Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2005 5 – Eg kundi hugsað mær at tær størru og tær smærru komm- unurnar nærkaðust hvørjum øðrum. At vit eru tveir felags- skapir ger okkum ikki sterkari, sigur nýggi formaðurin í Komm- unusamskipanini, Rodmundur Nielsen KOMMUNU- POLITIKKUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað var ikki tann stóri dramatikkurin í luftini, tá Kommunusamskipan Før- oya fyrrapartin í gjár fekk nýggjan formann. Jógvan Krosslá úr Vági hevur sitið sum formaður seinastu fýra árini men kundi ikki halda fram í hesum starvi. Orsøkin til hetta er tann einfalda, at hann ikki longur ber heitið sum borgarstjóri í heim- bygdini longur. Á samkomu í húsum fel- agsins kundi hann tí handa lyklarnar til skrivstovuna til eftirmann sín, Rodmund Nielsen, sum hevur tikið við enn eina setu sum borg- arstjóri í Runavíkar Komm- unu. Kommunusamskipan Føroya – stytt: KSF – er felagið hjá teimum stóru kommununum, og umboð- ar í løtuni góðar 2/3 av øllum íbúgvunum í land- inum. Í felagsskapinum eru kommunurnar í Vági, Tvør- oyri, Havn, Runavík, Fuglafirði og Klaksvík. Stórar, men líkar – Stutt sagt, so er okkara uppgáva í KSF at røkja felags áhugamál hjá hesum seks stóru kommununum í Føroyum. – Hesar kommunurnar eru uppá mangar mátar rættiliga líkar, og standa tí eisini við eini felags støðu mótvegis myndugleikun- um, sigur Rodmundur Nielsen. Hesi seinnu árini hava landsins myndugleikar lagt alt fleiri og fleiri uppgávur út á kommunurnar at um- sita, og her er neyðugt at bæði tær størru, men eisini tær smærru kommunurnar, arbeiða saman. Í løtuni er støðan tann, at tær størru kommunurnar eru í einum felagsskapi, meðan tær smærru eru í Kommunufelagnum. Hetta er eitt mál, sum Rodmund- ur Nielsen er upptikin av. – Eg kundi væl hugsað mær at hesi báðir felags- skapirnir nærkaðust hvørj- um øðrum. – Sjálvandi er munur á báðum, men at vit í dag eru tvey, ger okkum ikki sterk- ari, men heldur veikari mótvegis landsins myndug- leikum, sigur hann avgjørd- ur. Nú, hann hevur tikið við formanssessinum í KSF, er tað við sannføringini um, at hann hevur við ein væl skipaðan og seriøsan fel- agsskap at gera. Skrivstov- an er væl skipað við aðal- skrivaranum, Ingibjørg Berg á odda, umframt ann- að starvsfólk. – Jú, eg gleði meg til hesa uppgávuna, sigur Rodm- undur Nielsen, sum framm- anundan hevur sitið sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu seinastu fýra árini. Engasjement Seinastu fýra árini hevur borgarstjórin í Vági, Jógvan Krosslá sitið sum formaður í Kommunusamskipanini. Eftir býráðsvalið í heyst varð samgongan skipað við øðrum formanni, og tí kundi hann ikki veljast aftur til hetta ábyrgdar- starvið. Á fundinum fyrrapartin í gjár nýtti hann høvi til at heilsa nýggja formannin- um, samstundis sum hann ynskti honum blíðan byrð framyvir. – Eg veit, at Komm- unusamskipanin verður væl stýrd í tínum hondum, segði Jógvan Krosslá, áðr- enn hann handaði Rodm- undi lyklarnar til skrivstov- una. Rodmundur Nielsen nýtti í sama viðfangi høvið at takka Jógvani Krosslá fyri sítt arbeiði í KSF tey sein- astu fýra árini. Hesum fel- agsskapi hava allar komm- unurnar notið gott av. – Tað hevur verið sera spennandi at arbeiða saman við Jógvani, sum hevur drúgvar royndir í kommun- alum politikki. Hetta hevur verið bæði læruríkt og spennandi fyri meg, segði hann, og staðfesti í sama andadrátti: – Hinvegin verður tað trupult at útfylla títt engasjement í felagsskap- inum. Tú hevur veruliga offrað teg, og ert komin norður um Suðuroyarfjørð í øllum veðri, fyri bert eitt hálvttalað orð! um Kommunusamskipan Føroya • KSF er felag hjá føroyskum kommunum, og umboðar 66,3 % av íbúgvunum í Føroyum • Limakommunur eru: Klaksvík, Fuglafjørður, Runavík, Tórshavn, Tvøroyri og Vágur • Endamálið er at virka fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði. • KSF samskiftir og samstarvar við landsumsitingina, vinnulívið, feløg og felagsskapir í Føroyum og uttanlands. Tað umboðar limakommunurnar í málum av felags áhuga. • KSF er skipað við einum stýri, ið tekur avgerðir, einum starvsbólki, ið fyrireikar mál til stýrið og eini skrivstovu, ið samskipar virksemi og útinnur avgerðirnar hjá stýrinum • Nývaldur formaður er Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. • Aðalskrivari er Ingibjørg Berg FAKTA – Vit standa veikari sum tvey kommunufeløg Jógvan Krosslá handar lyklarnar til skrivstovuna hjá Kommunusamskipanini til nýggja formannin, Rodmund Nielsen. - Tað verður trupult at útfylla títt engasjement í felagsskapinum, segði Rodmundur á samkomuni fyrrapartin í gjár Mynd: Jens Kristian Vang - Munur er á felagsskapunum hjá teimum størru og teimum smærru kommunum. Men at vit í dag eru tvey, ger okkum ikki sterkari, men heldur veikari mótvegis landsins myndugleikum, sigur Rodmundur Nielsen Mynd: Jens Kr. Vang