týsdagur 18. mai 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 91 - 18. MAI 1999
ítróttar
13
Fyrsti Sigur til VB | rmivaiigur sigur
Fótbóltur: Vågbingar høvdu sigurin uppibornan
móti IF, men dysturin var ikki av teimum bestu
EMIL L. JACOBSEN
Tad vóru tvey lið, sum
kunnu roknast at fara at
liggja nøkulunda í miðjuni
av kappingini í ár, ið hittust
í Vági sunnudagin.
Heimaliðið VB hevði eitt
stig fyri sínar fyrstu tríggjar
dystir, meðan IF hevði fing-
ið fýra stig av níggju møgu-
ligum.
VB vann 3-1 og yvirhál-
aði fuglfirðingar á stigatalv-
uni við betri málmuni
Dysturin var ikki serliga
væl spældur, men VB var
rætti vinnarin. Teir í Il
høvdu verid væl foreintir,
høvdu teir fingið eitt stig
norður við aftur — ongantíð
betur um teir vunnu — og í
hálvleikinum stóð eisini á
jøvnum 1-1.
VB kom å odda, tå 27
minuttir vóru spældir. Mil-
an Culjic skeyt sitt fyrsta
landskappingarmál í ár,
men neyvan tað seinasta, tá
hann fekk bóltin eftir frí-
spark úr høgru. Hann
royndi seg úr 20-25 metr-
um. og hann sat, sum hann
skuldi.
Leiðslan helt bert í fýra
minuttir. Robert Ciesle-
wicz, sum var einsamallur
heilt frammi, meðan Aslak-
ur Petersen og Rógvi Róin
lógu beint aftanfyri, gjørdi
sær dælt av miseydnaðari
rangstødufellu, og hann var
tryggur móti Bjarna Johan-
sen í VB-málinum.
Málið luktaði langan veg
av rangstøðu, og tað gjørdi
tað næsta hjá VB eisini. Tað
kom. tá seinni hálvleikur
var fimm minuttir gamal, og
hesaferð var tað Jón Pauli
Olsen, sum fekk fría leið
móti málinum og sendi
ímillum beinini á Erlingi til
2-1.
VB legði lok á. tá sjey
minuttir vóru eftir av teim-
um 90. IF-verjan var ikki
nóg avgjørd at rudda upp
eftir hornaspark, bólturin
endaði hjá Elian Hansen,
sum skeyt og rakti Rógva
Róin. Bólturin fór beint
uppeftir og dalaði niður aft-
anfyri Erling, sum ikki sá alt
ov væl fyri sólini
Her fall avgerdin, og VB
hevði uppiborið tryggjað
sær trý týdningarmikil stig.
Rætta liðið vann
Sum heild gekk illa at fáa
nakað veruligt spæl í gongd
VB royndi at spæla fram
eftir síðunum. og Jón Gærd
bo úti í høgra borði var
saman við venjaranum
Krzysztof Popczynski mill-
um teir bestu á vellinum.
Men spælið kom ikki langt
fram um miðjuna. áðrenn
tað bleiv til langar bóltar.
har spælandi VB-venjarin
fekk fatur á teimum flestu.
IF-liðið fekk lítið burtur-
úr og kundi ikki vera nøgt
við sítt avrik. Teir trivust
heldur ikki væl á ringa vøll-
inum, og teir megnaðu
heldur ikki at venda gongd-
ini við at seta Eyðun Samu-
elsen inn í seinna hálvleiki.
VB-ÍF 3-1 (1-1)
1-0: Milan Culjic
1-1: Robert Cieslewicz
2-1: Jon Pauli Olsen
3-1: Elian Hansen
VB: Bjarni Johansen — Jón
Gærdbo, Janus Kjærbo,
Eyðun Jacobsen, Magni
Jacobsen — John Eystberg,
Tordur Holm. Milan Culjic.
Petur Oli Samuelsen — Jón
Pauli Olsen. Krzysztof Pop
czynski
IF: Erling Joensen om
asz Przybylski, — Chris
Knight, Torstein Joensen
Eyðolvur Petersen. Roy
Róin. Viggo Johannesen,
Høgni Hansen — Rógvi Ró-
in. Aslakur Petersen — Ro-
bert Cieslewicz.
VB-liðskiparin Eyðun Jacobsen og hansara menn taptu í síðstu viku móti B36 í steypakappingini (myndin), men reistu
seg aftur á heimavelli móti IF sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Vágamenn hava sett sær
fyri, at teir skulu seta fólk
við, soleiðis at teir við spæl-
arum, ið eru uppaldir har
vesturi, í framtíðini skulu
eiga lið, ið kann gera seg
galdandi í bestu deildini.
Eitt er at seta sær sovorð-
ið fyri, og eitt annað er at
gera tað til veruleika. Eftir
at tað fleiri ferðir áður hev-
ur miseydnast hjá teimum
at fáa unglingaliðið, sum
teir hava meldað til, at
rigga, so tykist tað at ganga
betur í ár. Unglingaliðið
hevur spælt tveir dystir. Í tí
fyrra taptu teir 3-0 i Gøtu,
og í tí seinna vunnu teir á
heimavøllinum í Sandavågi
11-1 å fuglfirdingum.
Og nú ætla teir sær út at
ferðast við unglingaliðnum.
Komandi vikuskifti, tá tað
er hvítusunna, skulu teir
taka lut í kapping, sum AB
skipar fyri í Gladsaxe. Leyg-
ardagin skulu teir spæla
tríggjar dystir, ið verða tvær
ferðir 25 minuttir til longd-
ar, sunnudagin skulu teir
spæla tveir dystir, og mána-
dagin verður spælt um end-
aligu plaseringarnar.
