Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 90 — 15. MAI 1999 tíðindablaðið Anthony Layden, ein av oddamonnunum í bretsku samráðingarneyndini oll árini her samn við fóroyska samráðingarleiðaranum, Arna Olafsson Anthony Layden, fyrrv. limur í bretsku marknanevndini: Føroyska stødu- festið gav úrslit -Høvdu førovingar ikki verið so stóðufastir, høvdu tit kanska ikki fingið tað økid, sum tit hava fingið í avtaluni. Ein miðlinjuloysn sum henda gagnar báðum londum - og við henni slepst undan at skula fara til Haagdómstólin og harvið steðga oljuleiting í øllum økinum í mong ár sigur Anthony Layden, limur av bretsku samráðingarneyndini JAN MULLER -Tað gleðir meg stórliga, at ein avtala nú er rokkin um markið, sum báðir partar eru nøgdir við. Hetta sigur Anthony Lay- den. fyrrverandi limur í bretsku samrådingarnevnd- ini. Hann starvaðist í fleiri ár á bretsku sendistovuni í Danmark og var har ein av undangongumonnunum fyri at økja um samvinnuna millum Føroyar og Bret- land. Seinastu tíðina hevur hann verið á høgum stoði í uttanríkisráðnum í London - til hann so nýliga varð settur sum sendiharri í Ma- rokko. Anthony Layden hevur verið við í samráðingunum um markið frá fyrst í 90- unum til fyri kortum. Vit spurdu hann, um hann hevði ímyndað sær hetta urslitid, tá samráðingarnar gingu uppá tað harðasta. -Tað vóru tíðir. tá vit ivadust í, um tað bar til at koma til eitt úrslit. Men sjálvur havi eg altíð hildið, at endaliga úrslitið fór at líkjast hesum, sum nú liggur á borðinum. -Hvat hevði komið burt- ur úr, um málið fór til Haagdómstólin ? -Ein veit ongantíð, hvat kemur burtur úr har. Mun- urin nú er tann, at her kunnu báðir partar semjast um eina loysn, meðan tað í Haag er ein tridi partur, sum kann finna onkra heilt aðra loysn. -Hava oljufeløgini ikki lagt stórt trýst á bretsku stjórnina fyri at fáa eina loysn nú? -Eg havi altíð roknað við einum ella øðrum trysti, men tað hevur ikki víst seg í so stóran mun. Oljufel- øgini hava bara gjørt greitt, at tey fegin vilja sleppa at bora í økinum. Samanumtikið heldur Anthony Layden, at avtalan er góð fyri báðar partar, hóast hann ikki dylur fyri, at teir kundu ynskt sær eitt sindur meira av øki, men takkað verið føroyska stødufestinum fingu Før- oyar meira ella minni tað mark, sum føroyingar kravdu frå fyrsta degi -Høvdu tit ikki verið so avgjørdir, høvdu tit kanska ikki havt fingið tað økid, sum tit í dag hava fingið í avtaluni. Høvdu tit hinvegin verið minni avgjørdir, so høvdu tit kunnað fingið eina loysn fyrr. Tá vit nevna upprunaliga kravið, sum rakk langt inn á landgrunnin - og fast- halda, at tað var órímuligt, sigur Anthony Layden, at hetta skuldi skiljast sum teirra boð uppá eitt mark og var tað eftir teirra tykki í tráð við fleiri dómar um mark, har annað enn mið- linjan var avgerandi. Uppá fyrispurning hví teir loksins góðtóku mið- linjuna vísir hann á eina búskaparliga kanning teir høgru fyri nøkrum árum síðani. Henda vísti, at tað var meira lønandi at fáa eina miðlinju enn at bíða í fleiri ár eftir eini avgerð frá Haag, sum kanska gav einum eitt sindur meira av oki. Tí ein miðlinjuloysn hevur