Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 3 - 6. januar 2005 Tríggjar kvinnur og tveir menn sita í Havnanevndini í Tórshavnar býráð. Formaður er Leivur Hansen. Hann dugir als ikki at síggja nakran vansa í tí og væntar eitt minst líka gott samstarv í nevndini hetta valskeiðið sum undanfarna TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava kvinnurnar meiri- lutan í Havnanevndini í Tórshavnar býráð. Tær tríggjar, Annika Olsen, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Katrina Frýdal manna nevndina saman við Leivi Hansen, núver- andi formanni og Bjarta Mohr fyrrverandi for- manni. Leivur Hansen, sum sat í nevndini farna val- skeið, er nú formaður, og hann hevur ongantíð roynt hetta áður. Men hann leggur dent á, at hann als ikki dugir at síggja nakran sum helst vansa í, at kvinnurnar hava meirilutan í einari nevnd sum Havnanevnd- ini. – Vit eru væl øll har fyri at menna Tórshavnar Havn og harvið inntøk- urnar hjá kommununi og havnini, so kann tað vera líkamikið, um man er kvinna ella maður, slær Leivur fast. – Tað hevur onkuntíð áður verið onkur einstøk kvinna í nevndini, men ongantíð tvær og so slettis ikki tríggjar, sigur Leivur Hansen, sum hel- dur, at tað er bara gott, at kvinnurnar eisini koma í slíkar nevndir. Hann heldur, at hetta so avgjørt vísir, at kvinn- ur hava áhuga fyri øðrum enn bara teimum bleytu virðunum, og at tær hava meiningar um onnur ting. Eitt nú havnaviður- skiftini í kommununi. Uttan lóggávu Leivur Hansen sigur, at við seinasta kommunu- valið hevur kommunan fingið tað býtið millum menn og kvinnur, sum so nógv er rópt um seinastu árini. – Tað er útmerkað og enn og betur, at vit megnaðu at fáa hetta javna býtið uttan lóg- gávu, sigur Leivur, sum heldur fram, at veljarin hevur talað, og tað skal hann framhaldandi eisini sleppa. Hann heldur als ikki, at ein lóggáva á hesum økinum hevði verið góð. Hinvegin hel- dur hann, at hon hevði avmarkað fólkaræðið. Havnanevndin fer eis- ini at hava sín fyrsta fund í komandi viku, har tey fara at skipa seg og áseta fundardagar. Men á skránni verður eisini ein kunning um øll tey við- urskiftini og málini, sum eru í Havnanevndini, fyri teimum trimum nýggju limunum. – Vit kenna tað sum okkara skyldu at kunna teir nýggju limirnar um arbeiðið, sum gongur fyri í nevndini, sigur Leivur. Hann sat í Havna- nevndini í andstøðu sein- asta valskeið, men hann sigur, at Havnanevndin er ein sera góð nevnd at sita í – óansæð um tað er í andstøðu ella sam- gongu. – Samstarvið í nevnd- ini hevur verið avbera gott ta tíðina eg havi verið í henni, og eg rokni heilt avgjørt við, at tað fer at halda fram, sigur formaðurin í Havna- nevndini í Tórshavnar býráð, Leivur Hansen. Fyri fyrstu ferð nak- rantíð eru kvinnurn- ar í meiriluta í Tórs- havnar býráð. Hetta sást eisini aftur í fleiri av nevndunum. Eitt nú í Mentamála- nevndini, Havna- nevndini og Heilsu- nevndini TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tá nýggja samgonguskjalið varð undirskrivað, var sam- stundis greitt, at kvinnurnar eru í meiriluta í nýggjum samgonguni í Tórshavnar býráð. Hetta fyri fyrstu ferð nakrantíð, og tað sást eisini væl aftur í býtinum av nevndarsessum, har tvær nevndir hava fýra kvinnulig umboð og einans eitt mannfólk. Tórshavnar býráð er býtt upp í sjey vanligar býráðs- nevndir og so seks økis ella bygdanevndir. Av teimum sjey hava kvinnurnar meiri- lutan í fýra av teimum. Tað er í Mentamálanevndini, Sosialu nevnd, Heilsu- nevndini og Havnanevnd- ini. Tað mest merkisverda er kanska, at kvinnurnar eru í meiriluta í Havnanevndini, meðan tað kanska ikki tyk- ist so løgið, at tær eru í meiriluta í Mentamála- nevndini og Sosialu nevnd. Hinvegin er tað kanska ikki so løgið kortini, tí hetta er fyrstu ferð, at Tórshavn- ar býráð hevur so nógvar kvinnur, at býtið kann verða meiri náttúrligt, og at tær kvinnurnar, sum hava hug til at sleppa fram at øðrum nevndum enn teim- um, har tey bleytu virðini verða viðgjørd, sleppa tað. Við blaðið í gjár segði Hildur Eyðunsdóttir, sum er forkvinna í Mentamála- nevndini, at meirilutin hevði lagt seg eftir ikki at hava nakra nevnd við bara kvinnum. Men eitt nú í Mentamálanevndini og í Heilsu nevndini situr bert ein maður og fýra kvinnur. Tað er tó ein nevnd, sum bert er mannað av monn- um, og tað er Fíggjar- nevndin, har borgarstjórin altíð er fastur formaður. Tað letur til, at borgarar í Tórshavnar kommunu vænta sær nógv av nýggja býráðnum. Hetta kom Hildur Eyðunsdóttir eisini inn á í blaðnum í gjár, og hon segði, at tað gjørdi tað sera spennandi at fara til arbeiðis. Tað man vera galdandi fyri alt tað nýggja býráðið. Hetta er jú fyrstu ferð, at tey skulu arbeiða saman, har býtið millum menn og kvinnur er so javnt, sum tað kann vera. Kvinnur ráða fyri borgum Als ongin vansi Kvinnuligi meirilutin í Tórshavnar býráð sást væl aftur í nevndarsessunum Mynd: Jan Müller Her eru Mentamálanevndin og Sosiala nevnd, har Hildur Eyðunsdóttir og Katrin Dahl Jakobsen eru í oddinum Myndir: Jan Müller Frá vinstru: Annika Olsen, Bjarti Mohr, Leivur Hansen, formaður, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Katrina Frýdal Mynd: Jan Müller