til Danmark, so eigur kanningin eisini at umfata londini bæði. Tó uttan at koma nærri inn á hvat ella hvussu. Hann vil tó siga so mikið sum tað, at talan verður um nýtslu av somu modellum, sum í Danmark, har ein flóðalda verður sim- ulerað. Næstan ókendar Flóðaldur á donskum øki eru so at siga heilt ókendar. Í 1883 var eitt eldgos á eini oyggj í Indiahavinum. Oyggin sakk so at siga í havið, og hetta førdi eina stóra flóðaldu á yvir 30 metrar við sær. Henda flóð- alda merktist í Keypmanna- havn. Tó var bert talan um eina vatnhædd millum fimm og 10 sentimetrar. Onkuntíð hava verið skriður á norskum økjum, og hesar hava eisini rakt Føroyar. Tó er hetta fyri fleiri túsund árum síðani. – Tsunamifyribrigdið er mest kent frá Stillahavin- um, tí har eru pláturnar á jarðyvirflatuni øðrvísi enn her, og tí er serliga tann vestari parturin av Stilla- havinum raktur av jarð- skjálvtum og líknandi, sigur Erik Buch. Allar kanningar, ið verða gjørdar í sambandi við flóðalduávaringarskipan- ina, skulu skrivast frágreið- ingar um, og tá hetta er gjørt, verða úrslit av kann- ingum eisini lagdar út á heimasíðuna hjá DMI. Ein møgulig flóðalduávaringarskipan skal gerast og umfata danskt øki. Hetta merkir, at bæði Føroyar og Grønland eru við Mynd: Edvard Joensen