Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mai 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 75 - 22. APRÍL 1999 ítróttar 24 e-mail: emil(Dsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 47 20 - Fax 31 47 20 Felogunum torvar ein dómarapolitikk Hondbóltur: Í dag hevur Hondbóltssamband F øroya aðalfund, og Hanus Kúrberg. sum saman við Hans Thomassen varð valdur ársins dómari 1998/99. vónar. at fundurin elvir til, at øll feløgini fara at orða ein dómarapolitikk EMIL L. JACOBSEN Hondbóltssamband Føroya hevur aðalfund í dag. og millum málini, sum eru á skránni, er eitt uppskot frá Dómaranevndini um, hvussu vit kunnu bøta um domarastøduna í vaksnu deildunum. Hanus Kúrberg er limur í Dómaranevndini, og saman við Hans Thomassen bleiv hann herfyri eisini valdur til ársins dómara av spælarun- um í 1. deild hjá monnum og kvinnum. — Stødid á dømingini er hækkað munandi seinasta árið, ikki minst tí vit hava roynt at fingið meira skipað viðurskifti við nøkrum føst- um démarapørum, sum hava dømt nógvar dystir, sigur Hanus Kúrberg, sum mannar Dómaranevndina saman við Peturi S. Dahl og Hans Holm. Tað hevur kortini ikki al- tíð verið so gott, og móti endanum av kappingini tók drúgvur orðadráttur seg upp millum vestmenningar og hondbóltssambandið. — Tað vit nú eiga at gera, er at seta okkum niður og loysa dómaraspurningin og fyrst og fremst fáa fólk at síggja í eyguni, at dómarar- nir eru ein partur og ikki ein mótpartur av hondbóltin- um, sigur Hanus Kúrberg. - Vit hava í ár havt fýra domarapør. sum bara dóma og einki annað. So eru eisini summir, sum samstundis eru spælarar ella venjarar, og sum eisini hava gjørt eitt gott arbeiði, men sum ikki kunnu konsentrera seg fult og heilt um dómaraarbeið- ið. Og so hava vit eisini havt nøkur dómi um dómarar, sum eru møttir upp, men sum ikki hava dómt — skilt á tann hátt, at teir floyta ein dyst ígongd, fáa sínar 200 krónur og fara avstað aftur. Hesir eru ofta úr feløgun- um, sum rópa harðast um vánaligu dømingina, sigur Hanus Kúrberg. Í vár tók stríð seg upp millum Hondbóltssam- bandið og VIF, sum vísti sína misnøgd við Birgir Sondum sum dómara. HSF hótti við m.a. at taka rættin til heimavøll frá VIF, men endin varð, at vestmenning- ar góvu HSF eina skrivliga umbering, so sum Hond- bóltssambandið kravdi. Bert fáar dagar seinni tók VÍF hesa umberingina aftur, og tað er ivasamt, um luftin er heilt reinsað millum HSF og VIF. — Eg las her i blaðnum, at vestmenningar ikki vildu hava Birgir Sondum at døma i Vestmanna, og at teir helst vildu hava Hanus Kúrberg og Hans Thomas- sen, sigur Hanus. — Eg takki fyri ålitid, men haldi tað vera rættiliga grovt av VÍF at krevja eink- arrætt upp á dømingina. Hóast tað er eitt stórt felag, hevur VÍF engar rættiligar dómarar, og sostatt veita teir ongar veruligar tænast- ur til hini feløgini, sum hin- vegin koma til Vestmanna at dóma teir viku eftir viku, hóast tað ikki er serliga takksamt. Feløgini mugu gera ein dómarapolitikk Tað eru altso framvegis trupulleikar, hóast hond- bóltsdómingin er komin undir eitt sindur meira skip- að viðurskifti. Men hvat skal so gerast fyri at loysa hesar trupulleikarnar? — Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera sjálvsagt, at feløg- ini — øl] feløgini — hava ein démarapolitikk. Sum nú er, eru tað bert try feløg, sum hava tað, og tað er sjálvsagt alt ov fá, sigur Hanus Kúr- berg. — Tað ræður eisini um hjá venjarunum at fyrireika spælararnar uppá, at teir kunnu gera feilir, so teir ikki skulu umbera seg við, at dómarin hevur skyldina. Dómararnir fáa skyldina, tá eitt lið tapir. Ein veruliga góður spælari grenjar ikki inn á dómaran — hann hevur alt ov nógv annað at gera á vøllinum, sigur Hanus og leggur afturat. at tað ofta eru venjararnir, sum sita við endaligu ábyrgdini. Venjararnir í Føroyum eru ofta á so lágum stødi, at teir siga við spælararnar, at teir skuldu vunnið, men dómararnir høvdu skyld- ina. Og månakvøldid eftir dystin er venjingin einki broytt, hóast tað er tá, at venjarin skal royna at rætta uppá tað, sum bleiv gjørt skeivt í dystinum. Útlendingarnir hækka ikki steðið Nógvir útlendskir spælarar eru komnir hendavegin í seinastuni, og fleiri av