Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 3 - 6. januar 2005 Ætlanin var, at Eivør Pálsdóttir skulu syngja tveir sangir á eini útgávu hjá Danmarks Radio Big Band í fjør, men eftir upptøkurnar vóru sangirnir lagdir til viks, tí kenda danska orkestrið vil heldur sleppa at gera eina heila fløgu saman við Eivør. Upptøkurnar verða gjørdar í hesum døgum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyrst í vikuni fór føroyska songkvinnan Eivør Páls- dóttir til Danmarkar, har hon fer undir eitt nýtt og spennandi samstarv við Danmarks Radio Big Band, sum er kent í nógvum londum kring heimin. Tey hava spælt saman áður, bæði í upptøkuhølum og á palli, men nú verður samstarvið enn meira um- fatandi og spennandi hjá føroysku songkvinnuni. Í fjør var Eivør Pálsdóttir í studio saman við danska orkestrinum, og har vóru tveir sangir av útgávuni Krákan spældir inn av nýggjum. Hesir báðir sang- ir skuldu verða við á eini útgávu hjá Danmarks Radio Big Band. Men eftir at Eivør hevði verið í upptøkuhølunum, broytti danska orkestrið hugsan. Tað vildi ikki lata seg noyða við »bara« at geva tveir sangir út við Eivør. Orkestrið vildi held- ur sleppa at gera eina heila fløgu og fara á konsertferð við føroysku songkvinnuni, og hetta verður nú veru- leiki. Tónleikur hjá Eivør Eivør Pálsdóttir er í hesum døgum í studio saman við Danmarks Radio Big Band. Hon fór til Danmarkar mánadagin, og eftir venj- ingar i tríggjar dagar, skal tónleikurin til nýggju fløg- una takast upp eftir fýra døgum. Tað verða fyrst og fremst sangir hjá Eivør Pálsdóttir, sum verða innspældir til fløguna, men onkur tradi- tionellur norðurlendskur sangur verður eisini við á útgávuni. – Hetta er eitt sera spenn- andi samstarv hjá Eivør. Danmarks Radio Big Band er kent kring allan heimin, og orkestrið hevur eftir øll- um at døma rættiliga tikið Eivør til sín, sigur Sigvør Laksá, umboðskvinna hjá Eivør Pálsdóttir. Nógv á skránni Nýggja fløgan hjá Eivør og Danmarks Radio Big Bandi skal gevast út seinni í ár, og bæði í mars og í oktober verða konsertferðir á skránni. Í mars skulu Eivør og Big Bandið spæla á konsertum í Danmark – millum annað í Copenhagen Jazzhouse dagarnar 23. og 24. mars. Og eftir at fløgan er kom- in út í Danmark, fara Eivør og Danmarks Radio Big Band á eina nýggja kon- sertferð, sum umfatar Dan- mark, Eysturíki, Holland og Týskland. Lagt verður fyri í Dan- mark fyrst í oktober mán- aði, og frá 10. oktober verð- ur spælt í útlandinum í tvær vikur – fyrst í Eysturríki og síðani í Hollandi og Týsklandi. Ísland og Kanada Umframt samstarvið við Danmarks Radio Big Band hevur Eivør Pálsdóttir eisini ymiskt annað á skránni. Hon verður við á vælgerandi konsertini í Føroyum sunnudagin, og í februar mánaði skal hon aftur til Íslands at hava konsert. Hendan konsertin verður eitt sindur serlig, tí talan er um eina framførslu saman við einum kamarorkestri, sum hevur útsett tónleikin hjá Eivør av nýggjum. Í mars skal Eivør eisini til Kanada at hava konsertir saman við Bill Bourne, sum hon hevur framført nógv við seinasta árið. Heimskent danskt orkestur nápar Eivør 13 føroysk listafólk eru komin við eini almennari yvirlýsing um nýggja leiðaran til Listasavnið, Magist arafelagið ger vart við seg, og felagið Før- oysk Myndlistafólk átalar viðgerðini av leiðarastarvinum og heldur, at Helgi Fossadal er júst tann rætti maðurin at leiða savnið LISTASAVNIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Síðani stýrið fyri Lista- savnið í farnu viku hevði fund um at seta nýggjan leiðara fyri savnið, hevur ófriður valdað í føroyska listaumhvørvinum, og nú eru tað fleiri, sum blanda seg alment upp í stríðið. 