hósdagur 6. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 6. januar 2005
9
Nú vil landsstýrið
hava endaligt svar frá
suðuroyingum um
teir taka undir við at
flyta miðnámsskúlan
og heilsuskúlan til
Hovs og at byggja
røktarheim í Vági
ístaðin
ÚTBYGGINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú vil landsstýrið hava eina
endaliga avgerð um ætlan-
ina at byggja røktarheim í
Vági og at flyta ætlaða mið-
námsskúlan í Vági og ætl-
aða heilsuskúlan á Tvøroyri
til Hovs.
Tað hevur landsstýrið nú
boðað øllum teimum sjey
nývaldu bý- og bygdaráð-
unum í Suðuroy, frá.
Týsdagin sendu Hans
Pauli Strøm, landsstýris-
maður í almannamálum, og
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í skúlamálum,
øllum teimum sjey nývaldu
bý- og bygdaráðunum í
Suðuroy, skriv um ætlan-
ina.
Í skrivinum verða tey ný-
valdu
kommunustýrini
spurd, hvørja støðu tey hava
til ætlanina at flyta mið-
námsskúlan og heilsuskúl-
an til Hovs og at byggja
røktarheim til 35 fólk í
Vági ístaðin.
Teir báðir meta eisini, at
málið hevur skund og tí
hava teir biðið kommunu-
stýrini svara í hesum mán-
aðinum.
Tað hevur skund at fáa
eina avgerð í málinum, tí
ætlanin er annars at byggja
miðnámsskúla í Vági er nú
komin so mikið langt, at
arbeiðið skuldi bjóðast út
fyrsta dagin.
Nevndin, sum fyrireikar
byggingina, hevur søkt
Vágs Býráð um byggiloyvi
til skúlan og í umsóknini
stendur, at ætlanin er at
bjóða skúlan út um miðjan
januar, ella um eina viku.
Men landsstýrismaðurin í
skúlamálum sigur, at í
hesum sambandi hevur
bygginnevndin nú fingið
boð um at bíða við at bjóða
skúlan út.
– Eg ætli mær ikki at bøla
omaná málinum, men tað
verður neyðugt at bíða við
útbjóðingini til tey nývaldu
kommunustýrini hava fing-
ið høvi at sagt sína hugsan
um ætlanina at flyta skúlan
til Hovs, og at byggja røkt-
arheim í Vági ístaðin.
– Men júst tí at ætlanin
ikki er at seinka málinum,
verður tað eisini neyðugt, at
kommunustýrini
svara
longu í hesum mánaðinum.
Í hesum sambandi kann
viðmerkjast, at bæði und-
anfarna bygdaráð í Hvalba
og i Sumba, boðaðu í fjør
landsstýrinum frá, at tey
taka undir við ætlanini og
fráfarna bygdaráðið í Hovi
var eisini vælviljað.
Hinvegin hevur Vágs
Býráð einmælt víst ætlanini
frá sær.
Men Landsstýrið vil nú
hava tey nýggju kommunu-
stýrini at siga sína hugsan
eisini.
Einans eitt tilboð
Jògvan á Lakjuni sigur, at
tað, sum landsstýrið ætlar
við skrivinum, sum nú er
sent kommununum í Suð-
uroy, er at fáa at vita, hvørja
støðu tey hava til ætlanina.
– Ætlanin er ikki, at tey
skulu binda seg til nakað
sum helst enn. Ætlanin er
einans at fáa at vita, um tey
taka undir við hugskotin-
um, so at landsstýrið kann
vita, um hetta er nakað at
arbeiða víðari við.
– Taka kommunustýrini í
Suðuroy undir við hugskot-
inum, eri eg og landsstýris-
maðurin í almannamálum,
sinnaðir at hitta tey á fundi
at greiða nærri frá ætlanini,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Men hann leggur eisini
dent á, at ætlanin er ikki at
noyða kommunurnar í Suð-
uroy til nakað sum helst.
– Taka tær ikki undir við
hugskotinum, verður ar-
beitt víðari við upprunaligu
ætlanini og so verður mið-
námsskúlin í Vági bjóðaður
út sum ætlað.
Sjálvur ivast hann ikki í,
at tað einasta rætta er at
byggja heilsuskúlan og
miðnámsskúlan saman.
– Verða lunnar lagdir
undir einum skúladepli í
Suðuroy, er størri møgu-
leika fyri at eisini aðrir
skúla fara at verða lagdir í
depilin, sum frálíður, sigur
hann
Men Hans Pauli Strøm
leggur dent á, at hetta er ein
máti hjá suðuroyingum at
fáa eitt røktarheim bygt í
oynni beinanvegin.
