Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

inginum, Diego Mara- dona, hangandi, og sum Sólvá sigur tað, so var tað ikki tí, at hann var so vakur á at líta, men held- ur tí at hann var ein so framúr góður fótbólts- spælari. Í Havn verður mangan sagt, at fólk í eysturbýn- um eru B36-viðhaldsfólk, meðan tey í vesturbýnum eru HB-viðhaldsfólk. Sól- vá sigur tó, at tað var ikki tí, at hon byrjaði í B36, men hon hevur tvinni eldri sysktin, sum bæði hava spælt fótbólt í B36. Haraftrat eru foreldrini eisini íðin við haldsfólk hjá árstalsfelagnum í Havn, so tað var upplagt, at tað var B36, sum fekk gleðina av frálíku fót- bóltsevnunum hjá Sólvá. Tað gjørdist skjótt greitt, at Sólvá hevði framúr góð evnir til at spæla fót- bólt, og hugurin hjá henni til at spæla fótbólt var eisini ovurhonds stórur. So skjótt sum Sólvá fekk frí úr skúlanum gekk leið- in niðan í Gundadal, og har var hon sum oftast til langt út á kvoldið. Eisini venjararnir hjá besta kvinnuliðnum hjá B36 løgdu tíðliga til merkis, at Sólva var og framvegis er ein framúr góður fótbóltsspælari, og tá ið hon var einans 16 ára gomul í 1994, spældi Sólvá sín fyrsta dyst í 1. deild hjá kvinnum í fót- bólti. Í dag fimm ár seinni er Sólvá, hóast sín unga aldur, ein tann royndasti leikarin á liðnum hjá B36, og tey seinastu árini hev- ur hon eisini havt liðskip- i arabandið um armin, tå ið hon ikki hevur verið rakt av skaða. Í fjør ognadi B36 sær foroyameistaraheitið í kvinnufótbólti á næst- seinasta leikdegi, tá ið tær bastu LÍF í Leirvík. Hetta skuldi sjálvsagt verið ein minniligur dagur fyri Sólvá, og tað er tað eisini, men ikki bara fyri tað góða. Sólvá var so 6- heppin, at hon breyt sær beinið í hesum dystinum, og hon noyddist tískil við sjúkrabili til Havnar, og tá ið kvinnurnar hjá B36 fingu foroyameistara- steypið á seinasta leik- degi, tók Sólvá Joensen ímóti steypunum á høkj- Yngd nr. 19 - 12. mai 1999 um. Í dag sigur Sólvá, at hon er komin fyri seg eft- ir skaðan, men leggur tó aftrat, at um ein spælari kemur við eini takling, so er hon skjót at fara und- an, tí hon er eitt sindur bangin um beinið enn. Keðilig gongd í kvinnufótbóltinum Í ár hevur ein keðilig gongd verið at sæð í for- oyskum kvinnufótbólti. Eitt av liðunum í bestu kvinnudeildini, EB, meld- aði seg úr, tí tær sóu seg ikki forar fyri at manna lið. Tískil eru nú einans fimm lið í 1. deild hjá kvinnum. Haraftrat er tað eisini ein sjónlig gongd, at miðalaldurin á teimum ymisku liðunum er stoð- ugt fallandi. Sólvá greiðir frá, at á liðnum hjá B36 eru ikki meir enn einir tveir leikarar, ið eru eldri enn hon. Hjá hinum havnarfelagnum, HB, er stoðan tann sama. Har er eru einans tveir leik- arar, sum eru oman fyri 20 ár, og hetta er stór broyting í mun til bara 0000000000 00 0 0 0 17 fyri nokrum fáum árum síðani, tá ið miðalaldurin mundi vera eini 25 ár. Spurd um hver orsekin til hesa gongd er, svarar Sólvá, at tað er uttan iva tær vantandi avbjóðing- arnar fyri kvinnuligu fót- bóltsleikarunum, sum gera hetta. Fyri nokrum árum síðani høvdu tær eitt A-landslið at stremba fram ímóti, men nú er einki. Eitt U-18 landslið var fyri kortum, men fleiri Í fjør var Sólvá so óheppin, at hon breyt beinið sama dag, sum tær gjørdust føroya- meistarar leikarar meldadu frå til hetta, ti at tær timdu ikki, so leingi einki A-landslid var, greiðir Sólvá frá. Hetta ger, at fleiri av teimum eldru leikarunum ikki longur tíma at spæla fótbólt, og heldur velja at fáa sær familju. Onkur er eisini einans givin við fót- bóltinum, men heldur tó fram við at spæla hond- bólt. Dystirnir á landsliðnum vóru stórar upplivingar fyri Sólvá, sum sigur, at hetta var ein ótrúlig upp- living at spæla framman fyri stórum áskoðarafjold- um og ímáti liðum, sum man lítið og einki kendi til. Í Foroyum er áskoð- araundirtøkan til kvinnu- fótbólt ikki serliga góð, heldur Sólvá, men sigur tó, at í Klaksvík plaga nógvir áskoðarar at vera til kvinnudystirnar, eins og tað var á Skála fyrr. Somuleiðis heldur Sólvá, at áskoðararnir hjá B36 hava verið trúgvir, tá ið kvinnurnar hava havt brúk fyri teimum At føroyingar eiga tríggjar leikarar, sum til dagligt royna seg í bestu kvinnudeildini í Danmark er gleðiligt, heldur Sólvá, sum sjálv hevði mogu- leikan at fara til Rodovre, har stóra fyrimyndin hjá henni, Helga Ellings- gaard, spælir saman við tvíburðunum úr Klaksvík Ragnu og Rannvá An- dreasen. Tó sigur hon, at vit fáa ikki so nógva gleði burturúr hesum, so leingi sum einki landslið er Einasta gleðin er, tá ið tær koma heim í summ- arfri og spæla við ávíka- vist HB og Kl. Fjølmidlarnir virða kvinnufótbóltin lítið Eitt annað hjartasuff hjá ungu fótbóltskvinnuni í B36 er, at føroysku fjøl- miðlarnir seinastu árin fótbóltinum so lítlan ans Hon nevnir í hesum sam- bandi, at fyri nokrum ár- um síðani hevði okkurt blað tvær heilar síður við fråsøgn, tå ið B36 gjørd- ist meistari, meðan i fjør var tað bert ein stubbi og ein litil mynd av føroya- meistarunum. Somuleidis leggur hon aftrat, at i fót- bóltsbókini er eingin lið- mynd av kvinnuligu for- oyameistarunum, og hetta heldur Sólvá er undir alt lágmark. Sólvá sigur seg ikki vænta, at kvinnufótbólt- urin dettur niður fyri, men hon heldur tó, at skal kvinnufótbólturin hava nakra framtíð, so er neyðugt, at FSF tekur nøkur stig til at betra um korini hjå kvinnunum Ein góð lota er farin, og Yngd takkar fyri prátið við ungu havnargentuna sum til dagligt sítur við kassan í byggibúðini hjá Balslev. Vit fara út gjøgn- um dyrnar, men Sólvá blívur sítandi í felags- helunum hjá B36, sum man nærum kann kalla fyri hennara annað heim.