Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mai 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 87 - 11. MAI 1999 itrottar Fótbóltur: Høvdu teir i B36 verið eins effektivir og IF, hevði sigurin verið stórri enn 4-2. Fleiri av teimum seks málunum vóru heilt góð EMIL L. JACOBSEN lað vóru nummar trý og nummar fýra, sum møttust í Gundadali sunnudagin. Men við bert tveimum um- fórum spældum segði stød- an á stigatalvuni ikki heilt so nógv. Og tað vísti seg eis- ini, at talan var um eitt lið. sum fer at liggja í ovara endanum, og eitt, sum fer at liggja onkustaðni í miðjuni men ikki heilt niðri í botn- inum, sum fleiri annars hava roknað við. Um hugt verður at spæl- aratilfarinum, so eigur B36 at vinna á IF á heimavelli. og tað gjørdu teir eisini utt- an alt ov nógv stríð. men liðið hjá fuglfirðingum er væl sterkari enn í fjør. og teir eiga ikki at koma í nið- urflytingarvanda. B36 fekk eina dreyma- byrjan longu í fyrsta min- utti, tá eitt væl spælt álop fram eftir í vinstru síðu end- aði við innleggi, sum IF- verjan fekk útfrá. Beint utt- anfyri = l6-meturin stóð Dánjal Petur Johansen. sum lyfti inn til ein púra frían Jákup á Borg, ið hevði góða tíð til at leggja B36 á odda 1-0. Men í staðin fyri at út- nytta hesa góðu byrjanina til fulnar, bleiv skjóta leiðslumálið ein koddi hjá heimaliðnum. Teir fingu onkur góð tilboð afturat. Jens Kristian Hansen skuldi havt skorað, tå hann blei einsamallur við Erlingi Jo- ensen. men IF-målverjin fekk bóltin av honum. Stutt frammanundan hevði Ják- up á Borg havt ein enn stórri møguleika, men hann skeyt við síðuna av. IF dúvaði mest uppá kon- traålopini, og Eyðun Samu- elsen hevði ein stóran møg- uleika, sum líktist tí hjá Jens Kristiani í hinum endanum. men eisini hann valdi skeivu loysnina og royndi at sleppa framvið málverjan- um heldur enn at t.d. royna at lobba hann uppum hann. Hálvur tími var spældur. tá IF aftur fór í mótálop. Eyðolvur Petersen setti ferð á úti í høgru síðu. har hann hevði gott pláss. Tá hann nærkaðist brotsteigin- um, sendi hann upp á tvørs til bróðurin Aslak, sum við einum góðum skoti upp í málhornið javnaði til 1-1. B36-verjan sá ikki alt ov gott út, men skotið var sera gott. B36 raknaði við aftur Eftir hetta var tað. sum um B36-liðið raknaði við aftur, samstundis sum IF tók færri kjansir frameftir. Tað var Óræddur fær Erling Joensen bóltin áðrenn Jens Kristian Hansen. Fýra ferðir noyddist ÍF-málv erjin at geva seg yvir eyðsæð. at heimaliðið mátti fáa ferðina eitt sindur upp aftur, og tað eydnaðist teimum eisini. Fyri IF var tað spell, at B36 megnaði at koma á odda aftur áðrenn hálv- leikssteðgin. Eisini hetta málið var gott. Jákup á Borg hevði bóitin stutt inni í IF-brotsteiginum. Hann krúllaði eitt sindur og læt hann so fara til Carl Høgne- sen, sum hevði ryggin móti málinum. Men við eini knappari vending fekk hann skot á, og Erling Joen- sen, sum helst ikki hevði roknað við skotinum og kanska ikki sá so væl held- ur, bleiv ov stuttur eftir bóltinum. Hevði = hålvleiksstødan verið 1-1. er ivasamt. hvussu leikur hevði farið. men eins og í steypadystinum móti