Tvey mótstøðulið koma
úr AB, eitt úr Virum Sorg-
enfri, eitt úr FC Bornholm,
og so verður eitt týskt lið
við eisini. Kappingin verður
í øllum teimum yngru ald-
ursbólkunum, og teir elstu
luttakararnir eru úr ung-
lingadeildini. Tað er venjar-
in hjá FS Vágar — hann eitur
Ole Andreasen, og hann er
ættaður úr Keypmanna-
havn — ið hevur fingið ferð-
ina í lag. Umframt ungling-
Unglingar kappast
arnar verða tríggir eitt sind-
ur eldri spælarar við á ferð-
ini. Teir eru málverjin Jóhan
á Mýrini, Birgir Joensen og
Kim Poulsen.
Sambært kappingarskip-
anini skal FS Vágar spæla
landskappingardyst í Gøtu
leygardagin, men i samråd
vid GI og kappingarnevnd-
ina er avrått, at tann dyst-
urin skal spælast mikudagin
2. juni. jh
EMiL L. JACOBSEN
HB vann 5-2 norðuri á
Eiði leygardagin, men
hóast HB var betra liðið,
var sigurin í stórra lagi,
og tað var ikki fyrr enn
móti endanum, at av-
gerðin fall.
Havnarliðið, sum aftur
hesaferð hevði fleiri av
veteranunum á liðnum,
eitt nú Gunnar Mohr,
Inga Rasmussen og Jó-
annes Jakobsen. var
betri í fyrra hálvleiki.
Teir løgdu trýst á heima-
liðið, men megnaðu tó
ikki at skapa so nógvar
kjansir.
Teir fingu kortini tvey
mál fyrstu 45 minuttir-
nar. Pætur Dahl setti hol
á eftir miseydnaða rang-
stødufellu, og Jákup
Lamhauge økti við góð-
um fluktara eftir innlegg.
Í seinna hálvleiki gav
EB/Streymur HB enn
eitt mál. tá ein >Jesper
Olsen<-sending endaði
hjá Eyðstein Simonsen,
sum hevði lætt spæl
So var 3-0, og dysturin
så út til at vera avgjørd
ur. Men sundalagsmenn-
mir góvu ikki skarvin
yvir.
Teir fingu vónina aft-
ur, tá Haldór Joensen við
einum góðum máli
minkaði til 1-3. Fríspark
varð sent innfyri, og Hal-
dór rann í bóltin og
sneiddi hann við høvdin-
um framvið málverjan-
um.
Og teir komu eisini
upp á 2-3, tá sami Haldór
Joensen fekk fatur á
einum langum bólti og
skoraði.
Heimaliðið fekk
trúnna aftur, men enn
ein miseydnad rang-
stødufella elvdi til, at
verjuspælarin Knut Vest-
urtún noyddist at toga í
neyðbremsuna, og fyri
tað fekk hann sum vera
man reyða kortið.
Hetta bleiv ov nógv
fyri teir hjá EB/Streymi.
Minni enn tíggju minutt-
ir vóru eftir, tá útvísingin
kom, men HB fekk tvey
mál afturat, sum Kristian
Eli Andersen og Eyð-
stein Simonsen syrgdu
fyri.
HB er nú nummar trý
í 2. deild og hevur vunnið
tveir teir seinastu
dystirnar eftir ringu
byrjanina móti NSI
EB/Streymur datt |
hinvegin niður á aftasta
plássið. Teirra næsti
dystur er í Hvalba.og tað |
er ikki nøkur Jøtt
uppgáva hjá iðnum.sum |
var umboðað í 1. deild í
1994 fyri higartil einastu
ferð.
So fekk Royn
fyrstu stigini
EMiL L. JACOBSEN
Í tridju royndini eydnað-
ist tad Royn at fåa stig.
Tað var í góðveðrinum
leygardagin, tá NSI vitj-
aði. Hvalbingar vunnu 2-
0.
Vertirnir høvdu yvir-
våg meginpartin av dyst-
inum, og teir komu å
odda longu tå eitt korter
var spælt. Venjarin Zor-
an Mancic sendi horna-
spark innfyri, og har stóð
verjuleikarin Poul Poul-
sen, sum við einum hørd-
um skallara skoraði til 1-
0.
Eitt mál er eingin ser-
liga trygg leiðsla at hava,
og hvalbingar fingu ikki
vissu fyrr enn í seinasta
minutti av dystinum, tá
Eyðstein Jacobsen varð
feldur inni í brotsteig-
inum. Brotssparkið setti
Njálur Niclasen í netið,
og so vóru stigini innan-
borða.
NSI stillaði við einum
ungum liði, og teir vístu
góðan stríðsanda, hóast
teir fløtum vóru rættiliga
trystir. Einaferd var
neyðugt at bjarga á strik-
uni, og ungi målverjin
Pól Egholm hevdi tvær
frálíkar bjargingar,
frætta vit úr Hvalba.
Annars var dysturin
ikki ein av teimum best
spældu, og leingi stóð
stríðið um miðjuna.
Hvalbingar høvdu
broytt eitt sindur upp å
verjuna, og hon spældi
eisini sin besta dyst hig-
artil i år.
Vøllurin ikki góður
Sum kunnugt er vøllurin
i Hvalba grasvøllur, og
hann hevur ikki havt tað
so gott í góðveðrinum
seinastu dagarnar.
Tað hevur ikki regnað
nógv í seinastuni, og vøll-
urin var sera harður
leygardagin. Harafturat
hevur ættin seinastu dag-
arnar elvt til, at nógvur
sandur er fokin inn á
vøllin. Felagið ætlar at
fara í holt við at fáa vøll-
in í hesi vikuni, so hann
verður betri, tá EB/
Streymur vitjar í Hvalba
komandi leygardag.