13 listarfólk hava sent eina almenna yvirlýsing út, Magistarafelagið ger eisini vart við seg, og felagið Før- oysk Myndlistafólk hevur gjørt sína innstilling av Helga Fossadal almenna. Boðini frá teimum 13 listafólkunum og Magist- arafelagnum eru greið. Tey vilja hava, at eitt fólk við listafrøðisligari útbúgving verður leiðari fyri Lista- savnið, og hesa útbúgving hevur tann innstillaði um- søkjarin, Helgi Fossadal, ikki, hóast hann hevur verið sera virkin í føroyska lista- umhvørvinum í nógv ár. Føroysk Myndlistafólk heldur hinvegin, at tá ið ein listfrøðingur longu er í starvi á Listasavninum, er Helgi Fossadal júst tann rætti leiðarin fyri savnið, tí hann hevur drúgvar leiðslu- royndir umframt stóran kunnleika um føroyska list. Formaðurin ímóti meiriluta Tað var í síðstu viku, at stríðið rættiliga tók seg upp. Stýrið fyri Listasavn Føroya hevði tá fund um at seta nýggjan leiðara fyri savnið. Fýra fólk høvdu søkt, men bæði Føroysk Myndlistafólk og Listafe- lag Føroya høvdu stillað Helga Fossadal inn til starvið. Hesari innstilling tók ein meiriluti í stýrinum fyri Listasavnið undir við, men formaðurin Gunnar Hoydal var ímóti. Hann vildi ikki góðtaka hesa innstilling, og hann sigur seg hava lagt fundin niður, hóast viðtøk- urnar fyri Listasavnið siga, at avgerðir skulu takast við vanligum meiriluta í stýrin- um. Síðani vendi Gunnar Hoydal til Mentamálaráðið, sum hann umboðar, fyri at fáa tað at kanna, um um- søkjararnir lúka treytirnar í starvslýsingini, har tað millum annað verður sagt, at leiðarin skal hava lista- frøðisliga útbúgving. Hann helt, at støðan var so serlig, at hetta var neyðugt. Tá ið Gunnar Hoydal fær boð úr Mentamálaráðnum, skal fundurin um leiðarin takast uppaftur, sigur hann. Listarbólkur ger greitt Meðan alt leggur í hálvum gekki, eru fólk og feløg farin undir at gera vart við seg alment, og tað verður roynt at ávirka málið bæði alment og óalment. 13 føroysk listafólk hava sent út eina yvirlýsing, har tey siga seg vilja hava ein – og bert ein – leiðara fyri Listasavnið, og hesin skal hava listfrøðisliga útbúgv- ing. Tað hevur annars verið ætlanin, at ein leiðari og ein listarligur leiðari skuldi setast fyri savnið, men hes- um taka tey ikki undir við. Listafólkini, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, eru tey somu, sum herfyri tóku seg úr felagnum Før- oysk Myndlistafólk, tí tey halda, at felagið ikki longur umboðar tey á fullgóðan hátt. Afturat teimum hava eisini tvey listafólk afturat skrivað undir yvirlýsingina. Listafólkini eru: Andrias Andreassen, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Rannvá Pálsdóttir Kunoy, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen. Eisini Magistarafelagið er komið við eini fráboðan, har tað krevur av myndug- leikunum, at treytirnar í lýsingini eftir leiðara til Listasavnið verða hildnar. Magistarafelagið sigur, at í lýsingini eftir leiðara stendur sum treyt, at um- søkjarin skal hava lista- frøðisliga útbúgving. Helgi er rætti maðurin Felagið Føroysk Myndlista- fólk ger nú eisini vart við seg, og í einum brævi til fjølmiðlarnar sigur formað- urin í felagnum, Kári Svensson, at felagið átalar ta viðgerð, sum setanin av savnsleiðara fyri Lista- savnið hevur fingið. – Vit leggja dent á, at tá ið savnið sum er hevur ein listafrøðing í starvi, er ikki neyðugt, at ein listafrøð- ingur afturat verður settur. Hinvegin er tað alneyðugt, at ein við drúgvum leiðslu- royndum og góðum listara- ligum førleika annar verður settur, sigur felagið Før- oysk Myndlistafólk. Felagið hevur gjørt sína innstilling av Helga Fossa- dal almenna, og í hesari innstilling verður millum annað sagt, at Helgi Fossa- dal í verki hevur víst, at hann er til fulnar førur at stjórna Listasavninum. Hann var fyribils leiðari eitt ár herfyri, og tá var nógv fingið á skaftið. – Hóast Helgi ikki er listfrøðingur við prógvi, so man tað vera fáur her á landi, ið hevur størri vitan um føroyska list og hevur sýnt listini størri ans enn júst hann, sigur felagið. Tí halda Føroysk Mynda- listafólk, at Helgi Fossdal er rætti leiðarin fyri Lista- savnið, og tað heldur eisini ein meiriluti í stýrinum fyri Listasavnið, men formað- urin er ímóti, og í løtuni er tað óvist, hvussu støðan er við starvssetingini. Stríðið um Listasavnið harðnar Nú er stríðið um leiðaran á Listasavnið Føroya blivið meira alment, og fólk og feløg royna nú eisini at ávirka málið alment Mynd: Jens Kristian Vang