Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyrrverandi borgar- stjórin, Jan Christian- sen heitti á allar lim- irnar í býráðnum um at finna semjur, tá mál skulu loysast. – Vit gera av, hvussu trivnaðurin verður í framtíðini, segði hann STJÓRAFARVÆL Snorri Brend snorri@sosialurin.fo "Bardagi eftir at koma í samgongu og at gerast borgarstjóri". Hesi orðini nýtti fyrr- verandi borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, tá hann hevði orðið á býráðs- fundinum í farnu viku, tá nýggja samgongan form- liga tók við. Sjálvur hevði hann sitið sum borgarstjóri tey sein- astu árini, men var ikki alt ov fegin um at lata sessin frá sær til eftirmann sín, Heðin. Serliga ikki tá hann hugsaði um mátan hetta hendi uppá. - Fyrsta fólkavalda bý- ráðið tók við í januar 1909, og eg veit ikki, hvussu bar- dagin eftir at koma í sam- gongu, og serliga at koma at sita í borgarstjórasess- inum, hevur verið síðani tá. - Men neyvan hevur slík- ur grantlileikur, sum tann vit hava verið vitni til aftaná valið 9. november, funnið stað áður, segði Jan í avskeðsrøðu síni. Hóast alt hetta, so mælti hann kortini býráðslimum til at lata gamalt agg og ósemjur fara aftur við borð- inum, og heldur líta fram- eftir. Samstarv neyðugt Í takkar- og avskeðsrøðu undraðist Jan Christiansen á framferðina við skipanina av nýggju samgonguni. - Tvær samgonguavtalur um skipan av meiriluta vórðu gjørdar og undir- skrivaðar, áðrenn tann triðja avtalan kom í lag, um hvør skuldi sita við makt- ini, og hvør skuldi sita í borgarstjórasessinum tey komandi fýra árini. - Tað sum er farið fram, ger tíverri ikki at borgarin fær størri virðing fyri okk- um býráðslimum, og sigast má, at tignin hjá býráðnum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, segði hann. Hann legði tó dent á, at tað kortini er umráðandi at allir 13 býráðslimir ikki lata avtalubrot, sum vórðu gjørd eftir valið, ávirka arbeiðið teirra. Heldur átti býráðið at leggja dentin á at samstarva og gera sítt til, at kommunan gerst eitt enn betri stað hjá fólki at virka og búgva í. - Tað er eitt ábyrgdarfult arbeiði at vera býráðslimur. Vit eru vald at umsita borg- arans pening, og er tað í stóran mun vit, ið koma at gera av hvussu trivnaðurin verður í kommununi í komandi tíðum. - Tí er umráðandi at vit, í mest møguligan mun, eru samd, tá stungið verður út í kortið um framtíðar av- gerðir í kommununi, segði Jan. At enda takkaði hann trimum býráðslimunum, ið annaðhvørt ikki vórðu afturvaldir ella vóru upp- stillaðir – Schumann Hjaltalin, Jákup Suna Joen- sen og Tórfinn Smith. Samstundis veitti hann tøkk til bygdaráðslimirnar í kommununum í Kirkjubø, Hesti og í Nólsoy fyri gott samstarv og teirra arbeiði sum bygdaráðslimir. 4 Nr. 3 - 6. januar 2005 - Nú skal tað veruliga standa sína roynd at samansjóða hug- burðin hjá kvinnum og monnum í ein góðan politikk fyri kommununa sum heild, segði borgar- stjórin, Heðin Mortensen í setanar- røðu síni Sum leiðari í nýggju bý- ráðssamgonguni í Havn er Heðin Mortensen komin í ta sjáldsomu støðuna, at kvinnurnar í veruleikan hava meirilutan. - Og hetta fer tí eisini at seta síni spor á býráðs- arbeiðið, segði hann. Í setanaðarrøðu síni nevndi hann, at kynsbýtið í nýggja býráðnum er meiri umboðandi fyri samfelagið enn tað hevur verið áður. Veljarin ynskti eisini hetta, og setti tí seks kvinnur og sjey mans í býráðið við seinasta val. Ein veruligur høvuðsstaður Í takkarrøðuni vísti Heðin Mortensen á, at honum var víst eitt stórt álit við at gerast borgarstjóri, og at hann ætlaði at leggja stóran dent á loysa hesa uppgáv- una væl. Hann kann taka við starvinum í eini kommunu, sum hevur verið fyri stórari menning tey seinastu mongu árini. Kommunan hevur eftir førimuni fylgt við tíðini, so hon í dag er eitt framkomið samfelag, sum uttan at blúgvast kann bera heitið sum høvuðs- staður. - Tað verður tí uppgávan hjá okkum, sum nú manna býráðið at halda fast við hesa menning og skipa soleiðis fyri at kommunan er før fyri at taka ímóti framtíðini og teimum av- bjóðingum, sum hon hevur í sær, segði Heðin Morten- sen. Ætlanin er at reka ein varligan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, har trivnað- urin hjá tí einstaka verður settur í hásæti. Út frá hes- um skal vinnulívið og virk- semið í kommununi menn- ast. Kommunan er nú eisini vorðin størri, við luttøkuni av Kirkjubøar, Hests og Nólsoyar kommunu. - Hetta eru eisini avbjóð- ingar fyri Tórshavnar bý- ráð. Nú mugu vit meir enn fyrr hava í huga, at ein verð er uttanfyri Verona. Hana hava vit somu skyldu til at lívga um og menna, sum ta gomlu kommununa. - Tórshavnar kommuna er í dag eitt fjølbroytt sam- felag, sum fegin vil framá, og sum stór krøv verða sett til. Okkara setningur her í býráðssalinum verður sam- an við umsitingini at liva upp til krøvini og álitið - í góðum samljóði við borg- ararnar, segðI Heðin Mort- ensen at enda í røðu síni. Tann 18. í røðini Hetta er níggjunda ferðina, at Heðin tekur sætið í Tórshavnar býráð. Nú, hann er vorðin borgarstjóri, er hann tann 18. í røðini. Síðani hann á fyrsta sinni kom inn í býráðið hin 1. januar í 1973 hava fleiri borgarstjórar verið - fyrst Petur Christiansen í átta ár og eftir hann Poul Mich- elsen í samfull 12 ár. Seinastu tólv árini hevur stjórastarvið tó skift oftari, tí bæði Lisbeth Petersen, Leivur Hansen og Jan Christiansen hava einans sitið í fýra ár. – Lat okkum gloyma gamalt agg og ósemjur - Tað er eitt ábyrgdarfult arbeiði at vera býráðslimur. Vit eru vald at umsita borgarans pening, og er tað í stóran mun vit, ið koma at gera av hvussu trivnaðurin verður í kommununi í komandi tíðum, segði Jan Christiansen í avskeðsrøðu síni Skal samansjóða hug- burðin hjá øllum - Ætlanin at reka ein varligan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, har trivnaðurin hjá tí einstaka verður settur í hásæti, sigur nýggi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensena Langt síðani seinast Tað eru liðin nærum fimti ár síðani Javnaðarflokkurin seinast átti borgarstjóran í Havn. Hetta var í tíðarskeiðnum 1994 til 1948 og aftur frá 1952 til 1957 tá J. P. Henriksen var borgarstjóri. Heðin Mortensen er her avmyndaður frammanfyri undangongumanni sínum, J. P. Henriksen