mikudagur 12. mai 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 88 - 12. MAI 1999
ítróttar
23
Flogbolts-
SR
landsliðið
hjá monnum
fær vitjan
EMIL L. JACOBSEN
Sum hjá so mongum ødrum
føroyskum ítróttargreinum
eru oyggjaleikirnir hæddar-
punktið hjá flogbóltinum.
Oyggjaleikirnir, sum í ár
verða á Gotlandi i Svøriki,
nærkast í hvørjum, og før-
oysku flogbóltslandsliðini.
sum eru úttikin, fyrireika
seg í hesum dógum til leik-
irnar.
Sum liður í fyrireikingun-
um hjá mansliðnum kemur
danska 1. deildarliðið Skt.
Jørgens VK, sum heldur til í
Frederiksberg í Keyp-
mannahavn, til Føroyar um
vikuskiftid at spæla triggjar
venjingardystir móti Føroy-
um.
Klæmint Isaksen er sam-
an vid Jesper Brix venjari
hjá manslandsliðnum. og
hann er fegin um at fáa hes-
ar triggjar dystirnar sum lið-
ur í fyrireikingunum til
oyggjaleikirnar.
Tað gekk ikki so væl hjá
okkum á seinastu oyggja-
leikunum niðri á Jersey. har
Ingvard Eiriksson
Fram
ro
Ragnar Petersen
Fram
vit endaðu á fimta plássið.
Tað úrslitið ætla vit at betra
um í ár, og tí koma hesir
triggir dystirnir væl við, sig-
ur Klæmint Isaksen.
Hann spældi sjålvur i Skt.
Jørgen årini 1991-97, tey
flestu av hesum årunum i
donsku meistaradeildini.
Nú er liðið flutt niður í 1.
deild, og Klæmint heldur
tað vera líka frægt, tí so
hóskar tað betur til stóðið.
hjá føroyska landsliðnum.
Føroysku flogbóltsliðini
hava altíð verið millum tey
sterkastu á oyggjaleikun-
um. Síðani byrjað varð í
1985, hava bæði menninir
og kvinnurnar altíð verið at
funnið millum heiðurs-
merkjavinnararnar = (bestu
úrslitini eru gull hjá monn-
um í 1989 — í Føroyum — og
gull hjá kvinnunum á A-
landi í 1991).
Ringasta úrslitið kom á
Jersey í 1997, tá menninir
endaðu nummar fimm.
Hetta er samstundis einastu
ferð. at føroysku flogbólts-
menninir ikki fingu heið-
Jan Hentze
Fleyr
Rúni Weihe
Fram
ursmerki = á leikunum
(kvinnurnar endaðu á triðja
plássi og hava framvegis
fingið heiðursmerki hvørja-
ferð).
Leikirnir seinast vóru
eitt vónbrot fyri okkum.
men í ár ætla vit okkum aft-
ur at fáa í øllum fórum
bronsu, sigur Klæmint Isak-
sen.
Kappingin er størri hesa-
ferð við tað, at 12 lið eru við
í kappingini, og tað merkir,
at øll liðini skulu spæla í
minsta lagi seks dystir og
kanska sjey. Teir fyrstu
fimm eru í innleiðandi
bólkinum, haðani tvey tey
bestu liðini koma víðari í
hålvfinaluna. Tey niðaru
liðini spæla um plaseringar
móti einum liði úr hinum
bólkinum. Liðini, sum enda
í finaluni, spæla sostatt sjey
dystir — og teir skulu av-
greiðast eftir bert fimm
døgum, so tað kann gerast
rættiliga strævið. Men tað
eru so somu treytir fyri oll
liðini.
I flogbólti í ovggjaleika-
Jón Nielsen
SI
Suni Hansen
IF
Føroyska mansliðið í flogbólti — frå vinstru Klæmint Isaksen, Kenneth Neshamar. Jón
Nielsen, Pol Gudmundsson, Ragnar Petersen, Rúni Weihe, Suni Hansen, Ingvard
Eiriksson og Jan Hentze
hópi verður fyrst og fremst
tosað um try lið: Aland,
Saaremaa og so Føroyar.
Hesi vinna sum oftast heið-
ursmerkini, men seinast
taptu menninir eisini móti
Gotlandi, sum var nógv
styrkt við einum svenskum
landsliðsspælara.
Føroyar endaðu nummar
fimm eftir at hava vunnið á
Jersey í dystinum um hetta
plássið.
- Høvudsmålid hjá okk-
um í ár er at sleppa víðari til
hálvfinaluna. Hvat síðani
hendir, fáa vit at síggja. sig-
ur Klæmint Isaksen, sum
saman við Jan Hentze og
Suna Hansen úr IF eru teir
royndastu á liðnum í ár,
sum annars hevur fleiri
nýggj andlit í mun til leikir-
nar í 1997.
Tríggir spæla í løtuni utt-
anlands: Bárður Mikkelsen,
sum seinasta árið hevur
verið við á liðnum hjá For-
tuna úr Odense og hevur
staðið seg væl, og so Sig-
mund av Teigum og Heini
Weihe, sum hava vant við
Kenneth Neshamar
IF
Harumframt eru tríggir, sum
Skt. Jørgen í seinastuni.
Vit kenna væl álendska
liðið, sum vit hava spælt
ofta ímóti. Teirra landslið
spælir eisini á felagsstødi í
finsku 3. deild, og teir eru
væl samansvældir, sigur
Klæmint Isaksen.
Saaremaa hevur tveir-
tríggjar sera góðar spælarar,
og sum heild eru teir sera
torførir at spæla ímóti. ti
teirra spælistílur víkir eitt
sindur frá tí, vit kenna her á
okkara leiðum. Og so eru
tað Gotland og Guernsey.
sum vit eiga at vinna, og
Jersey. sum hevur tikið seg
nógv fram, men sum vit eis-
ini eiga at kunna vinna á.
sigur Klæmint
Venjari úr Danmark
Klæmint Ísaksen er venjari
hjá landslidnum, men høv-
uðsvenjarin er dani og eitur
Jesper Brix.
Hann er 34 ára gamal og
kemur eisini úr Skt. Jørgen.
har hann í nógv ár spældi
saman við Klæminti
Klæmint Isaksen
Fleyr
Jesper Brix er eisini væl
kendur sum venjari niðri og
hevur m.a. havt við danska
B-landsliðið hjá kvinnum at
gera.
Sum spælari var hann eitt
skifti vid stórliðnum Holte,
sum er nógv tað mest vinn-
andi felagid i Danmark. I
seinastuni hevur hann havt
trupulleikar við rygginum
og trappar tí niður. Nú skal
hann standa á odda fyri
føroyska landsliðnum, sum
um — vikuskiftid spælir
triggjar dystir móti hinum
liðnum hjá honum. Skt
Jørgens VK.
Dystirnir verða spældir
soleiðis
Fríggjadagin 14. mai:
I Gundadalshøllini i Havn
klokkan 19.30
Leygardagin 15. mai:
I KI-høllini i Klaksvik
klokkan 15.00
Sunnudagin 16. mai:
I høllini å Giljanesi
klokkan 14.00
PEP
Pol Gudmundsson
IF
spæla i Dan-
mark í løtuni (og sum koma heim til dystirnar
móti Skt. Jørgen), og eru teir Bárður Mikkel-
sen ur Fortuna Odense, og Sigmund av Teig-
um og Heini Weihe ur Skt. Jørgens Volleyball
Klub. Venjarin er eisini úr Danmark, og hann
eitur Jesper Brix.