Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Bodil Simonsen deyð Sunnukvøldið 2. januar 2005 and- aðist Bodil Simonsen í Klaksvík, 79 ára gomul. Hon var dóttir Annu og Jógvan Isaksen. Mamman var ættað úr Uppistovu á Trøllanesi, og pápin var úr Beiti í Lorvík. Hann var skipari og átti Atlantsfarið saman við Kjølbro. Bodil vaks upp og gekk í skúla í Klaksvík, og har búði hon alla sína tíð. Hon giftist við John Simonsen, sum er sonur Giddu og Jens Christian í Toft, og tey búsettust á Gørðum. Tey bygdu sær hús har, men seldu tey nøkur ár seinni til kommununa, sum síðani hevur brúkt tey til læknaviðtaluhøli. Bodil og John keyptu í staðin hús- ini hjá Veru og Símuni á Gørðum, sum var beiggi John. Helst gjørdu tey tað, tí at hesi húsini lógu nærri við veg, og at tað tí var høgligari at røkja hýruvognskoyring haðani. John hevur koyrt bil meginpartin av lívinum, og tað var so eitt av størvunum hjá Bodil at passa tele- fonina, tá fólk ringdu - alt sam- døgrið - at biðja um hýruvogn. Frægari var, tá John seinni fór at koyra lastbil, tí lastbili var sjáldan brúk fyri á náttartíð. Høvuðsstarvið hjá Bodil gjørdist at passa hús og heim og mann og børn og telefon. Men summi tíðar- skeið arbeiddi hon úti. Hon stóð í handli í nøkur ár, og tá hon var komin nakað upp í árini, arbeiddi hon í nøkur ár á flakavirkinum á Kósini. Hon var av arbeiðssamastu fólk- um og hartil blíð at koma inn til. Nær knýtt at Brøðrasamkomuni gjørdi hon eisini sítt í Betesda og Zarepta. Hon hevði annars nóg mikið at takast við heima, tí børnini vóru ikki so fá. Bodil og John fingu hesi børnini: Jógvan (Egga) er giftur við Áslu, f. Klein. Tey eiga børnini Mary, Bjørg og John. Kjartan er giftur við Sonju, f. Høgnesen. Teirra børn eru Elsa, Bjørn, Bodil og Erla. Anna er gift við Kára Müller. Tey eiga børnini Heidi, Beintu, Lars, Jonny, Ann Kari, Mariu og Randi. Elisabeth er gift við Árna Jacob- sen, og tey eiga Alex, Jónu og Rana. Unn er gift við Elfinni Trónd- heim. Teirra børn eru Lisa, Joan og Bogi. Bjørn var yngstur av børnunum hjá Bodil og John. Hann doyði av sjúku 7 ára gamal. Bodil og John fingu 16 lang- ommu- og langabbabørn. At gerast minnisveikur er sjúka, sum tykist at gera alt meira um seg í samfelag okkara. Bodil var eitt av teimum fólkunum, sum fyri nøkr- um árum síðani varð rakt av hesi sjúku. Tey seinastu árini var hon á Norðoya Ellis- og Røktarheimi. Í dag, 6. januar 2005 verður Elmar Poulsen í Klaksvík 60 ár. Elmar er sonur Marthu og Jóhannes Poul- sen á Gørðum í Klaksvík og er næst yngstur av fimm systkjum. Bert 13 ára gamal byrjaði hann at arbeiða hjá Eriki Olsen í Garðabúðini. Tá ið hann fór úr skúlanum, byrj- aði hann sum ørinda- drongur á skrivstovuni hjá P/F J.F Kjølbro og var har í nøkur ár. Eitt skifti arbeiddi hann hjá P/F Stella og eina tíð á skrivstovuni á flakavirk- inum á Kósini hjá P/F JFK. Í 1974 byrjaði hann at ar- beiða í Norðoya Spari- kassa, og har starvast hann enn tann dag í dag. So í oktober í fjør rundaði hann sín tríati ára starvsdag. Hóast sína drúgvu starvs- tíð í Norðoya Sparikassa, hevur Elmar roynt annað enn at hava penn í hond. Millum annað var hann ein minniligan útróðrartúr. Menn søgdu, at veðrið fór at vera gott, men tað vísti seg at vera av tí allarring- asta, har tað rullaði heilt illa. So hann rósti ikki ferð- ini. Elmar hevur gingið á fjall í nógv ár og ger tað fram- vegis. Og í hoyna er hann altíð fúsur at hjálpa. Hann eigur hús við Kjalarvegin og brúkar nógva av sínari frítíð til at fríðka um uttan- fyri. At syngja dámar Elmari væl, og sungið varð nógv heima saman við systkjun- um. Hann sang eitt skifti við í kórinum í Betesda. Annars plagar hann at vera á Zarepta og hjálpa til við barnalegunum. Hann hevur eisini verið í Íslandi fleiri ferðir og hjálpt til við barnalegunum á Austjørn. Hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum og 30 ára starvsdegnum. Elmar Poulsen seksti ár Til abba mín Hans Jacob Guldbro 21. august 1925 – 1. januar 2005 Abbi mín Sangur brúsandi reinur Umfevnir abba mín Lívið er lív av nýggjum Uttan pínu og sorg Ljósastu einglar dansa Syngja nýggjasta sang Alheimsins faðir teg tekur Inn í sin elskandi favn Abbi mín syng tín vakra sang Lyft upp ljósið og skýn á hav Saknurin kennist so tungur Eg sakni abba mín Men eg veit at abbi mín syngur Syngur sín sang til Tín Símun Móttøka 25 ára starvsdagur Fríggjadagin 7. januar kl. 14.00–17.00 verður almenn móttøka á SEV í Tórshavn í sambandi við, at Klæmint Weihe, stjóri, hevur starvast í 25 ár hjá elfelagnum SEV. Øll eru hjartaliga vælkomin. Elfelagið SEV Dagurin 6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin. 6. januar var í fornkirkjuni hildin sum føðingar- dagur Krists og var róptur Epifania Domino (opin- bering Harrans). Tá teir í 4. øld semjast um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar trett- andi dagur jóla. Í januar 1975 tóku 18 maskinmeistarar prógv á Maskinskúlanum í Havn. Aftara rað, f.v.: Jóhan P. Abrahamsen, Strendur, Súni Abrahamsen, Oyndarfjørður, Pætur Debes, Tórshavn, Regin Djurhuus, Hvítanes, Óli E. Erlingsson, Fámjin, Jóannes Eyðun Hansen, Funningur, Almfinn J. Jacobsen, Skálafjørður, Djon Djurhuus Jacobsen, Tórshavn, Jógvan H. Joensen, Miðvágur, og Karl Joensen, Syðrugøta. Fremra rað, f.v.: Petur O. Larsen, Oyrarbakki, Jens O. Mikkelsen, Tórshavn, Mortan Mortensen, Tórshavn, Niels Jacob Olsen, Argir, Hjalmar N. Poulsen, Tórshavn, Ólavur Rubeksen, Tórshavn, Mannbjørn Vang, Miðvágur, og Hans G. Winthereig, Tórshavn. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1975 Fyri 30 árum síðan: Maskinmeistaraprógv í 1975