Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2005 11 Doping-lóg samtykt TÍÐINDASKRIV frá Almanna- og heilsumálaráðnum Løgtingið samtykti í desember eina lóg um forboð móti ávísum doping-evnum. Enda- málið við lógini er at avmarka útbreiðsluna av doping-evnum. Lógin ásetur, at tað er bannað at framleiða, at flyta inn, at flyta út, at selja, at býta út og at eiga doping-evni uttan so, at hesi skulu nýtast til sjúkuviðgerð ella til gransking. Doping-trupulleikar meira ans Tey seinastu árini hevur spurningurin um doping innan ítróttina fingið alt meira ans. Trupulleik- arnir við doping, sum í fyrstani vórðu staðfestir innan elitu-ítróttina, hava so líðandi spjatt seg til stórar partar av ítrótta- heiminum, eisini har ítrótt verður íðkað á lægri stigi. Doping er ikki í sam- svari við meginreglurnar í ítróttarørslum, sum eru, at luttakararnir skulu kappast á jøvnum føti, og at teir skulu betra og varðveita teirra førleika á natúrligan hátt. Eisini fyrilitið fyri heilsuni hjá ítróttafólkum talar ímóti nýtsluni av dopingevn- um. Heilivágur, ið verður nýttur sum doping, verð- ur vanliga tikin í nøgd- um, sum eru munandi størri, enn mælt verður til í viðgerðarhøpi. Nýtsla av heilivági til doping kann hava við sær óneyðugan heilsuváða fyri ítróttafólk. Greiðar reglur um útbreiðslu Eftirynskjandi er at hava greiðar reglur fyri at hindra, at doping-virk- semi í ymsum líki og ymsum høpi verður út- breitt. Lógin er ætlað at stuðla tí virkseminum, sum ítróttafeløgini kring landið standa fyri við tí endamáli at fyribyrgja doping-misnýtslu. Dop- ing-lógin fevnir tó ikki um sjálva nýtsluna av doping, av tí at mett verður, at tað er uppgáv- an hjá ítróttafeløgunum, heldur enn hjá tí al- menna, at taka doping- royndir av ítróttafólki. Sjálvar revsiatgerðirnar móti hvørjum einstøkum ítróttafólki orsakað av doping-misnýtslu, eiga at finnast í teirri dissipli- neru skipanini hjá ítrótta- feløgunum. Óheppin og óvirðilig gongd Tað var Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumál- um, sum vegna lands- stýrið legði lógarupp- skotið fyri tingið. "Dop- ing-virksemi fer tíverri fram víða hvar í ítrótta- heiminum. Hendan lógin er eitt ítøkiligt amboð hjá myndugleikunum at arbeiða ímóti hesi óhepnu og óvirðiligu gongd", sigur lands- stýrismaðurin, sum vón- ar, at tað almenna í sam- starvi við ítróttarfeløg og aðrar viðkomandi partar í felag megna at avmarka nýtsluna av doping í før- oyska ítróttaheiminum. Almanna- og heilsu- málaráðið 04.01.2005 VIÐMERKINGAR Jústinus Eidesgaard Eini hjún, sum hava givið sítt dyggiliga íkast til før- oyska samfelagið seinastu mongu árini, sita í Vest- manna og fáa ikki eingang svar frá Innlendismála- ráðnum, um tey kunnu fáa longt teirra visa í Føroyum. Tey hava nú bíðað í 10 mánaðar uttan svar. Øll hava rætt til svar í okkara samfelag, høgur og lágur, hvítur ella littur. Hjúnini kæra sína neyð í útvarpinum, og útvarpið ger sína skyldu og fer til avvarðandi landsstýris- mannin, Jógvan við Keldu, men hann hirðir heldur ikki Føroya fólki svar. Skjýtur seg undir regluna ikki at úttala