hósdagur 6. januar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 3 - 6. januar 2005
Endurlýsing
Leiðari til nýggjan
stovn
fyri fjølbrekað børn
Almanna- og heilsumálaráðið hevur gjørt av, at
ein nýggjur stovnur fyri fjølbrekað børn skal set-
ast á stovn.
Í hesum sambandi verður søkt eftir leiðara til
stovnin at byrja skjótast til ber.
Um stovnin
Stovnurin, sum verður á Saltnesi í Nes-Runavíkar
kommunu, verður skipaður sum ein serstovnur
fyri fjølbrekað børn. Stovnurin skal samskipa
ansing, viðgerð og menning av fjølbrekaðum
børnum soleiðis, at hetta virksemi verður á
einum stað. Børnini hava eisini møguleika at
koma til umlætting á stovninum um kvøldið
og/ella um náttina.
Stovnurin verður tann fyrsti av sínum slag í Før-
oyum.
Stovnurin er normeraður til 8 fjølbrekað børn í
aldrinum 0 til 18 ár.
Uppgávur
Tann fyrsta uppgávan hjá leiðaranum verður at
byggja stovnin upp og at gera neyðugar fyrireik-
ingar til at taka ímóti børnunum. Harumframt
hevur leiðarin ábyrgdina av:
- at leiða og reka stovnin,
- at samskipa arbeiðið hjá starvsfólkunum á
stovninum,
- at stimbra og menna børnini,
- saman við eini upptøkunevnd at avgera,
hvørji børn fáa pláss á stovninum.
Ábyrgd
Leiðarin hevur fakligu,
fyrisitingarligu og
fíggjarligu ábyrgdina av stovninum mótvegis
Almanna- og heilsumálaráðnum í eitt tíðarskeið.
Síðan er ætlanin, at dagstovnurin umsitingarliga
skal liggja undir Almannastovuni. Hetta verður
væntandi um eitt ár.
Førleikakrøv
Søkt verður eftir einum persóni við útbúgving
sum
námsfrøðingur,
fysioterapeutur
ella
ergoterapeutur.
Ynskiligt er, at persónurin hevur umsitingarligar
og fakligar royndir og góð samstarvsevni.
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum
Fíggjarmálaráðið
og
viðkomandi
yrkisfelag.
Umsóknarfreist:
Umsókn saman við avrit av prógvum, viðmælum
v.m. skal sendast til: Almanna- og heilsumála-
ráðið Starvsfólkadeildin, Eirargarður 2, 100
Tórshavn, ella til teldupost ahr@ahr.fo
Umsóknin skal verða Almanna- og heilsumála-
ráðnum í hendi innan 20. januar 2005, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Almanna- og heilsumálaráðið, Súsonnu Nolsøe á
telefon 30 40 50 ella 30 40 36 (beinleiðis).
ALMANNA- OG
HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingar
Til Skurðgongina verður søkt eftir tveimum
sjúkrarøktarfrøðingum:
• fast starv, á starvsbrøki 0,75, við royndum
innan endoskopi og arbeiði innan operatións-
deild til setan skjótast gjørligt. Viðkomandi
kemur at taka sær av endoscopiini umframt
arbeiði á einari operatiónsdeild.
Móttiknir verða ambulantir og innlagdir sjúk-
lingar til kanning og viðgerð. Vaktarskipanin
verður røkt av sjúkrarøktarfrøðingunum í
Skurðgongini.
Fasta arbeiðstíðin liggur millum klokkan 8.00
og 16.00 vanligar yrkadagar.
• tíðaravmarkað starv, á starvsbrøki 1,0, við
royndum innan operatiónsdeild til setan
1. februar 2005 til 31. desember 2005.
Introduktión og upplæring verður tilrættalagt.
Førleikakrøv
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur
• royndir innan arbeiði á operatiónsdeild
• góð samstarvsevni og fleksibilitetur
• positivur hugburður og opinleiki
• áhugi fyri mennandi avbjóðingum
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær
til Nainu Túgvustein, deildarleiðara tlf. 30 45 00
lokal 5200 til Ceciliu Vestureið,
leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing,
lokal
5102,
e-postur
ceci@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 24. januar 2005 kl.12.00.
Skrivlig umsókn merkt "umsókn til starv" við CV,
avrit av prógvum, autorisatión, viðmælum e.l.
skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst
meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk"
Lesið
-so eru tit við!