týsdagur 18. mai 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 18. MAI 1999
Viðmerking:
Jagstrið ikki
tey verjuleysu
tíðindablaðið
- vilja tit verja bórn tykkara móti ágangi, so eru stóru
hóttaninar at finna aðrastaðni enn millum tey menningar-
tarnaðu
Fríggjadagin 7. maí viðger
Sosialurin á síðunum 7. 8
og 9 støðuna hjá fólkum,
sum hava menningartarn og
rødrslutarn. Slíkt viðkom-
andi sum at útvega háskúla-
møguleikar til teirra við
menningartarni, og upp-
venjingarmøguleikar til
teirra við rørðslutarni. Posi-
tivt. Ja, gloyma vit eina løtu
perfidu herðindini hjá teim-
um á Argjavegi móti øllum,
sum snýr seg um at taka
fulla ábyrgd. so gera tey
besta tíðindablaðið í land-
inum. Og tað so nógv mest
fjølbroytta.
Men greinin á síðu 8 í
nevnda Sosiali fær meg at
seta meg vid telduna og
gera ein roynd at koma við
íkasti til greiðslu av einum
týdningarmiklum spurn-
ingi, nevniliga um hetta
samfelagið er fyri allar for-
oyingar (fyri oll). ella um
tað bert er fyri tey útvaldu
(hvørji tey so eru)?
A síðu 8 skrivar blaðmað-
ur grein undir heitinum:
Mótmæla bústovni. Og
greinin snýr seg um, at Ser-
stovnadeildin hevur fingið
hús í ávísum grannalagi, og
at fólk við menningartarni
og øðrum eginleikum skulu
búgva har. Fólk í hesum
grannalagi hava frætt, at
hesi fólk við menningar-
tarni eru at meta sum sera
vandamikil - eina mest fyri
børn, og at tað tí ikki kann
góðtakast, at hesi skulu
búgva í einum barnaríkum
umhvørvi. Fólk hava - sam-
bært somu grein - tikið stig
til at savna undirskriftir
undir einum mótmæli ímóti,
at tey menningartarnaðu
flyta inn.
Nú veit eg ikki, hvor ætl-
anin er hjá blaðmanninum
við hesi greinini. Um hann
skrivar hana sum lið í eini
herferð ímóti teimum, sum
ikki ynskja tey menningar-
tarnaðu sum grannar, ella
sum lið í herferð móti teim-
um menningartarnaðu, sum
bólkur og sum menniskju.
Ella um greinin bert er ein
av mongum søgum, sum
blaðmaðurin skal útvega ar-
beiðsgevara sínum. Men tað
tykist, sum rættvísger blað-
maðurin tiltakið við orðum
frá navngivnum persóni,
sum sigur seg hava drúgvar
royndir frá arbeiði innan
psykiatrtiina. Hesin navn-
givni aftrar seg ikki við at
sáða iva um arbeiði teirra á
Serstovnadeildini. Hann
meira enn sipar til, at tey á
Serstovnadeildini als ikki
hava eyguni við hesum
menningartarnaðu um nátt-
ina. Og so kann lesarin jú
válka sær í ímyndum um,
hvussu hesi sníkja seg út á
nátt og fremja einu illgerð-
ina fyri og aðra eftir. Navn-
givni sigur, at soleiðis er tað
har, hann hevur arbeitt, og
soleiðis má tað so eisini
vera innan Sertovnadeild-
ina. Hóast hann neyvan veit
nakað sum helst um, hvussu
tey arbeiða innan Ser-
stovnadeildina, og á nevnda
bústovni. Ein ikki sort ópro-
fessionell nidurstøda, sum
ein blaðmaður ikki eigur at
lata standa óviðgjørda.
Við opnum kortum
Fólkini í umrødda granna-
lagnum hava rætt í tí, at tey
menningartarnaðu, talan er
um, eru fólk. sum myndug-
leikarnir hava valt at hava
eitt vakið eyga við. Og tað
verður eisini hildið eitt vak-
10 eyga við teimum døgnid
runt. Tey finnast, sum halda
at myndugleikarnir gera í og
so nógv av í hesum sam-
bandi. Og annars havi eg,
eins og flestu við mær, fult
forstáilsi fyri, at foreldur
vilja veraja børn síni. at tey
hava ampa 0.s.fr.
