Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mai 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild: Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76.) | Dagfinn Olsen | Jan Múller i Jonhard Hammer | John Johannessen | Jens Kristian Vang ; Å Pigs ER | Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson | Álvur Haraldsen elefon: Mi: Blaðstjóri: | | Utgevari, uppseting og prent: Toleis- 314720 Eirikur Lindenskov Blaðfólk: | ítróttarskrivari: | Sp/f Sosialurin om Á oseuinå Internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen | Bústaður: post 2 sosialurin.fo Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argir i Grundlóg Oddagrein NOGV verður tosað um hvítbokur, grundlóg og hvat ber til og ikki í hesum døgum. Tað er altíð gott við mennandi kjaki. Í hesum sam- bandi er tað harmiligt, at kjakið verður drigið niður á eitt stoði, har partar ganga og ákæra hvonn annan fyri at royna at lumpa veljaran og skýra konstruktiv uppskott fyri nn og svindul. Sjálvsagt er tað altíð ein beiskur biti at skula svolgja, tá eitt patentuppskot, sum onkur heldur er tað einasta ein ávísur flokkur hevur fingið burturúr núverandi fólkafloks- samgongu, fær eitt skot fyri bógvin í nýggjari vel jarakan ning. Einsvæl og javnaðarflokkurin eigur at gera greitt, hvat hann leggur í sítt Sjalvstyrisuppskot. so eigur tjóðveldisflokkurin eisin at rannsaka seg sjålvan heldur enn at leggja í krovið á oðrum flokki. ið eftir ollum at doma bjóðar nakað, sum eitt breitt úrval av øroyskum veljarum tekur undir við. hugstoytt at síggja, hvussu undir- gir fullveldistalsmenninir eru - Einki ber m kk se fullveldi. Hettar minnir um kki til at her: "eet: við onnur lond uttan Foroyar loystu frá Danmark. t : dag, at tað ber væl til hjá for- Dyingum at samráðast við EU, Noreg, Rus- land. Canada o.s.fr. Um onkur tá skuldi skriv- að eina hvítbók, og hevði læst seg fastan uppá, at tað ikki bar til, so hevði hendan hvítbók helst endað í sogunnar svortu bók. NOGV ber til, um politiskur vilji og politiskt dirvi er til staðar. Tað eru altíð meiri enn ein loysn á einum máli. Fullveldi er ikki einasta loysnin eins og sjálvstýrislógin heldur ikki er tað. Tað minsta, ein eigur at krevja, er, at tey folk, ið skriva hvítbokur ella luttaka í ymsum arbeiðsbólkum, gera hettar arbeiði til frama fyri Foroya fólk og ikki púra ókritiskt ganga bert eina leið og útihýsa ollum ødrum loysnum, áðrenn mál eru kannað. At læsa seg fastan í spurninginum um grundlóg er í hesum sambandi púra burturvið. Eitt nú Bret- land hevur onga skrivaða grundlóg. USA hevur harafturímóti eina sera itøkiliga grund- lóg. ið var skrivað til viðurskifti, ið gjørdu seg galdandi i 1776. Úrslitið av tí ov ítokiligu grundlógini eru yvir 20 uppískoyti (eins væl og okkurt uppiskoyti, sum er tikið av aftur). I 1776 var tað sera umráðandi at hava rættin til at bera vápn,tí ein visti ongantíð um onkur ndianari ella okkurt villinidýr skuldi lopið á. Nú meira enn 200 ár seinni er tað heilt burt- urvið, at grundlógin tryggjar rættin hjá ollum til at bera våpn. Urslitid sóu vit í Colorado herfyri, tá ungdómar skutu frá hond í einum studentaskúla. Amerikanarar líða undir einari alt ov itøkiligari grundlóg. Bretland hinvegin hevur als onga grundlóg, men eingin kann pástanda, at Stórabretland ikki er eitt land við ollum tí, ið tað inniber. FOROYINGAR kunnu skapa ta skipan, sum er best fyri land og fólk. Tað einasta, ið krevst er, at partarnir sleppa tí "einasta rætta" á- skoðanini. Eisini er týdningarmikið, at menn sleppa undirbrotligheitini og smádreingjalót- unum, har roynt verður at