teim- um eru eisini venjarar. Sum heild er semja um, at hesir hækka um stødid, men tað er Hanus Kúrberg ikki so samdur í. Hann heldur, at feløgini heldur áttu at satsað uppá, at útlendingarnir vóru góðir sum venjarar, heldur enn at teir vóru góðir spælarar. — Stødid sum heild er ikki hækkað við hesum útlend- ingunum. Hjá Kyndli stend- ur og fellur alt við, um Jacob Jónsson spælir væl. Tað sama ger seg galdandi hjá H71, har alt snyr seg um Hans Gudmundsson, sigur Hanus. Hann heldur, at hond- båltsfeløgini eiga at læra av fótbóltinum og tekur Tomi- slav Sivic hjá B36 og Ion Geolgau hjå HB sum dømi: — Tomislav Sivic broytti Hanus Kúrberg — høgrumegin — og Hans Thomassen vórðu valdir ársins dómarar í 1998/99. Hanus Kúrberg heldur, at ein hugburðsbroyting má til millum bæði spælarar og feløg, um stødid á føroyska hondbóltinum skal hækkast (Mynd: Ålvur Haraldsen) B36 frå at vera eitt miðal- gott HO til at vera eitt av teimum bestu í Føroyum við nógvum góðum ungum spælarum, sum felagið sjálvt hevur uppalt. Hann er góður spælari, men er eisini stak góður sum venjari. Og lon Geolgau hjá HB hevur eisini lyft HB nógv upp. Hann spælir ikki sjálvur, men er bert komin til landið sum venjari. Og tá HB tapir ein dyst, geva teir ikki dóm- aranum skyldina. Tað góð- tekur venjarin hjá teimum als ikki. Við einum góðum venjara verða egnu spælar- arnir hjá felagnum betri - tað verða teir ikki altíð við einum góðum útlendskum spælara á liðnum, heldur tvórturímóti, sigur Hanus Kúrberg og vísir á, at StÍF bleiv føroyameistari hjå monnum uttan at hava nakran útlendskan spælara á liðnum, og venjarin var eisini føroyskur. - Um Hans Guðmunds- son ella Jacob Jónsson verður mansvardur, dettur alt sundur hjá H71 og Kyndli, eins og tað er við Áka Olsen hjá VÍF. Hjá StÍF kanst tú hinvegin ikki pilka nakran burturúr, tí hinir, sum eru eins góðir, fáa bara betri pláss av tí, sigur Hanus og leggur afturat, at tað átti at verið ein ynski- dreymur hjá einum góðum venjara at fingið ein spæl ara mansvardan, tí tað ger tað nógv lættari hjá hinum fimm álopsspælarunum at sleppa ígjógnum. Ein hugburðsbroyting má til, og eisini her eigur HSF at ganga undan, eitt nú við setanini av landsliðs- venjarum. Til dømis hava vit í kvinnudeildini tveir frálíkar venjarar í Sophusi Dahl-Christiansen. ið hevur gjørt Kyndil til besta liðið seinastu tvey árini, og Rógva Nielsen, sum hevur lyft Stjórnuna frá at vera eitt botnlið til silvurvinnar- ar í ár. Teir hava tikið nógv skeið og halda seg ajour, meðan núverandi venjarar- nir eisini hava skeiðini, men gera millum lítið og einki fy ri at endurnýggja seg. Sjålvkritikkur er lyklaorðið Fyri at fara aftur til dómar- ar og døming, so vónar Hanus Kúrberg, at øll feløg- ini fara at gera ein dómara- politikk aftaná aðalfundin í dag. Dómaranevndin hevur lagt eitt uppskot fram, sum gongur út nýggju teir ikki uppá, at dómararnir Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo verða tveittir beint út í « harðan 1. deildardyst byrja at dóma eitt nú dreingir 16 år — sam: einum royndum dómara Sjálvur sigur Hanus Kúr berg seg } 1 rið so hepnan at góðan lærumeistar 1 Son dum Hann hevur dugað væl at tikið ábyrgdina, tá eg havi dømt skeivt og soleiðis vart meg og roynt at hildið meg burtur frá tí meira »Obehagiliga« við døming- ini, greiður Hanus frá. I år vórðu hann og Hans Thomassen valdir sum års- ins dómarar. Teir eru javn- gamlir, men Hanus sigur, at tað eisimi hevur riggað væl, tí teir hava dømt so nógv saman — tað táttar væl í 30 dystir. Eg haldi eisini, at sjålvkritikkur er av stórum týdningi, um tú ætlar at ger- ast ein veruliga góður dóm- ari. Sum dómari kanst tú ikki halda teg vera frægari enn í klassa A, men skal út- føra tina uppgåvu so væl sum gjørligt, og eitt sindur afturat — hvgrjaferð, sigur Hanus. - Men fyrst og fremst ræður tað um eina hug- burðsbroyting. Eg kann t.d. nevna, at tann 20. desember fóru eg og Hans til Klaks- víkar at dóma ein kvinnu- dyst. Hetta var í tíðini við øllum jólaborðhaldunum, og umborð á ferjuni komu nakrir av spælarunum hjá útiliðnum og spurdu okk- um, um vit høvdu verið í býnum kveldið fyri. Longu tá leitaðu tær eftir eini umbering, um tær nú fóru at tapa...