hósdagur 6. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Tað er ikki vist, at
alt, sum fer fram í dag
við sølu og saman-
leggingum í stórar
konsernir, verður
hildið at vera rætt um
nøkur ár, sigur Olaf
Olsen, sum heldur, at
bylgjan, sum er yvir
okkara parti av heim-
inum, er farin at líkj-
ast privatmonopoli,
sum hann heldur vera
verri enn statsmono-
pol
SAMANLEGGINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú fyritøkur javnan verða
seldar og lagdar aftrat øðr-
um fyritøkum, hava vit
spurt Olaf Olsen, sum
hevur verið reiðari og stjóri
í mong ár, hvat hann heldur
um hesa gongd.
- Tað er ein generell
bylgja, sum er uppi í tíðini,
har at kalla alt skal leggjast
saman. Vit kenna planbú-
skapin og statsmonopolini,
sum eitt nú eyðkendu lond-
ini eystanfyri. Eg haldi, at
tað, sum hendir í dag, meira
og meira líkist privat-
monopoli, har fyritøkur
gerast so stórar og sterkar,
at sjálvt stjórnirnar í einum
landi, sum er illa fyri,
kunnu verða við undirlutan.
Olaf vísir á, at fær ein
stór privat fyritøka við stór-
ari fíggjarorku og stórum
aktiviteti ikki sín vilja í
einum landi, sum er verri
fyri, kann hon bara hótta
við at rýma, og tá kann
hetta gerast rættiliga vanda-
mikið fyri eitt samfelag.
- Eg ivist stórliga í, um
alt, sum fer fram í dag við
sølu og samanleggingum,
fer at vera hildið at vera tað
rætta um nøkur ár.
Hann heldur, at bylgjan,
sum er yvir okkara parti av
heiminum í løtuni, alt
meira er farin at líkjast
privatmonopoli, sum hann
heldur vera verri enn stats-
monopol.
- Eg trúgvi, at hesar
samanleggingar í stórar
konsernir avgjørt fara at
vísa seg við sínum negativu
síðum, sum árini ganga.
Tíðin er broytt, og tað er
hugburðurin eisini, sigur
Olaf Olsen.
Tað er freistandi
Meðan útlendingar hava
keypt ognir upp í Føroyum,
hoyrist lítið um, at føroy-
ingar gera nakrar serligar
íløgur í øðrum londum.
Eisini okkara nærmasti
granni, Ísland, sum vit
plaga at samanbera okkum
við, hevur gjørt stórar íløg-
ur í útlandinum seinastu
árini – og eisini í Føroyum.
Olaf Olsen sigur seg ikki
vita um nakrar serligar
íløgur
hjá
føroyingum
uttanlands, men nevnir, at
P/F Vónin eitt nú hevur
gjørt íløgur í Grønlandi og
Kanada.
Spurdur, um hann heldur,
at sølur av partapeningi og
feløgum snúgva seg um, at
nakrir fáir vilja skúma
róman, sigur hann:
- Nei, tað veit eg ikki,
men tað er sjálvandi freist-
andi hjá teimum at selja,
sum fáa eitt gott tilboð - og
tá er tað líka mikið, hvønn
vit tosa um.
Hugburðurin broyttur
Í nøkur ár var Olaf Olsen
løgtingsmaður, og eitt skifti
var hann eisini landsstýris-
maður.
Sum heild, hevur áskoð-
anin hjá føroyingum verið,
at útlendingar skulu ikki
sita við meirilutanum í før-
oyskum vinnulívi.
Eru
karmarnir
nógv
broyttir, nú útlendsk feløg í
størri og størri mun vilja
keypa upp føroyskt vinnu-
lív, spurdu vit vinnulívs-
mannin:
- Karmarnir eru broyttir
nakað, tó ikki so nógv. Eg
haldi, at hetta meira snýr
seg um at útnytta karmar-
nar, sum eru – nú meira enn
áður.
Olaf Olsen vísir á, at tá ið
ræður um veiðiliðið, kunnu
útlendingar ikki eiga meiri-
lutan.
- Men í øðrum førum
kunnu teir eiga meirilutan –
í summum førum við ávís-
um avmarkingum, sigur
hann og vísir á, at útlend-
ingar saktans kunnu keypa
meirilutan av partapening-
inum í feløgunum, sum
eiga Havsbrún.
Óvitandi um
Havsbrún
At enda sigur Olaf Olsen
seg slett ikki duga at meta
um, hvat fer at spyrjast
burtur úr áhuganum hjá
norðmonnum í Havsbrún.
- Persónliga eigi eg einki
í felagnum, men Vónin
eigur ein lítlan part av
partapeninginum í Dags-
brún, sum er eitt av trimum
feløgum aftanfyri Føroya
Fiskaídnað,
sum
eigur
meirilutan av partabrøvun-
um í Havsbrún.
