hósdagur 20. mai 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. MAI 1999
Nú semja er fingin í lag,
eiga vit at hyggja frameftir.
Búskaparliga kann hesin
sáttmáli fáa stóran týdning.
Fiskimenn hjá báðum
pørtum hava stundum havt
ampa av óvissuni um fiski-
markið. Henda óvissa er nú
burtur, og tað eru fiskimenn
væl nøgdir við.
Eisini fyri umsiting part-
anna av havumhvørvinum
fær marknasemjan týdning.
Nú ber til at siga, hvørjum
havøkjum, hvør parturin
hevur åbyrgdina av. Sam-
stundis verður latið upp fyri
grannasamvinnu á hesum
målsøki.
Oljuleiting
Løgmadur visti á, at semjan
um landgrunsmarkið ger, at
havbotnurin å ti umstridda
økinum, serliga tí sonevnda
hvita økinum — meira enn
40.000 fer-kilometrar — nú
kann latast upp fyri olju-
leiting. Landsstýrið ætlar at
seta sítt fyrsta útbjóðing-
arumfar í verk til heystar.
Hetta kann fáa stóran týdn-
ing fyri búskapin hjá báðum
pørtum, ikki minst hjá Før-
oyum, har oljuvinnan enn
stendur á byrjunarstigi
Avtalan hevur reglur um
samvinnu partanna millum
um møguligar oljufundir, ið
røkka tvørtur um mark
Somuleiðis um samskipan
millum oljuvinnu og fiski-
vinnu á tí sonevnda serøk-
inum, har fiskimark og
landgrunsmark ikki fylgj-
ast.
Men eisini um oljuvirk-
semið yvirhøvur er náttúr-
ligt at hugsa sær at før-
oyingar hava samvinnu við
aðrar, ið hava royndir innan
hesa vinnu, harímillum
sjálvsagt eisini næstu
grannar okkara fyri sunnan
segði Anfinn Kallsberg og
helt fram:
-Føroyar og Skotland
liggja bædi næst vid tey
øki, 10 nå kunnu latast upp
fyri leiting, og eru sostatt
næst til at kunna njóta gott
av tí virksemi, ið væntandi
tekur seg upp har. Við
hesum sáttmála er ein
stórur politiskur meinbogi
fyri samvinnu millum
Føroya og Bretlands
burturbeindur.
Vit liva i dag i broyting-
artíðum á so mongum gkj-
um.
Saman við øllum føroy-
ingum vóni eg, at hesin
sáttmáli fer at lata upp fyri
einum nýggjum og áhuga-
verdum tíðarskeiði hjá Før-
oyum og fóroyingum.
Vónandi fáa vit eitt
hóskandi leitingar- og helst
eisini framleidsluvirksemi
á landgrunninum.
Somuleiðis vóna vit, at teir
virkismøguleikar og teir
inntøkumøguleikar, sum
slíkt virksemi letur upp
fyri, verða væl umsitnir og
fara at føra til einar meira
sjálvbjargnar Føroyar við
tryggum og góðum
livikorum fyri tað fólk, her
býr.
Stríðið ikki til fánýtis
Danski uttanríkisráðharrin,
Niels Helveg Petersen
fegnadist um, at tað er
eydnast at røkka eini semju
i marknamålid og hann
segði seg eisini vera fegnan
um at kunna skriva undir
avtaluna vegna donsku
stjórnina.
-Tað hava verið drúgvar
og torførar samráðingar,
tíðindablaðið
men kortini er eydnast at
koma til eina semju. Eg
haldi, at oll tey, sum hava
verið við í hesum samráð-
ingum, eru nøgd við, at alt
hetta stríðið ikki hevur verið
til fánýtis.
Niels Helveg Petersen
takkaði eisini bretsku stjórn-
ini fyri ta stóru orku, sum er
løgd í samráðingarnar nú
móti endanum. Somuleiðis
takkaði hann løgmanni fyri
tað góða samarbeiði, sum
hevur verið millum
landsstýrið og utt-
anríkisráðið í hesum máli.
-Loksins vil eg eisini
takka teimum báðum
samrådingarnevndunum fyri
tað stóra arbeiði, sum er
gjørt, og sjálvandi og ikki
minst føroysk-donsku
samrådingarnevndini vid
Arna Olafssyni sum for-
manni. Eg vóni, at framtíðin
fer at vísa, at vit hervið at
gjørt eina avtalu, sum verð-
ur til gagn fyri øll, sum
koma undir avtaluna
Allir partar negdir
Bretski varauttanríkisráð-
harrin, Tony Lloyd var eis-
ini væl nøgdur vid avtaluna
og visti å, at avtalan hevur
stóran tydning fyri Føroyar
men eisini fyri samvinnuna
millum Føroyar og Bretland
og eisini millum Bretland
og Danmark
-Eg haldi, at øll try lond-
ini fáa nakað burtur úr hesi
avtalu.
Tony Lloyd bar eina ser-
liga heilsan til Anfinn Kalls-
berg løgmann fyri hansara
leiklut í hesum máli
-Væl vitandi, at hesar
samráðingar hava verið í
fleiri ár, má eg tó und-
irstrika, at slik mál krevja
eisini politiskan vilja og
dirvi fyri at koma til eina
endaliga niðurstøðu.
Tony Lloyd fegnaðist um
einmæltu undirtøkuna i
løgtinginum fyri avtaluni og
segði avgjørdur, at henda
avtalan fór at verða løgd fyri
Tony Lloyd, Anfinn
Kallsberg og Niels Helveg
Petersen skála fyri
avtaluni
bretska parlamentið heilt
skjótt og kundi hann eisini
lova, at hon fór at fáa eina
positiva viðgerð. -Eg siga
hetta eisini við stuðuli frá
mínum starvsbrødrum og
hevur Tony Blair, forsæt-
isráðharri eisini sent per-
sónlig bræv til løgmann, har
ger greitt, at vit bretar vilja
fáa hesa avtaluna frá
hondini sum skjótast
Ikki færri enn fimm fyrrverandi lógmenn vóru hjåstæddir, tá marknaavtalan varð undirskrivað í Tinganesi. Fv
Edmund Joensen, Atli Dam, Jógvan Sundstein, Marita Petersen og Pauli Ellefsen.