HB fekk IF eitt lítið sálar- ligt knekk beint fyri hálv- leik. Seinni = hálvleikur var tíggju minuttir gamal. tá B36 endiliga fekk luft. IF- verjan hevði trupulleikar av skjóta Jákupi á Borg, sum hesaferð endaði úti í høgru síðu heilt afturi við baklinj- una. Hann sendi eftir jørð innfyri til John Petersen. sum bert skuldi seta fótin á. og so var 3-1. Enn eitt fyrimyndarligt álop. og hesaferð gav tað mál. Við tveimum málum á muni bleiv B36-spælid meira frigjørt, og sum so ofta fyrr í ár bleiv tað ikki verri av, at Tomislav Sivic kom inn stutt eftir triðja málið. Spælandi venjarin okt eisini sjálvur til 4-1 upp á enn eitt frálíkt mál, har bólturin bleiv lyftur upp um IF-verjuna til Sivic, sum sera hegnisliga avsluttaði fyrstu ferð við einum rólig- um skoti, sum snýtti Erling eitt sindur. Fimm mínutur seinni kundi Viggo Johannesen 6- tarnaður seta høvdid á eitt hornasparksinnlegg úr vin- stru og minka til 2-4, men søgan var úti fyri IF. Fuglfirðingar høvdu neyvan roknað við at fáa oll stigini heim aftur við sær. men teir tyktust hava merkiliga lítla trúgv uppá javnleikin. Ringa byrjanin gjórdi sjálvandi sítt. men bert síðsta korterið av fyrra hálvleiki sást tú veruligan vilja á IF-liðnum. Stødan var tå |-1. men so skjótt B36 var komið upp á 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki. dalaðu ter aftur. Robert Cieslewicz var nógv meira anonymur hes- aferð enn í fjórðingsfinaluni móti HB. meðan hin pól verjin Tomasz Przybylski fekk i so langan tráð frå dómaranum i nærdystunum móti John Petersen. Nýggi málverjin hjá B36. Janos Timar. fekk heldur ikki hesaferð so nógv høvi at vísa síni kynstur. Málini kundi hann sum so einki gera við. men hann vísti sítt virði, tá hann í seinna hálv- leiki bjargaði frálíkt mann móti manni. tá Eyðun Sam- uelsen enn einaferð var leysur. Oddasessurin aftur i B36 Við sigrinum legði B36 seg aftur á odda í landskapp- Mynd: Álvur Haraldsen ingini, nú tríggir dystir eru spældir. B36 hevur sjey stig saman við KI og HB. og so- statt hava tey trý liðini, sum tey flestu rokna við í ár. lagt seg á odda. GI er beint aft- anfyri við seks stigum og kann taka fremsta plássið næsta vikuskifti, um hini úr slitini eisini eru til vildar (GI hevur ikki verið á odda í 1. deild síðani í 1996, tá teir blivu føroyameistarar). Fyri IF var ósigurin sunnudagin eingin gøla. og teir hava tapt meira móti B36 í Gundadali fyrr (7-2 í 1998 og 8-3 í 1997). Teirra næsti dystur er í Vági. og síðani hava teir heimadyst móti B68. áðrenn leiðin gongur til Sands. Tað er tí væl hugsandi. at IF hevur fingið heilt fitt av stigum. tå em tridingur er liðin av kappingini. Aftaná tað sær tað eitt sindur strævnari út HB heima. Glút og KI heima B36: János Thorsteinsson Danielsen. Jens Kristian Hansen Dånjal Petur Johansen. Ronnie Samuel- sen. Egil Zachariasen. Nin- Milankovic John Petersen. Jákup á Borg, Carl Høgnesen IF: Erling Joensen [imar Pol Arnbjørn oslav Egil Zachariasen sleppur ímillum tveir av sínum fyrrver- andi lidfeløgum, Høgna Hansen (v.m.) og Eydolv Peter- sen. B36 vann 4-2 å IF og er aftur ovast i 1. deild Mynd: Álvur Haraldsen