Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 3 - 6. januar 2005 Frá fyrsta januar er eitt gjald uppá 50 oyru lagt afturat hvørjum keypi við FR kortinum í føroyskum handlum. Bert ein peningastovnur er lagaligur við hesum gjaldi og kunnu stóru føroysku peningastvonarnir spegla sær í hesum. Bert spell at stóru handlarnir í miðstaðarøkinum ikki geva hesum størri ans. Hvat siga til dømis SMS og Keypsamtøkan? Hví skal gjaldið verða júst 50 oyru? Í Danmark kunnu peningastovnarnir leggja upp til 50 oyru á hvørja flyting og løgið nokk, sæð frá einum kappingarsjónarmiði, so leggja allir danskir peningastovnar júst hesa upphædd á. Teir stóru føroysku peningastovnarnir gera so nummarið eftir. Hví ikki fría kapping? Um tann eini stóri føroyski peningastovnurin segði, at einki eykagjald skuldi verða á hesum, so høvdu kundarnir uttan iva streymað til hendan peningastovn, og hin hevði verið noyddur at fylgt eftir. Um ikki einki, so kundi kanska annar kundi lagt 25 oyru ístaðin fyri 50 oyru á. Vildi tað ikki verið eitt tekin um fría kapping? Tað er undrunarvert, at tá nærum allir borgarar hava fingið sær plastkort, so verður eitt eykagjad lagt á, hóast hetta ivaleyst hevur spart peningastovnunum fyri nógvan pening í farnu árum. Boðskapurin við einum eykagjaldi er, at teir kundar, ið brúka FR kortið dagliga, eru til fortreð hjá peninga- stovnunum. Som mikið nógv til fortreð, at eitt eykagjald verður lagt á brúkið av hesum - eftir øllum at døma fyri peningastovnarnar - irriterandi kortum. Brúkarin eigur at vísa sína ónøgd við slíkar avtalur um eykagjald við at kanna alternativ. Er ein peningastovnur í Føroyum, ið ikki tekur hetta gjald frá teimum handlum, ið brúka teir, so eiga brúkarnir at spyrja handilin, har teir hava sína dagligu gongd, hví teir ikki finna bíligasta og bestu loysn fyri kundarnar. Eingin grund er til at lata stóru peningastovnarnir hvíla á laurberunum. Kappingin eigur at herðast, og eru tað brúkarnir, ið mugu leggja trýst á, fyri at hetta skal henda. Er tíðin kanska komin til ein føroyskan banka afturat? Kanska er tíðin komin til at kanna kort aðrastaðni frá. Ì Stórabretlandi finnast kort, ið einki eykagjald hava. Hví skulu vit halda fast um eina danska dankortskipan, um hesar skipanir gerast so ineffektivar, at eykagjøld mugu leggjast á brúk av kortum? Í samband við øllum tosinum um KT og innovatión, so ganga vit og tosa um, hvussu lætt tað er at royndarkoyra nýggjar KT-skipanir av ymsum slag í Føroyum, tí Føroyar eru so lítlar og tó framkomnar. Um hetta er rætt, so burdi verið lag á manni, at royndarkort okkurt annað plastkort enn dankortið, ið gerst ov dýrt - hjá brúkarnum í hvussu so er. Vónandi er loysnin ikki, sum fyrr í tíðini, at fara í bankan einaferð um mánaðan at taka reiðan pening út til mánaðarforbrúkið. Vónandi taka peningastovnarnir sær um reiggj og avtaka eykagjaldið á brúk av korti í handlum. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Kortbrúkarar til fortreð hjá bankunum? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. TÍÐINDASKRIV Triði fyrilesturin í røðini ‘Myndlar og tøl’, sum Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri, verður hós- kvøldið 6. januar, tá ið Øystein Patursson, Ph.D- studentur á University of New Hampshire í USA heldur fyrilesturin "Ali- ringar til harðbalin økir - um at menna aliútgerð". Fyrilesturin verður klokkan 20 í Ovastovu í Nóatúni 3. Alingin í Føroyum vaks nógv fram til 2001. Øll aliøkini inni á firðum og sundum við spøkum ráki og lítlari aldu vóru í brúki, og neyðugt var tí at fara út á økir við harðari ráki og størri aldu. Royndirnar við hesum vóru misjavnar. Í samband við verkætl- anina "Útgerð til aling á streymasjógvi", ið var eitt samstarv millum netavirkið Vónina, Fiskirannsóknar- stovuna og Náttúruvísinda- deildina, vóru modell- royndir gjørdar í royndar- brunninum hjá Vónini í Fuglafirði í 2002 og 2003. Hesar vístu, at rúmdin í eini alinót minkar nógv við rákinum. Við University of New Hampshire er eitt numer- iskt model ment, sum sær út til at vera ført fyri at rokna skapið á alinótum í streymi og aldu umframt at rokna spenn í fortoyningum og línum. Nakrar simuler- ingar eru gjørdar við hesum modellinum, og úrslitini vera sýnd fram í fyrilestr- inum. Eisini eru mátingar gjørdar av skapinum á nót- ini á tveimum føroyskum alibrúkum. Hesar verða bornar saman við modell- royndirnar fyri at kanna hvussu væl modellini og simuleringarnar samsvara við veruleikan. At enda verða nakrir tankar lagdir fram um, hvat skal havast í huga tá ali- útgerð - serliga aliringar - skal mennast, og hvussu hetta var nýtt í eini verk- ætlan á Funningsfirði. Øystein Patursson er út- búgvin bachelor of science innan kolvetnisverkfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2002, og fór í 2003 undir Ph.D. lestur innan Ocean Engineering við University of New Hampshire í USA. Har verður hann væntandi liðugur í 2007. Ph.D. lest- urin er fíggjaður av Statoil Færøyene AS og er partur av einum samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Uni- versity of New Hampshire. Skráin fyri fyrilestra- røðina er hendan: 27. januar 2005 Uni K. Petersen: "Seismiskar kanningar á Glyvursnesi" 17. februar 2005 Knud Simonsen: "Streym til drív- og leitiskipanir á landgrunninum" 10. mars 2005 Trygvi Vestergaard: "Hvat anda vit?" - um úrslit frá luftkanningum í Føroyum 31. mars 2005 Bárður Niclassen: "Spæla alda og streymur saman á landgrunninum" 21. apríl 2005 Eyðfinn Magnussen: "Føroya Banki - eitt vakstrarparadís hjá fiski." Andrass Skaalum Týskvøldið var ein framúr góð kjaksending í SVF um samráðingarnar Føroya og Danmarkar millum um støðu Føroya framyvir. Tøkk til SVF við vertin- um Boða Godtfred og tøkk til Kára á Rógvu, Sjúrð Skaale og Bjørn á Heygum fyri eitt upplýsandi og sakligt orðaskiftið. Tit megnaðu at geva lurtarunum gott innlit í týdningarmikla spurningin á einfaldan og greiða hátt, hetta eru vit ikki forvand við. Tit skóru lætt og smidliga inn á bein, uttan spillandi goragang, sum vit tíverri ov tíðum fáa frá politikar- um. Spell at politikarar, sum fyrr hava gramt seg um væntandi opinleika nú eru so tættir. Tit vóru eitt frálíkt toymi. Tøkk fyri kjaksendingina - SvF Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum