týsdagur 18. mai 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Miiller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
| Jonhard Hammer
| Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
| Dagfinn Olsen |
John Johannessen |
Sveinur Tróndarson |
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
|
|
|
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post & sosialurin.fo
Storur åhugi fyri al-
mennum orðaskifti
Oddagrein
BLADID hevur vid jøvnum millumbili
gjørt vart við, hvussu stóran tydning
almenna orðaskiftið hevur fyri demo-
kratiið. Vit hava í hesum sambandi
eisini hýst ollum innsendum brovum,
viðmerkingum, sjónarmiðjum osfr. Her-
fyri gjørdu vit so ta broyting at krevja
fult navn undir hesi brov.
HETTA hava vit havt sera góðar royndir
av, og hevur tað eisini víst seg, at
áhugin fyri at skriva í blaðið ikki er
minkaður, síðani navn kravdist undir
brovini, kanska heldur tvorturímóti.
MEN her er eitt stórt men. So nógv
verður skrivað og so stórur er áhugin
fyri at vera við í orðaskiftinum, at vit
hava ikki fingið alt tað innsenda tilfarið
í rættstundis. Tvs. at vegna plásstrot
má tilfar oftani bíða í fleiri dagar. Og í
onkrum fori hevur tað ligið so leingi, at
tað er vorðið óaktuelt. Vit biðja okkara
lesarar halda okkum til góða. Hetta er
ikki nokur haldbar stoða í longdini, og
tí verður tað eisini arbeitt við at finna
útvegir fyri at kunna bøta um hesi
viðurskifti, eitt nú við at prenta fleiri
síður.
| hesum viðfangi skulu vit eisini heita
á okkara lesarar, sum vilja brúka blað-
ið, um at skriva stutt. Brov og viðmerk-
ingar, sum ikki fylla fleiri síður, hava
betri møguleika at koma við. Lat tað
annars verða sagt á hesum stað, at
blaðið tilskilar sær rætt til at stytta
innsenda tilfarið. Hetta er bæði rimuligt
og rætt og sum so eisini uppgávan hjá
einum blað. Vit síggja annars fegin, at
tit senda tilfarið á email ella á diskili,
um hetta ber til.
VONANDI fáa vit í næstu framtíð betri
umstoður at hýsa og seta upp brov,
viðmerkingar og sjónarmið. Til ta tíð
fara vit at biðja tykkum hava tol. Vit
royna sjálvandi at skapa umstoður fyri
at fáa tilfarið við skjótast tilber. Broyt-
ingar og umbygging av teknisku deild-
ini á blaðnum í løtuni fara eisini at
skapa betri og rúmari umstoður í blað-
num sum frálíður. Við hesum fara vit
at heita á lesararnar um framhaldandi
at brúka blaðið og harvið eisini tryggja,
at vit hava eitt livandi og breitt alment
tjak um flest allar samfelagsspurningar.
Sosialurin
Viðmerking:
Eldru rikin av bygdini
Samrøda við Jógvan Greger-
sen bygdarådsformann i
Gøtu i Sosialinum tann 6
mai: Haraftrat visir bygda-
ráðsformaðurin á, at fleiri av
teimum gomlu. hann hevur
tosað við, als ikki ætla at
flyta inn í nakað sambýli
Tey ynskja at búgva heima
Henda nágreiniliga kann
ing um tørv til eldrarøkt er
tvaleyst orsøkin til, at starvs
bólkurin. sum valdur varð at
tala sak teirra eldru fyri
stuttari tíð síðan skrivliga
fekk upplýst. at als eingin
skipaður eldrapolitikkur er í
Gotu kommunu. Millum
linjurnar kundi lesast. at ti
vóru hyggjuráð at bróta
niður ta eldrarøkt, sum teir
tríggir stigtakararnir Rigmor
Thomsen, Haldis Eikholm
bådar ur Nordragøtu og
Esmar Jacobsen ur Syðru
gøtu fingu í lag við at stovna
eldrafelagið Gøtubrå tann 8
okt 1994 Foroya
Landsstýrið veitti felagnum
bestu sømdir, men frå Gøtu
bygdaráð var einki at heinta
Skuggavald í lonini og loki
fleyg millum sillar
Bara fýra tímar um vik-
una nýta tey gomlu húsið.
upplýsir harra Jógvan Gre
gersen, borgarstjóri. hví ikki
upplýsa, at bygdaráðið við
síni køldu hond hevur forða
felagnum at fremja ætlan
sína í verki. Eitt lítið brot úr
brævinum sum sent er
bygdaráðnum hesum við-
víkjandi.
Ein slík miðstøð kann nýt-
ast til fleiri endamál, til gagn
og gleði fyri okkara sambýli
avlasting útskrivaðar
sjúklingar, sum eina tíð
krevja eyka røkt og hvíld,
tilboð um dagtilhald, ítriv og
hugnaliga samveru - til
útbering av mati til tey, sum
hava tørv á ti, o.m.a. Húsið
kundi soleiðis viðvirka til, at
tey eldru kunnu stødast
ongri í egnum heimi
Gøtu kommuna hevur um
900 íbúgvar, harav sambært
1agstovuni fýrati børn í væl
skipaðari barnaansing
Harra Jógvan Gregersen,
»orgmeistart, um tú heldur
teg til reglugerð frá yvir
teilsunevndini um barna-
garðar. so vilja 150 m' gólv-
vídd ríkiliga nøkta tørvin.
Samlað golvvidd á húsinum
tekst um 450 m- hartil eigur
kommunan læraraíbúðina
vídd 130 m-, 5
har er 25 m
millum syllar t.v.s. at Gøtu
kommuna eigur umleið 580
m- gølvvidd, sum nýtast
kunnu til kommunal enda-
mál. Gev so barnagarðinum
180 m-. tá eru 400 m- eftir
Rúm er meira enn nóg
mikið bæði ul eldrarøkt og
barnagarð, men borgmeist
arin er ítróttarmaður, ein
frísk sál í einum frískum
líkami, og hetta er sportur,
stuttligt at síggja, tá tey
gomlu fara sjølkandi út um
garðarnar. Hvussu er tað
Nordahl Grieg sigur:
De strøk fra sit hjem
og kjøpte med andres tårer
og blod
fornøjelsen ved at herke
et år eller kansje to.
Ein sonn sjúklig gleði at
kunna vísa seg sum eirinda-
leys og valdsharra.
Jú. harra Jógvan Greger-
sen. borgmeistari, í dag ert
tú sionskur at fáa eyga á. Øll
bygdin sær teg, alt Foroya
fólk sær teg. langt út um
landoddarnar er navn títt
kent, er ritað vid rúnum í
Føroya søgu.
Frá fyrireikingarneyndini
til eldraárið kemur bokaverk,
sum skal lýsa riðferð
myndugleikanna av teim
eldru og aldrandi.
Hvorji eru so hesi. harra
Jógvan Gregersen, borg-
meistari, tú sambært tíðinda-
bera tínum. sjálvan kross-
messudag, lýsti útlagin at
vera.
Hatta er í stóran mun døt-
ur og synir teirra, sum sleip-
aðu tilfar til 1890 og 1929
skúlarnar, sum strevaðu og
bygdu fyri eina timaløn, sum
gekk undir heitinum
pliktarbeiði.
Hetta eru nakrar av teim-
um, sum við tøling skaptu
fígging til tann tá nógv um-
talaða skipstroyggjutrolarin,
sum meira enn annað gjørdi,
at tú nakrantíð varð loystur
úr reivi.
Harra borgmeistari, legg
teg å knæ, falda hendurnar
og takka tinum skapara, sum
sendi hasi fólkini at rúmka
tær ræsur.
Lat tey so fara stetlandi út
um bøgardarnar at søkja sæt
skýli hjá grannakommun
unum. men tú harra Jógvar
Gregersen, borgarstjóri
stendur eftir í søguni, eisini
um túsund ár.
Søgan endurtekur seg
trúarstríð, og oll minnast
søguna um dapra leikin á
helluni í Dímun. Havi to
altíð roynt at borið yvir við
tilætlaðu niðingsgerðini móti
dreingjunum, tí Tróndur var
heiðin blótmaður og kendi
ikki til annað enn myrkusins
sidalæru, men ár 1999, lýst
sum ár teirra eldru um allan
heim og so hetta. Tey eldru
ríkin úr kommununi. Hvor
eigur eitt forsvar fyri slíkum,
uttan so, at makt ella rættari
maktmisbrúk er rættur í
sjálvum sær.
Harra Jógvan Gregersen,
borgmeistari, fåur, um nak-
ar, trý uppá títt Soria Moria
slott um fýra ár
A hellum í Dímun var tó
ein hóast blótmaður og heið-
in, sum bøtti fyri. Her eigur
Foroya landsstýri at royna
seg, ella er eingin Svínoyar-
Bjarni í okkara kristna landi
í dag.
Petur E. Mikkelsen
Syðrugeta
Sannleiki og lygn
Las stutta grein, sum Jens
Pauli Heinesen skrivaði í
Sosialinum 11.5. Hansara
eyknevni fyri tey trúgvandi,
at tey eru >fundamentalist-
ar«, lati eg fara framvið. Vit,
sum kenna tey trúgvandi
vita, at hetta sigur meira um
Jens Paula sjálvan, enn um
tey trúgvandi.
Tað sum eg í veruleika-
num vil viðmerkja er, at tað
er blivið næstan móti at hava
eina >forbronglaða< hugsan
um skriftirnar. Tað vil siga
eina hugsan, sum sigur, at
einhvør kann leggja út skrift-
irnar so, at tær passa inn í
hansara lív. Gud er góður, so
leingi >hann aktar meg<. At
eg skal gera sum Gud sigur,
kemur hesum menniskjum
ikki til hugs.
Gud er skaparin. Hann
hevur skapað alt sum til er.
Tað stendur um Gud, at tær
hægstu verðurnar á himni,
sum hava nógva ferðir stórri
vald enn nakar kongur ella
forseti á jørdini nakrantíð
kemur at hava, falla á sína
ásjón og tilbiðja Gud nátt og
dag!
Tað er eymleikan og und-
irgevanina undir Guds vilja
hjá teim trúgvandi, ið mong
ikki tola. Og so skal tað skír-
ast okkurt ljótt. Og hví íkki
brúka tað ljótasta, tað sum
teir ringastu yvirgangs-
kropparnir á jørdini verða
skírdir? Er hetta rættvíst um
friðarlig og fridarelskandi
menniskju? Nei. tað haldi eg
ikki. Ti sigi eg. at tílík skíran
sigur meira um skíraran, enn
um tannskírda. Og so nokk
um tað.
Annars er bíblian Guds
bod til okkara. Jesus er Harr-
in. Kongur konganna og
Harri = harranna. Honum
skulu vit lýða. Og hansara
orð eru greið. Tann, sum tek-
ur við Golgataoffrinum, er
frelstur. Tann, sum vrakar tað
fer fortapt, fer í helviti. Hetta
eru geið boð, og hetta er tað,
øll trúgvandi eru sett at boða.
Jens Pauli endurgevur Will-
jam Heinesen, sála, fyri at
kalla læruna um helviti, >ta
ljótastu læruna, ið til er<. —
Og hon forkenar bert at
verða varðveitt í spritti. Nú
veit eg ikki, um trøllini hjá
Williami vóru vakrari - .
Men læruna um helviti hava
vit frá Kristusi sjálvum. Ikki
vit, men Kristus, hann, sum
hevur alt vald á himni og á
jørð, segði okkum um himm-
al og helviti. Skulu vit so
tiga?
Vit eru bodberar i Kristi
stad. Vit siga við Kristusi:
Verði sátt við Gud! Soleiðis
sigur ápostulin. Um tað skal
vera hugsanin, at vit skulu
taka alt burtur úr skriftunum,
sum okkum ikki hóvar, so
gevi eg lítið fyri kristnina.
Tá er hon ikki vorðin annað
enn lygnarar og falsarar. Og
annað eru tey, sum ger slíkt
ikki.
Hetta vilja vit ikki vera!
Vit vilja, við øllum mildni
og kærleika, siga frá um
helviti. Men ikki minst, at
tað er ein vegur uttan um
helviti: Jesus Kristus! Og
hansara verk á Golgata. Utt-
an Jesus kemur eingin í
himmalin.
Kristus hevur sent okkum
út at boða HANSARA boð-
skap. Ikki OKKARA boð-
skap. Um vit leggja helviti
burtur úr, tá er tað ikki Kristi
boðskapur longur, og tískil
ikki kristindómur, men svik-
alæra vit boða. So einfalt er
tað.
Eg eri bangin fyri, at sendu
vit hesi sokallað nýhugsandi
menniskjuni út at keypa
breyð til hungrandi fólk, so
komu tey aftur við gróti. og
hildu seg hava gjørt eina
góðgerð. Annarleiðis kann
eg ikki skilja greinina. Eg
loyvi mær at gera hesa við-
merking alment, tí hann kom
fram við sínum pástandi al-
ment. Tað sum Kristus sendi
okkum út at boða, mugu vit
ikki boða! Menniskju tola
tað ikki! Er hetta ikki at gera
sum strutsurin?: Stinga
høvdid i sandin, fyri ikki at
síggja veruleikan í eyguni?
Hvor vísdómur er í ti?
Er helviti til, so er tað til,
og so skal tað ikki tigast
burtur! Jesus sigur, at tað er
til, og tað er grundgeving
nokk fyri meg og øll trúgv-
andi. Amen!
Leggja vit helviti burtur-
úr, so kann eg vissa ein og
hvønn um, at tå koma mang-
ar sálir at rópa úr helviti til
okkara, tó at vit ikki hoyra
tey: Hví lugu tit fyri okkum
um helviti? Hví søgdu tit
okkum ikki um hetta ræðu-
liga stað, so vit kundu verða
frelst frá tí?
Hetta, mín kæri vinur, er
grundin til, at vit eisini boða
um helviti, umframt tað, at
Kristus boðar okkum at gera
tað. Ikki tí tað er stuttligt,
men tí tað er satt!
Sonni Jacobsen