trútta niður í fólk, at ein ávís loysn ikki ber til — sjálvandi ber alt ella næstan alt til. Tað einasta, ið krevst er, at politikarar fyrst og fremst hugsa um praktiskar loysnir og Foroya besta. So kemur hitt av sær sjálvum. ; ; Sosialurin Viðmerking: Seinasta nýggja: Tað eru nýggjar tíðir í For- oyum. Eitt harkalid av sjålvrættvisum fanatiskum religionsfundamentalistum landið herjar við sínum miðaldarliga menniskja- sýni. Hetta mannahatska ormasáðið hevjar sítt trong- skygnissvorð ímóti tolsemi og fyrigeving og allar frælsari hugsan. og nýtir Bíbliuna sum høggustabba í andaligu avhøvdanini av øllum teimum. sum ikk hava sama skallamát. sum hesir myrkursins Ofatuligt sum tað er. so eru apostlar tað landsins yngstu syni sum leiða hesa fartsæisku herferðina. Ein I byggir á etna bílig ska læru, sum sigur. herferð. sum a dogmat at ter. og teir aleina. hava rætt Einki kann sigast, sum fær teir at broyta hugsan. tí teirra fatan er ikki til disk ussion. Teir. og teir aleina. hava sæð sannleikan Dogmatisma Dogmatisma var vanlig í Fann. sum råddi fyri borgum. ráddi eisini fyri hvat var rætt og hvat var rangt. Segði valdsharr in, at Jørdin var flot. so var hon fløt, og tann sum våg- aði sær at siga nakað annað. hann misti hovdið. Dogmat- isman misti. sum frá leið, sína megi í vesturlendskari hugsan. Í staðin fyri dog- matismuna kom tann frælsa hugsanin, sum í sær sjálvari var fortreytin fyri ollum tí framburði vesturheimurin hevur sæð seinastu oldina. Moguleikin fyri og rætturin til at seta spurningar við gamlar fatanir eru avger- andi fortreytir fyri, at nýggjar hugsanir og fatanir kunnu koma fram og vera royndar. At kúga ta frælsu hugsanina er at kúga tað dýrasta í menniskjanum. Og tann sum kúgar menniskju er ein bødil. midøldini Politiskt vaktarskifti Eisini å politiska vigvølli- num hevur vaktarskifti ver- ið. Hóvliga politiska orða- skiftið er avloyst av einum hvøssum orðadrátti, sum í fleiri viðurskiftum minnir merkiliga nógv um áður- nevndu átrúnaðarligu her- ferð, sum í hesum tíðum vitjar land okkara. Felags- nevnarin er dogmatisma. At høggustabbin hevur onnur nøvn, so sum ifólkarætturi. broytir einki. Sakligi Sjúrður Sjúrður Skaale, hvørs borg- arliga starv, eftir hvat skilst, í løtuni er at samskipa ar- beiðið við teirri hvítbók, sum landsstýrið ætlar skal vera grundarlag undir ein- um aðalorðaskifti í Løgting- inum um fullveldi, hevur í Dimmalætting 20. apríl eina grein undir heitinum >Tað lovaða landið hjá Åen S- gaard«. Í greinini sigur Sjúrður. at uppskot Javnað- arfloksins um sjálvstýrislóg er >fupp og svindil úr enda í annan<. Tak tað! So er tað sagt! Sjúrður hevur talað! So sannførandi og sakliga kann tað sigast! Men lat alt tað fara. At Sjúrður Skaale hevur verið í skúla hjá arbeiðsgevara sínum er tíðiligt. Og so er ikki meira um tað Hvat veit Sjúrður...?! Orsøkin til, at eg ditti mær til. enn einaferð. at tala mitt ímóti Rom. er, at Sjúrður í grein sínari avdúkar eitt væntandi innlit í motivini hjá Javnaðarflokkinum sum er sermerkt fyri allan fullveldisveingin. Aðrenn meira verður sagt. skal eg to endirsrikaD. at R eri ikki talsmaður Javnaðarfloksins. men eg loyvi mær at halda. at mitt innlit í virksemið Javnaðarfloksins er hópin meira kvalifisera enn tað hjá Sjúrði Tann stóra misskiljingin Sjúrður skrivar. at imálið hjá (Javnaðar)flokkinum er fullveldii. Men her fer Sjúrður skeivur. Málið hjá Javnaðarflokkinum er ikki fullveldi. Málið hjá Javnað- arflokkinum er eitt sosialt rættvíst samfelag. har pláss er fyri øllum. Málið hjá Javnaðarflokkinum er eitt samfelag har tey sterku hjálpa teimum