Men at trygdin er ílagi,
prógvar søgan millum ann-
að. Hesi fólk hava búð eina
siðuvegsbreidd frá einum
dagstovni í mong ár, mitt í
fjølbygdum og barnaríkum
oki. Ja, tey hava verið nær-
mastu grannar hjá børnum
í meira enn tíggju ár. Og eg
fari at mæla blaðmanninum
til at tosa við fólk úr teimum
grannaløgum, har hesi
menningartarnaðu = hava
búð. Orsakirnar til. at bú-
stovnurin flytur í dag, hava
nakað við umsitingarligar
loysnir. við ognarviðurskifti
o.t. at gera - als einki við
tey menningartarnaðu
sjálvi.
Ergo er her einki fjalt
undir teppinum, øll kenna
treytirnar og kunnu virka
sambært teimum, og allir
grannar - í tí grannalagnum,
eins og aðrastaðni - kunnu
kenna seg fult trygg. Nakað,
sum blaðmaðurin og nógv
onnur við honum heldur
skuldu nýtt tíð at hugsa, og
kanska eisini skriva um er,
um tey menningartarnaðu
- umrøddu og onnur við -
eru so væl vard mótvegis
samfelagnum. Mótvegis
okkum øðrum. Kanska eru
tað tey menningartarnaðu,
--Við hesum fari eg at heita á tykkum, sum eru í ferð við at savna inn undirskriftir og
25
tykkum, sum annars ikki ynskja, at slíkur bústovnur kemur í tykkara grannalag, um at
gevast við hesum illviljaðu tiltøkum, sigur Finnur Helmsdal í viðmerking til tað, sum
stóð at lesa í Søsialinum fríggjadagin 7. mai
sum eru í støðugum vanda
fyri ágangi. Sum tann.
nevnda grannalagið nú hev-
ur hug at fremja, og eisini
ágangi, sum er munandi
verri og meira hóttandi enn
so. Og skuldu vit ikki heldur
nýtt tíðina at hugsa um,
hvussu vit verja ein verju-
leysan minniluta, heldur
enn at lata feburin av náði-
leysu vælferðarsjúkuni
ímyndast í jagstran av sama
minniluta.
Er pláss fyri teimum
Enda vit aftur til spurningin
um hetta samfelagið er fyri
øll, so kunnu vit við m.a.
stødi í greinini á síðu 8 í
Sosialinum 7. mai, í hvussu
er hava ein vældokumenter-
aðan iva. Og um tað kortini
skuldi verið pláss fyri teim-
um ónormalu, so kunnu vit
spyrja, hvar tey skulu vera.
Í einum grannalagi eru tey
ein hóttan fyri børnini, í ein-
um øðrum eru tey ein hóttan
mótvegis húsaprísinum, í
einum triðja eru tey bert
órógvandi elementr. í
einum fjórða... Endin verð-
ur helst, at vit finna ikki
annað stad fyri teimum enn
Lítlu Dímun ella Slættanes.
Ella kanska hevði best ver-
ið. um vit sendu tey av land-
inum
Nei, tað er ikki nokk bert
at vísa samfelagssinni móti
teimum fitti, fridarligu og
sjarmerandi. teimum, hevði
eg nær sagt, normalu ónor-
malu hetta má og skal gerast
mótvegis øllum. Ikki minst
mótvegis teimum, sum
spæla við opnum kortum og
teimum, sum byrgja upp
fyri potentiellu vandunum.
Og kanska skuldu undir-
skriftinnsavnararnir og
blaðmaðurin eisini hugsa
meira um teir vandar, sum
fjala seg innan húsaveggir,
aftan fyri blíð andlit og
mangan hátt vird fólk. Har
talan er um alt annað enn at
spæla við opnum kortum,
og her einki verður gjørt fyri
at byrgja upp fyri vand-
unum. Har oll verjuleys
normal og ónormal - eru
potentiell offur.
Við hesum fari eg at heita
á tykkum. sum eru í ferð við
at savna inn undirskriftir og
tykkum. sum annars ikki
ynskja. at slíkur bústovnur
kemur í tykkara grannalag.
um at gevast við hesum ill
viljadu tiltøkum. Um tit
kenna tykkum ótrygg i sam-
band við bústovnin. so setið
tykkum í samband við Ser-
stovnadeildina. har ut
kunnu fáa bæði frágreiðing-
ar, ráð og vegleiding. So-
leiðis at eisini tit vera við
til at gera alt meira náttúrligt
og trygt í oki tykkara. So-
leiðis at tit kunnu gera tykk-
ara til, at tey á bústovninum
fáa eitt betri lív í granna-
lagnum.
Finnur Helmsdal
Fiski- og landsgrunsmarkið
Edmund Joensen roynir at
sannføra føroyingar um, at
vit hava slakað ov tíðliga í
marknatrætuni við bretar.