– Tørvurin á røktar-
heimsplássum í Suðuroy er
stórur og eitt røktarheim til
35 fólk, hevði gjørt sera
stóran mun í oynni, sigur
hann.
Men hann leggur afturat,
at taka kommunurnar í
Suðuroy ikki av ætlanini,
verður heldur onki røktar-
heim bygt í Suðuroy nú.
– So kemur Suðuroy í
somu støðu sum øll onnur
øki í landinum og noyðast
at bíða, til ein tørvsmeting í
øllum landinum er gjørd.
Samstundis skal ein ein
verklagslóg
gerast
og
greiða skal eisini fáast á,
hvussu nógv kann setast á
fíggjarlógina til økið.
– Og so fær Suðuroyggin
sítt pláss í eini raðfesting,
sum fer at umfata øll øki í
landinum, sigur Hans Pauli
Strøm.
Tó ivast hann ikki í, at
Suðuroyggin fer at standa
nakað frammaliga, tá ið
eldrabýli í teimum ymsu
økjunum, skulu raðfestast,
tí saman við Norðoyggjum,
Suðurstreymoy, er Suður-
oyggin serliga illa fyri,
sigur Hans Pauli Strøm.
Men nær tað verður, veit
hann ikki, tí fyrireikingarn-
ar taka eisini sina tíð og tað
veldst eisini um, hvussu
stór fíggjarorkan verður.
Tekniska nevnd í
Vágs Býráði hevur
gingið umsóknini um
byggiloyvi til
miðnámsskúlan í
Vági, á møti. Nú skal
býráðið eisini viðgera
umsóknina
MIÐNÁMSSKÚLI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlaði miðnámsskúlin í
Vági, hevur nú fingið
byggiloyvi.
Tað er greitt, eftir at tekn-
iska nevnd í Vágs býráð
hevði fund týskvøldið.
Bygginevndin, sum fyri-
reikar arbeiðið at byggja
skúlan, søkti beint fyri jól,
Vágs Býráð um byggiloyvi
til skúlan.
Í umsóknini, sum varð
send vegna mentamálaráð-
ið, varð biðið um eina
skjóta viðgerð, tí ætlanin
var at bjóða skúlan út um
hálvan januar, ella um eina
viku.
Hetta umstrídda málið
var sostatt tað allarfyrsta
málið, sum nývalda tekn-
iska nevndin í Býráðnum,
fekk til viðgerðar.
Og á fundi týsdagin sam-
tykti nevndin at geva skúl-
anum byggiloyvi.
Men av tí at hetta er nógv
størsta bygimál, sum nak-
rantíð hevur verið fyri í
Vágs býráði, í hvussu so er
í pengum, heldur nevndin
at tað er rætt, at býráðið
eisini fær umsóknina til
viðgerðar og staðfestir av-
gerðina í teknisku nevnd.
Tað skuldi eftir ætlan
henda á býráðsfundi heilt
skjótt.
Men sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, hevur
landsstýrið biðið nevndina,
sum fyrreikar byggingina,
drála við at bjóða skúlan út.
Samstundis hevur lands-
stýrið spurt allar kommun-
urnar í oynni, hvørja støðu
tær hava til ætlanina at flyta
ætlaða skúlan til Hovs og at
leggja hann í ein skúladepil
har, og at byggja røktar-
heim í Vági ístaðin.
Kommunurnar
skulu
svara í hesum mánaðinum
og fyrrenn tað málið er av-
greitt, verður endalig støða
ikki tikin til, hvar skúlin
skal vera
Nú vil landsstýrið hava
greitt svar frá suðuroyingum
Býráðið skal staðfesta byggiloyvið
til miðnámsskúlan í Vági
– Hetta er nógv størsta mál, sum vit hava havt til viðgerðar og
tí er tað rætt, at tað eisini verður lagt fyri alt býráðið til enda-
liga støðutakan, sigur Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku
nevnd hjá Vágs Býráði
Hetta er ein máti hjá suðuroyingum at fáa eitt harðliga
tiltrongt røktarheim bygt í Suðuroy beinanvegin, sigur Hans
Pauli Strøm
Ein endalig avgerð má fella nú og í mínum hugaheimi er ongin
ivi um, at einasta rætta er at byggja miðnámsskúla og heilsu-
skúla saman í ein depil í Hovi. Tað ger eisini møguleikarnar fyri
at fáa aðrar skúlar til Suðuroynna, størri, sigur Jógvan á
Lakjuni