hósdagur 6. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 6. januar 2005
15
Porsche
mest
lønandi
Týska Porsche verk-
smiðjan er heimsins
mest lønandi bilverk-
smiðja við einum netto
yvirskoti upp á góðar
8,0 milliardir krónur.
Seinasta roknskaparár
vaks sølan við 15 pro-
sentum, har Porsche
Cayenne
stóð
fyri
meira enn helmingin-
um av søluni
Kelda: Motor Magasinet
Ársins bilar
í Japan
VW Golf og tann
nýggi VW Touran eru
kosnir "Ársins Im-
portbilar í Japan 2005"
Kelda: Motor Magasinet
Logan selur
væl
Tann lítli bíligi ru-
menski Dacia Logan
fekk góða byrjan í
Evropa við 30.000 bí-
leggingum
fyrstu
tríggir
mánaðirnar,
harav 15.000 í Rumen-
ia. Renault eigur Dacia
verksmiðjuna
Kelda: Motor Magasinet
Mótvegis øðrum
Rover 75 verður V8
útgávan drivin av
bakhjólunum og fæst
einans við 4-trins
automatgirkassa.
Sum nakað nýtt kem-
ur møguliga ein
Rover 75 Coupé á
marknaðin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Rover er eitt 100 ára gamalt
bilmerki við langari enskari
traditión. Tað bæði sæst og
merkist á eitt nú Rover 75,
ið er ein sera væl umtóktur
bilur. Rover 75 er bæði
nútímans og hevur nógv
sereyðkenni frá gomlum
enskum bilum.
Sum nakað nýtt er nú
ætlanin at koma við einum
Rover 75 Coupé. Avgerðin
um framleiðslu er ikki tikin
enn.
Rover 75 fæst við motor-
um heilt frá 1,8 litur við
150 til 4,6 litur V8 við 250
hk. Í mótsetning til aðrar
Rover 75 verður V8 útgáv-
an drivin av bakhjólunum
og fæst einans við 4-trins
automatgirkassa.
Væntandi verður
Peugeot 407 Coupé
ein av nýggjheitunum
á Genéve Motorshow
í mars 2005. Hesaferð
er tað ikki italska
Pininfarina tekni-
stovan, sum teknar
bilin, men design-
deildin hjá Peugeot
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað verður ikki eins og
seinast at italska Pininfar-
ina teknistovan, sum tekn-
aði Peugeot 406 Coupé,
teknar
avloysaran,
407
Coupé. Hesaferð er tað
designdeildin hjá Peugeot,
sum teknar bilin.
Forgangarin varð teknað-
ur av Pininfarina miðskeið-
is í 90-unum, og designið
heldur sær sera væl. Men
hesin nýggi er sanniliga
eisini smartur og elegantur.
Motorarnir vera t.d.: 3.0
litur V6 og ein 2.7 litur HDi
biturbo, sum verður gjørdur
í samstarvi millum PSA og
Ford.
Peugeot 407 Coupé verð-
ur gjørdur í Rennes í Frak-
landi saman við Peugeot
407 SW og Citroën C5.
Peugeot 407 Coupé:
Ein av nýggjheitunum á Genéve Motorshow
Rover 75 V8 sedan og coupé
Peugeot 407 Coupé verður ein av nýggjheitunum á Genéve Motorshow í mars 2005
Rover 75 við 4,6 litur V8 motori og 250 hk. Mótvegis øðrum Rover 75 verður hesin drivin av
bakhjólunum
Spennandi at vita, um
hesum snøggi Rover 75
Coupé verður framleiddur