Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2005 7 Einasta nevndin í Tórshavnar kommunu, sum ikki er mannað við nakrari kvinnu, er Fíggjarnevndin. Tað kann tykjast nakað løgið, tá hugsað verður um meirilutan hjá teimum. Men Heðin Mortensen sigur, at hetta er nakað, sum tey øll vórðu samd um á fundinum TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fimm menn manna Fíggj- arnevndina í Tórshavnar kommunu. Heðin Morten- sen, formaður, Jógvan Arge, Leivur Hansen, Jan Christiansen og Høgni Mikkelsen. Heðin Mortensen sigur, at hetta er nakað, sum tey øll vóru samd um at gera, og dugir hann ikki at síggja nakran trupulleika í, at ongin kvinna situr í nevnd- ini. Hann vísir á, at kvinn- urnar eru forkvinnur í fleiri av teimum stóru nevndun- um, og at Fíggjarnevndar- arbeiðið er sera krevjandi. – Orsakað av at tað er so krevjandi arbeiði telja royndirnar eisini nógv. Og teir, sum manna Fíggjar- nevndina hava allir royndir innan hetta arbeiðið, sigur Heðin og leggur so sam- stundis afturat, at allir varðalimirnir eru kvinnur. Hann sigur, at varðalim- irnir verða ofta nýttir í Fíggjarnevndini, serliga tá serlig mál eru á skránni, og onkur er burturstaddur. Tá verður eykalimur beinan- vegin tikin inn, og tí ivast hann ikki í, at kvinnurnar nokk verða at síggja í Fíggjarnevndini til tíðir. Fíggjarnevndin hevur ikki skipað seg endaliga enn, men Heðin sigur, at allar nevndirnar fara á fund í komandi viku at skipa seg við formanni og varafor- manni og at áseta fundar- dagarnar í hesum árinum. – Javna býtið mill- um menn og kvinn- ur í Tórshavnar býráð fer heilt vist at gera, at fleiri sjónarvinklar koma fram í viðgerðini av teimum ymsu mál- unum, sigur Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javn- støðunevndini. Hon heldur, tað fer at verða sera spenn- andi at fylgja við býráðsarbeiðinum komandi fýra árini TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Annika Wardum Joensen er sera fegin um úrslitið av kommunuvalinum í landsins størstu komm- unu. Nýggja býráðið er júst farið til arbeiðis, og býtið av nevndarsessum er greitt. – Grundin til, at vit arbeiða við javnstøðu er, at vit vilja fáa bæði menn og kvinnur at taka støðu til ymisk mál. Bæði inn- an fyri politikk og onnur øki. Úrslitið av komm- unuvalinum ger, at tað nú fer at eydnast í Tórshavn- ar kommunu, sigur Annika Wardum Joen- sen. Hon fegnast um, at tær kvinnurnar, sum vórðu valdar inn í Tórshavna býráð eru so málrættaðar og tykjast at vita, hvat tær vilja. Hon skýrir hetta sum eitt rollumodell, men undirstrikar samstundis, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at slík rollumodell eru í Føroyum. Kvinnur hava jú rátt fyri borgum í Vestmanna í fleiri ár, og nógvir kvinnuligir borgarstjórar eru og hava verið kring landið. – So eg haldi faktiskt, at hetta er ein gongd, sum hevur smittað av bygdunum inn í Havnina, og tað er bara at fegnast um, staðfestir Annika, sum eisini hevur fingið góðar vónir um, at hendan gongdin eisini fer at gera sítt til, at fleiri kvinnur verða valdar til komandi løgtingsval. Hon vísir á, at tað eru fá bygdarráð í landinum í dag, sum ikki hava eina ella fleiri kvinnur, so nú er tað staðfest, at tað ber til hjá kvinnum at sleppa upp í politikk, um tað er tað, tær vilja. – Høvuðstrupulleikin er helst ikki tann, at tær ikki tíma. Heldur er tað ein spurningur um at tora, og tað trúgvi eg, at tær nú hava sæð. At tað ber til og er ikki nakað at óttast, sigur Annika Wardum Joensen, sum ikki heldur, at lóggáva á økinum er nøkur ynskt gongd. – Tað allarbesta hevði verið at sloppið undan at lóggivið á hesum økinum, sigur hon at enda. Marin Katrina Frýdal var nývald í Tórshavnar býráð. Hon kemur óroynd beint inn í meirlutan og verður forkvinna í Teknisku nevnd komandi fýra árini. Hon væntar, at tað verður lættari hjá kvinnunum nú, tær eru so nógvar TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Eg havi mangan hugsað tankan, at ikki hevur verið lætt hjá kvinnunum í kommunalpolitikki at vera so einsamallar, sum tær vóru, sigur forkvinnan í Teknisku nevnd í Tórshavn- ar býráð, Marin Katrina Frýdal. Hon heldur, at tað man mangan hava verið stak torført hjá kvinnunum at sligið ígjøgnum í tí mans- dominerandi verðini, sum býráðið hevur verið. Hon greiðir frá, at hon hevur hugt at myndunum av undanfarnum býráðum, sum hanga uppi inni í býráðshúsinum. – Har eru næstan bara klædningar og slips. Onkur einkul kvinna onkrastaðni og so seinasta valskeið, tá tær vóru tríggjar, sigur hon. Tískil ivast hon ikki í, hóast hon ikki hevur nakrar royndir innan kommunal- politikk, at tað man fara at vera eitt sindur lættari, nú tær eru fleiri og kunnu stuðla hvørjaaðra. – Kvinnurnar verða eisini ein meira náttúrlig umboð- an av kommununi, sigur Marin Katrina. Passar mær fínt Marin Katrina er forkvinna í Teknisku nevnd. Tann nevndin var ikki nakað brennandi ynski, sum hon hevði frammanundan, men tá hon so fekk ta nevndina, passaði tað henni fínt, sum hon sjálv tekur til. – Tekniska nevnd umsitur mong øki í kommununi, sum eg havi stóran áhuga fyri, so eg gleði meg at sleppa til arbeiðis, og eg síggi tað sum eina stóra av- bjóðing, sigur Marin Katrina Frýdal. Fíggjarnevndarformaðurin: Royndirnar telja nógv Fíggjarnevndin í Tórshavnar býráð. Ongin kvinna er í nevndini, men allir eykalimirnir eru kvinnur Mynd: Jan Müller Fleiri sjónarvinklar Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, væntar avgjørt, at tað fer at síggjast aftur í sjónarvinklun- um í viðgerðini av málum, at kvinnur og menn eru eins vælumboðað í teimum ymsu nevndunum í Tórshavnar býráð Mynd: Jan Müller Nógvar kvinnur lætta um Marin Katrina Frýdal varð nývald inn í Tórshavnar býráð. Nú verður hon forkvinna í Teknisku nevnd komandi fýra árini Mynd: Jan Müller