við sær, at tú kanst fara undir oljuboring beinanvegin - frá báðum síðum. Vit spurdu Anthony Lay- den, hvat hann heldur um úttalilsini hjá Edmund Joen- sen um, at føroyingar høvdu fingið eina betri avtalu, um farið var tann politiska vegin nú móti endanum -Eg dugi ikki at síggja. hvussu føroyingar høvdu kunnað fingið eina betri avtalu. Vit vórðu heldur ikki samdir i hasum, tí fólk á hægsta politiska stoði kunnu ongantíð vita nóg mikið um smálutirnar. -Eg kann tó ikki siga hetta við vissu. Tað er so mín per- sónliga áskoðan, at fundur á hægsta politiska stigi hevði ikki neyðturviliga givið føroyingum eina betri loysn. Við síni vitan um før- oysk-bretska = samvinnu heldur Anthony Layden, at nýggja marknaavtalan er avgjørt ein nýggj byrjan, sum fer at lata nógvar hurð- ar upp fyri fruktagóðum samstarvi í framtíðini. -Eg haldi eisini. at henda ósemja hevur verið ein meinbogi fyri samvinnuna alt ov leingi, og tí eri eg sera fegin um, at vit kunnu kunnu arbeiða við meira konstruktivum og itøkilig- um uppgåvum. Hann leggur aftrat, at fólk teirra á sendistovunum og í uttanríkisráðnum hava yms- ar áskoðanir um, hvat hetta skal vera. TTT 7 ut 1 hem ON RT SSA NR vid Atlantic Airways KRANS 4 Danland - Søndervig feriehotel i eina viku Fyrst hugsaðu vit um Rhodos - men so hugsaðu vit um børnini Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Billund, hagani tað er ein uma at kovra til Søndervig við Vaðhavið Gist verður í ibudum við ollum hentleikum A hotelokinum eru matstovur, subtropiskt badiland, hitarúm, solarium, borðtennis og Íbúð til 4 fólk, 2 vaksin og 2 børn iøll4.…..…Kr. 12.995,- Tidarskeid: 20/06 - 01/07 & 31/07 16/08 Íroknað prísin er flogferð vid ferðasvgjaldum . innivist I 7 nætur fyri 2 vaksin og 2 børn undir 12 ér sæ Ísland - kring Ísland i eina viku á Edda hotellum Síggj jørðina remba sær Atlantic Airways flygur beinleiðis til Reykjavíkar. har ferðin kring Ísland á Edda hotcllum byrjar við omnibus-passi eftir Ringvegi Í. sum ringir seg meira enn 1400 kilometrar framvið allari islendsku strondini I dupultkamari vid hondvaski Fyri hvonn.....Kr. 6.011,- Diðarskeið: juni, juli, august Íraknað prísin er fiogferå við ferðaavgjaldum. Og innivist í 7 nætur á Edda hotelium. Dg Omnibus-pass. p.d Glasgow - McMillan gístingarhús í eina viku Fortíð og nútíð, her finnur tú bæði Atlantic Airways flygur beinleiðis til Glasgow. har gist verður á einum av teimum $ átta gistingarhusunum á McMillan-ketuni Øl gistingarhusini liggja væl fyri umkring miðbvýin. Her upplivir tú ein virknan og hvligan verðinsby. við eini ørgrynnu av tilboðum. Bæði til gamans og alvara Í dupultkamari við bað Fyri hvønn.…Kr. 4.590,- Tidarskeid: 19/06 - 15/08 Sí annars oll okkara góðu tilboð í blaðnum "Út í heim" Ein ferð uttan umvegir Tað er lætt og skjótt at ferðast. ta ið heimurin er 1 grannalagnum Atlantic Airways flýgur stytstu leið og leggur til rættis bæði ferð og uppihald. So nu er lag á manni, at gera dreymaferðina - uttan roks og kringlutar umvegir Ferðirnar kunnu bíleggjast á øllum ferðaskrivstovum kring landið. D Atlantic Airways Tel 333 900 - Fax 333 380 . > sansin TEL 355 355