seg um einstøk mál, ið ikki er annað enn undan- førsla fyri at hava sovið í tímanum fyri nógva løn. Eg spyrji meg sjálvan: Stuðla humanistar í sam- gonguni, sum annars rópa umsolidaritet og brøðralag, slíkum? Stuðla góðir javnaðar- menn og humaninstar sum eitt nú Kristian Magnussen, John Johannesen, Hendrik Old, Vilhelm Johannesen, Andrias Petersen, Jóannes Eidesgaard, stuðla teir slík- um mannahatskum poli- tikki, har ein ikki hirðir hampafólki svar. Um so er, so eigur hesin parturin at gerast eitt høvuðsmál til komandi løgtingsval. Tí tit sum tiga, tit samtykkja. Stuðlar eitt nú Kári P. Højgaard, sum veiðir at- kvøður frá míni slekt, slíkum drálaríi? . Um so er, so má eg heldur fara at ávara mína slekt til kom- andi løgtingsval og kanska harvið minka hansara møguleika at gera enn meira skaðaá fremmanda- økinum, tí tann sum tegir, hann samtykkir. Var eg løgmaður, so gav eg avvarðandi landsstýris- manni 24 tímar til at loysa hetta mál. Og kundi hann ikki tað, so hevði hann fingi? sekkin. Og hví eri eg so av- gjørdur í hesum máli? Eg havi starvast fleiri ár úti í verðini á eini kirkju, har fólk, sum biðaðu eftir longdum visa, høvdu sína dagligu gongd. Eg tori at pástanda, at hvørki Jógvan við Keldu ella nakar annar føroyskur politikkari hevur ánilsi um, hvussu stóra pínu hann tilførir hesum fólkum við einki at gera. Eg ivist onga løtu í at hendan bíðitíðin er í stríð við altjóða mannarættindi. Vilja vit ikki hava útlend- ingar til landið, so latið vera við at lova teimum inn. Men teir sum eru komnir til landið, teir hava rætt til eins virðiliga viðferð sum rasu- reinir føroyingar, hvørjir teir so enn eru. At fara at stramma ein fremmanda- politikk afturvirkandi ber ikki til, uttan at tú gevur fólki óvirðiliga viðferð, og tað kann eitt mentað fólk sum føroyingar ikki standa modell til. Føroyingar eru so ernir av at hava arbeitt í øðrum londum, at vit eiga eitt átta- bindsverk um føroyingar sum tóku land í Grønlandi. Legg merki til orðið tóku. Her ruggar ikki heilt rætt. Stuðla tit Jógvan við Keldu? Tað byrjaði við, at Bowlinghøllin lat fólk bowla til frama fyri neyðhjálpina, og nú eru fleiri, ið stuðla á tann hátt. Tað nýggj- asta er, at fólk kunnu eta fyri neyðhjálpina, bælði á Hotel Føroy- um og á Hotel Vágum TSUNAMI Eydna@sosialurin.fo Hotel Vágar skipar nú eisini fyri einum innsavn- ingartiltakið til frama fyri offrini í tsunami vanlukk- uni. Sunnudagin verður nevniliga ein stór buffet, við bæði heitum og køldum rættum, har allur pen- ingurin, ið kemur inn, fer óskerdur til neyðhjálpina. Buffétin byrjar kl 12 um dagin. Kostnaðurin verður 150 kr. fyri hvønn og børnini eta fyri hálvan prís. Møguleiki verður eisini at síggja sendingina, ið verður send úr Norður- landahúsinuma stórskíggja, sum verður settur upp til endamálið. Tey eru eftirhondini nógv feløg, ið hava latið nakað av yvirskotinum til Tsu- nami hjálpina. Bowling- høllin á Hálsi byrjaði, og týsdagin lótu teir Reyða Krossi ein kekk áljóðandi 15.000 kr. Eisini Hotel Føroyar letur fólk eta fyri neyðhjálp. Etið fyri neyðhjálp Lesið - so eru tit við