Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 • hósdagur • 6. januar 2005 • 79. árg. Mánadagin 3. januar 2005 kom fyrsti amerikanski bilurin til fyritøkuna Import, sum innflytur ameri- kanskar bilar bein- leiðis á føroyska marknaðin. Tað er Toni Dam í Havn, sum eigur og rekur fyritøkuna BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Import er ein nútímans fyritøka, ið samstarvar við framleiðarar á altjóða marknaðinum, og vørurnar verða fluttar beinleiðis til kundan. Tað er Toni Dam í Havn, sum eigur og rekur Import. Í løtuni eru 5 fólk knýtt at fyritøkuni, sum fevnir um alt landið. Import byrjaði sítt virk- semi við at innflyta og selja vindeygu og hurðar. Fyri- tøkan kann t.d. eisini bjóða eitt úrval av viðlíkahalds- fríum húsaklædningi úr Kanada. Toni Dam sigur, at kapp- ingin er sera hørð á altjóða marknaðinum, og merkir tað at viðurskiftini hjá kundanum altíð skulu vera optimal og dagførd hvat viðvíkur góðsku, úrvali og prísi. Vit hava hvørki pakkhús, lastbilar ella vørugoymslu. Tílíkt skal jú alt fíggjast, og tað verður sjálvandi lagt omaná prísin, áðrenn kund- in kann keypa vøruna. Verður keypt inn beinleiðis, er ikki neyðugt við hesum eyka kostnaði. Samskiftið og flutningsviðurskiftini eru so góð í dag. Velur kundin at keypa frá Import, fær hann eina vøru, ið eg persónliga kann standa inni fyri, hvat við- víkur góðsku. Eisini syrgi eg persónliga fyri, at kund- in fær eina so góða tænastu sum møguligt. Málið er til eina og hvørja tíð at bæði kundin og eg eru nøgdir, sigur Toni Dam. Beinleiðis inn- flutningur av bilum Import hevur nú gjørt eina samstarvsavtalu við eina stóra bilfyritøku, ið fevnir um størsta partin av USA og Kanada. Import bjóðar í hesum sambandi føroyingum at keypa mest sum øll akfør, ið kunna keypast í USA og Kanada í løtuni. Í fyrstu syftu er talan um bilar, ið amerikanarar kalla "trucks". Tað vil siga stórir jeepar av ymsikum merkj- um sum t.d. Chevrolet, Dodge og Ford. Allir koma heim í luksusútgávu, t.v.s., at teir hava mest sum alla eykaútgerðina við. Hesir bilar eru kendir fyri sera stóra orku og teirra góða kvalitet, og verða teir nógv nýttir sum t.d. neyð- sendarbilar um allan heim. Eisini verða teir nógv nýttir sum kranabilar, brandbilar, sjúkrabilar, bjargingarbilar o.s.fr. Jeeparnir fáast bæði sum vørubilar og sum persón- bilar. Teir kosta millum 400 og 700 túsund krónur. Við í prísinum er sjálv- andi øll klárgerðing, skrá- seting o.s.fr. Øll klárgerð- ing av bilunum verður gjørd á góðkendum før- oyskum bilverkstaði, sum Import hevur gjørt sam- starvsavtalu við. Eisini garantiarbeiði og umvæl- ingar verða gjørdar á sama verkstaði. Bilfígging frá Trygging- arfelaginum Føroyar kann eisini útvegast á staðnum, sigur Toni Dam frá Import. Fyrsti bilurin sum kom til landið var ein Chevrolet Avalanche 1500 4x4 Z71 við 5,3 litur V8 bensin- motori og 295 hk. Bilurin er væl útgjørdur við t.d. el- stýrdum leðursetrum, auto- matiskum girum, sóltaki, 2- zonu aircondition, fart piloti, 17" alufelgum, sleipikróki, el-síðurútum, el-síðuspeglum, digitalari kumpass og 6-fløgu BOSE anleggi. Bilurin kostar kr. 438.600 sum vørubilur og 592.600 sum persónbilur. Prísirnir eru v. MVG Meira tilfar er at síggja á www.import.fo. Har er t.d. ein útrokning, sum vísir eina annarleiðis mynd av kostnaðinum millum at koyra við bensin og diesel. Bilurin verður sýndur fram á Torginum í SMS frá hós- degnum 6. januar til og við leygardagin 8. januar Import, Tórshavn: Beinleiðis innflutningur av amerikanskum luksusbilum Toni Dam frá Import við fyrsta bilinum, ein Chevrolet Avalanche 1500 4x4 Z71 við 5,3 litur V8 bensinmotori og 295 hk. Bilurin verður sýndur fram á Torginum í SMS frá hósdegnum 6. januar til og við leygardagin 8. januar Mynd: Jens Kristian Vang Chevrolet Avalanche er ein stórur luksusbilur við last Mynd: Jens Kristian Vang Bilurin er væl útgjørdur við t.d. el-stýrdum leðursetrum, automatiskum girum, sóltaki, 2-zonu aircondition, fart piloti, digitalari kumpass og 6- fløgu anleggi Mynd: Jens Kristian Vang