8
Nr. 3 - 6. januar 2005
Olaf Olsen, vinnulívsmaður:
Privatmonopol verri
enn statsmonopol
Harry handar
Suna pengarnar
NEYÐHJÁLP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin í Tofta Ar-
beiðsmannafelag, Harry
Benjaminsen, var fram
við á skrivstovuni hjá
Reyða Krossi Føroya
Deild, mánadagin, har
hann handaði formann-
inum, Suna Winther, tær
5.000 krónurnar, sum
arbeiðsmenn og arbeiðs-
kvinnur á Toftum hava
samtykt at veita til hjálp-
ararbeiðið eftir herviligu
vanlukkurnar, sum stóðst
av flóðalduni í Fjareystri.
Harry
Benjaminsen
sigur seg vóna, at onnur
arbeiðarafeløg eisini fara
at stuðla hjálpararbeiðin-
um.
Suni Winther, formað-
ur í Reyða Krossi, Før-
oya Deild, er fegin um, at
eisini arbeiðafeløg vilja
stuðla hjálpararbeiðnum.
- Eg vóni, at hetta er
byrjanin til, at fleiri feløg
fara at fylgja Tofta Ar-
beiðsmannafelag
og
stuðla innsavningini til
vanlukkuraktu
økini,
sigur Suni Winther.
Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag,
handar formanninum í Reyða Krossi, Føroya Deild, tær
5.000 krónurnar, sum felagið letur til hjálpararbeiðið í
Fjareystri
Mynd: Jens Kr. Vang
Poul Hansen, advo-
katur, sum er nevnd-
arformaður í Havs-
brún og Føroya Fiski-
ídnaði, sum eigur
75% av partapening-
inum í Havsbrún,
sigur, at einki nýtt
tilboð er komið uppá
Havsbrún í Fuglafirði
HAVSBRÚN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í desember kom fram, at
norska felagið, Weskon
Asa, sum hevur fleiri virkir
av líknandi slagi sum Havs-
brún, hevði boðið feløgun-
um, sum eiga virkið í
Fuglafirði, 180 miljónir
krónur fyri meirilutan av
partapeninginum, um tey
vildu selja.
Nevndarformaðurin
í
Havsbrún og Føroya Fiski-
ídnaði, sum eigur meiri-
lutan av partapeninginum í
Havsbrún, mælti eigar-
unum frá at selja.
Seinni í desember frættu
vit aftur, at Weskon Asa
aftur hevði verið við einum
tilboði, sum nú ljóðaði
uppá 200 miljónir krónur.
Feløgini, sum standa
aftanfyri Føroya Fiski-
ídnað, eru Dagsbrún, Silda-
sølan og Sildaskip.
Eftir at norðmenn høvdu
boðið tær 200 miljónir
krónurnar, tóku feløgini
málið upp til viðgerðar,
men úrslitið av viðgerðini
var, at feløgini lótu seg ikki
freista til at selja.
Poul Hansen, advokatur,
sum bæði er nevndarfor-
maður í Føroya Fiskiídnaði
og Havsbrún, sigur, at hóast
full semja ikki er millum
allar eigararnar, so sam-
tykti ein meiriluti ikki at
taka av tilboðnum frá
norðmonnum.
– Men øll tilboð, sum
koma, verða sjálvsagt við-
gjørd, segði hann.
Einki nýtt boð
Poul Hansen sigur í stuttari
viðmerking, at einki nýtt
boð er komið úr Noregi,
síðan tilboðið upp á tær
200 miljónir krónurnar
kom.
- Sostatt er heldur einki
nýtt í málinum í løtuni,
segði nevndarformaðurin
við Sosialin fyrrapartin
mikudagin.
Dagsbrún eigur 45 % av
partapeninginum í Føroya
Fiskiídnaði og tvey onnur
feløg, Sildasølan og Silda-
skip, eiga 55 %.
Tilsamans eigur Føroya
Fiskiídnaður 75% av parta-
peninginum í Havsbrún í
Fuglafirði.
Havsbrún: Einki nýtt tilboð
- Eg ivist stórliga í, um alt,
sum fer fram í dag við sølu
og samanleggingum í stórar
konsernir, fer at vera hildið
at vera tað rætta um nøkur
ár, sigur Olaf Olsen, sum
hevur verið reiðari og stjóri í
mong ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Einki nýtt boð er komið úr Noregi, síðan tilboðið upp á tær 200 miljónir krónurnar kom.
Sostatt er heldur einki nýtt í málinum í løtuni, sigur nevndarformaðurin, Poul Hansen