Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2005 27 Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Húsavørður Starvið sum húsavørður á Landssjúkrahúsinum er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Húsavørðurin hevur við tilvísing til depilsleiðaran á Tænastudeplinum dagligu leiðsluna av fýra starvsfólkum. Húsavørðurin skal verða við til at menna samskiftið og tænastustøðið á Lands- sjúkrahúsinum. Arbeiðið umfatar m.a.: • umsiting av íbúðum og innbúgvi • innan- og uttandura flutningi av pakkum, innbúgvi o.a. • fyriskipan av hølum í smb. við skeið og annað ítriv • innanhýsis koyring av matvørum, klæðum o.a. • umsiting av uttandura øki hjá sjúkrahúsinum Førleikakrøv: • leiðsluroyndir • stóra koyrikortið • tænastulyndi • edv-kunnleiki á brúkarastøði • fleksibul í arbeiðstíðum • luttøka í vaktarskipan, um neyðugt Eginleikar: • góður røkjuskapur • góð samstarvsevni • positiv/ur við tænastusinni Setanartreytir Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, flokkur 4. Upplýsingar um starvið Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan á Argjaboða, leiðara á Tænastudeplinum, telefon 30 45 00, lokal 1021 ella e-post jaa@lsh.fo Umsóknarfreistin er 21. januar 2005 kl. 12.00. Skrivlig umsókn, merkt "umsókn til starv" við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk" Skopunar Kommuna Føstu almennu kommunustýrisfundirnir í 2005 verða: 27. januar 24. februar 31. mars 21. apríl 26. mai 16. juni 11. august 22. september 27. oktober 24. november 15. desember Allir fundirnir eru ásettir at verða kl. 19.00. Kunngjørt verður um møguliga avlýstar fundir ella broytingar. Skopun,04.januar 2004 Skopunar Kommuna Søkt verður eftir Kranaførara at byrja skjótast gjørligt. Førleikakrøv: Kranaloyvi A (tornkrani). Stiðjagøta 3,Tórshavn, tlf. 317585 Sosialráðgevi til Stuðulsskipanina fyri vaksin Eitt starv sum sosialráðgevi á Stuðulsskipanini fyri vaksin, undir Heimarøktini og Serforsorgini, verður hervið lýst leyst til setan sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Stuðulsskipanin fyri vaksin fevnir um stuðul til 97 heimabúgvandi brúkarar, svarandi til 40 fulltíðar- størv. Starvsuppgávur - At ráðgeva og vegleiða - Samskipa stuðulin, tá fleiri stovnar eru inni í myndini - Viðgera nýggjar umsóknir - Ráðgeva feløg og stovnar - Endurmeta ta hjálp sum er veitt einum brúkara Vit søkja eftir einum starvsfólki, ið: - Hevur vitan og royndir innan sosiala øki - Hevur áhuga at arbeiða við brekaðum - Dugir at skapa positivt og virðiligt samband við brúkaran - Dugir at arbeiða skipað og miðvíst - Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og tvørfakliga - Er sálarliga væl fyri og dámar avbjóðingar - Er uppfinningarsamur og dugir at umstilla seg skjótt Vit bjóða - Eitt mennandi arbeiði, har nógv er at gera - Eitt arbeiðsumhvørvi har pláss er fyri látri - Vegleiðing - Supervisión Setanar- og lønarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráði og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser- forsorgina. Tænastustaðurin í løtuni er Stuðuls- skipanin fyri vaksin. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Stuðulsskipanina á tlf. 354020 og tosa við Regin Johansen ella við sosialráðgevi Odu M. Jóhans- dóttir. Umsóknir: Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmæl- um v.m. skulu sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin Att.: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Umsóknarfreist: 24. januar 2005 Berg Hesta Cup Stuttleikakapping fyri íslandsross verður í høllini hjá Berg Hestum leygardagin 8.1. 2005 kl. 15.00. Kappast verður í fet – spakuligt tølt – trav – øltølt. Luttøkugjald 50 kr. Tilm. tlf. 316896 · 226211 · 222906 www.sosialurin.fo Bilmekanikari Søkt verður eftir bilmekanikara at byrja sum skjótast. Áhugað kunnu venda sær til Heðin ella Finnboga. Pf. Meinhardt Arge Tlf. 345400 Bahá’i Miðstøðin Opið hús fríggjadagin 7. janaur 2005 kl. 20.00. Øll eru vælkomin. Hjarta títt er heim mítt; halga tað til niðurkomu mína. Andi tín er mítt opinberingarstað; reinska hann til sjónliggerð mína. Bahá’u’lláh