veikaru. Málið hjá Javnaðarflokki- num er at føra ein politik. sum hevur til endamáls støðugt at betra um livikor- ini hjá teimum ringast fyri- komnu. Javnaðarflokkurin setur vælferðina hjá einstak- linginum í hásæti. Hetta eru politisku mál Javnaðar- floksins. Vælferð borgarana er málið Javnaðarflokkurin hevur ti- skil ikki sum mål, at innseta nakra ávísa stýrisskipan. Harafturímóti ásannar Javn- aðarflokkurin sjálvandi. at summar stýrisskipanir eru betri skikkaðar enn aðrar til at tryggja øllum samfelags- borgarum góð og trygg livi- kor, soleiðis sum Javnaðar- flokkurin vil. G6Oskukrøv- ini til eina slíka stýrisskipan eru m.a. at politiska valdi útgongur frá fólkinum og at fyrisitingarliga valdi er und- ir neyvum eftirliti, til tess at tryggja borgarunum rætt- vísa og rímiliga viðferð. Ringur standur i Føroyum Hvorki av hesum góðsku- krøvum eru uppfylt í Før- oyum í dag. Málið um Yrk- isráðið fyri Lønjavningar- Jóanes N. Dalsgaard grunnin (Dimm. 05.05.99) er eitt talandi dømi um, at tad er Landsstyrid og ikki tað fólkavalda Løgtingid, sum lóggevur í Føroyum. Landsstýrið er ikki fólka- valt. og politiska valdið í Føroyum útgongur sostatt ikki frá fólkinum. Fyrisitingarliga valdið í Føroyum arbeiðir ikki fyri at tryggja føroysku borgar- unum rættvísa og rímiliga viðferð, og eingin eftirlits- stovnur er til at átala henda skeivleika. Almennir stovn- ar hirða ikki at svara borg- arum uppá fyrispurningar og umsóknir. sjálvt um lóg- in greitt áleggur teimum at gera hetta innan ásettar tíð- arfreistir. Og borgarin hevur ongastadni at fara fyri at kæra sína neyð. Búskaparligt sjålvbjargni Hesi viðurskifti vil Javnað- arflokkurin hava í rættlag. Eisini vil Javnaðarflokkurin tryggja føroyska samfelags- bygnaðin búskaparliga. fyri soleiðis at minka mest møg- uligt um vandan fyri eini nýggjari búskaparkreppu. sum altíð vil raka tey veik- astu harðast. Javnaðarflokk- urin vil tí arbeiða fyri at gera Føroyar til eitt búskap- arliga sjálvbjargi samfelag. Politikkur er búskaparstýring Tað er greitt, at búskapur og politikkur eru neyvt saman- tvinnaðir. Politikkur snýr seg fyrst og fremst um at stýra = samfelagsbúskapi- num. Tí er tað eyðsýnt, at eitt búskaparliga sjálvbjargi samfelag sum einki kann vera eitt politiskt sjálvstýr- ið. Men tað øðvugta er nak- Jorðin er flot að tvætl. Eitt samfelag. sum ikki sjálvt er harri yvir bú- skapinum, kann ikki vera politiskt sjålvstyrandi, hvussu fegin tey so vilja. Ti tann sum styrir buskapi- num, styrir samfelagnum. Fåa tey hundin i jørdina? Her liggur hundurin, sum Høgni Hoydal & Co. nyta alla sina orku til at fåa grivnan nidur. Men tad fer ikki at eydnast ti tað kann ikki eydnast - heldur ikki við at seta professionellar propagandamakarar i starv Landsstyrinum. Samgong- an roynir at billa fólki inn, at bert vit fåa politiskt full- veldi. so kemur alt hitt - eisini búskaparliga sjálv- bjargni - aftaná. Men hvorj- um skulu føroyskir politik- arar ráða yvir, um ikki før- oyska búskapinum? Sig mær tað Sjúrður! Sjálvstýri ella fullveldi Lat meg fyri ein ordans skyld enda við at nevna, at stórur munur er á hugtøku- num fullveldi og sjávstýri, sjálvt um Sjúrður Skaale roynir at gera Jorðina flata. Sjálvstýri hevur eitt land, sum hevur evsta vald hjá sær sjálvum, men sum sam- starvar við onnur lond um t. d. uttanríkis- og verju- politik. Mong sjálvsstýrandi lond eru til, sum ikki hava fullveldi. Eitt nú hava nógv- ar av oyggjunum í Irska havinum fullkomi innlendis sjálvstýri, hóast tær eru í ríkisfelagsskapi við Bret- landi. Tíverri Sjúrður, ov illa var lisið! 18.05.99 Jóanes N. Dalsgaard