Sami maður hevur sum
løgmaður sitið málinum
nærri enn nakar annar, og
skuldu sjónarmið hansara tí
viga serliga nógv. Lat okk-
um tí hyggja eftir, hvussu
málið tók seg upp, meðan
Edmund Joensen umsat
målsøki0.
Løgmansrødan = 1995:
“Hóast nógvar fundir á em-
bætismannastigi, serliga
seinastu tvey árini og sam-
róður á ráðharrastigi, er
langt partanna millum.
Roynt verður at finna eina
samráðingarloysn, so slepp-
ast kann undan triðja parti,
altjóða dómstólinum í
Haag. Tað sum eftir er av
1995, fer væntandi at vísa,
um tað fer at eyðnast."
Løgmansrødan 1996:
"Landgrunsmarkid millum
Føroya og Bretlands er enn
ein óloystur spurningur.
Men áhugin fyri undir-
grundini í sonevnda “hvíta
økinum” millum Føroya og
Bretlands er vaksandi, og
tiskil tørvurin á at fáa skil á
marknaspurninginum á hes-
um leiðum."
Hóast vit halda okkum
hava eina sterka sak, hava
vit higartil roynt at sloppið
undan einum tidarkrevjandi
rættarmáli,og heldur stevnt
móti eini samráðingarloysn.
Um tað fer at eydnast, fer
helst at vísa seg áðrenn
langt um líður." ,
Løgmansrødan 1997: “1
samrådingunum vid bretar
um landdgrunsmarkid hev-
ur enn ikki eydnast at fåa
semju i lag millum Føroya
og Bretlands. Ikki er nógv
hent í málinum síðan á
dlavsøku í fjør. Eftir sam-
ráðingarfundin í London í
mai 1996 gingu ikki færri
enn 14 mánaðir, fyrrenn tað
lá fyri hjá bretum at móta á
nýggjum fundi.
Tíðin má nú vera búgvin
til at fáa endaliga greiðu á,
um tað er møguligt at fáa
bretar at góðtaka eina sem-
ingsloysn, sum vit føroy-
ingar kunnu meta sum rætt-
vísa og rimiliga.”
I åravis - ja, øll tey årini
møguleikin var har - boðaði
Edmund Joernsen soleiðis
regluliga frå, at tidin var
komin til at fåa eina loysn å
marknatrætuni vid bretar.
"Tad sum eftir er av
1995, fer væntandi at visa,
um tað fer at eyðnast,"
segði hann í 1995.
“Um tað fer at eydnast,
fer helst at vísa seg áðrenn
langt um líður, "segði hann
í 1996.
"Tidin má nú vera búgvin
til at fáa endaliga greiðu á,
um tað er møguligt at fáa
bretar at góðtaka eina
semingslovsn, ” segði hann
í 1997.
Nú vit skriva 1999. og
føroyingar halda seg hava
fingið eina rímiliga loysn,
sigur sami maður, at vit
hava slakað ov tíðliga, og
at vit hava handlað skeivt
og í panikki, og so leggur
hann afturat, at hann sjálvur
hevdi fingið 96% av
økinum i lastina.
Vidar sigur hann, at vit
hava bert fingið tey seinastu
4% innanborða, og at tað er
alt ov lítið.
Taka vit Edmund Joensen
í álvara, so fáa vit 96% +
4% til 100%. Hava vit tá
ikki fingið alt tað, sum Ed-
mund Joensen setti nøsini
upp eftir. spyrja vit so?
Ella heldur Edmund
Joensen okkum aðrar vera
so Oførar, at vit skuldu havt
nápað meiri enn 100% frá
bretum?
Samráðingarúrsltið er í-
komið eftir óformligar
fundir millum samráðingar-
leiðararnar. Vit hava reglu-
liga vidgjørt málið í uttan-
landsnevndini, og vit mæla
til at taka undir vid ti. Sera
undranarvert er, at sam-
bandsflokkurin eisini mælir
til at taka undir vid måli-
num.
Flokkurin førir fram, at
vit høvdu fingið meiri burt-
urúr, um málið varð lagt
fram á hægsta politiska
stigi, men tekur ikki seg
sjálvan so mikið í álvara, at
hann setur fram uppskot
samsvarandi hesum?
Týðiligter, at sambands-
flokkurin er komin i rass-
haft av at føra seg fram i
hesum måli, og at ellibitin,
hann nú hevur í hálsinum,
er ein endin á einari óneyð-
ugari fløkju, sum sam-
bandsflokkurin er skuldsett-
ur fyri at eiga bróðurpartin
av.
Hergeir Nielsen