leygardagur 22. mai 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 95 - 22. MAI 1999
tíðindablaðið SOS!arIn
11
Nýggjastu hagtølini vísa eina dapra mynd av stóðuni:
Fiskiskapurin rapaður
niðureftir higartil í ár
Fiskiskapurin eftir fleiri týðandi fiskaslógunum er munandi fallin higartil í ár.
Ikki minst tykist toskur og kongafiskur at hava verið fyri einum rættiligum skrædli
— Tey feskastu hagtølini yvir fiskiskapin hjá føroyskum skipum kundi bent á, at tann góða
gongdin, sum hevur verið er við at venda. Tíbetur er avreiðingarprísurin hinvegin
hækkaður á fleiri fiskaslógum, so at fíggarliga úrslitið er ikki heilt so galið, sum
fiskiskapurin annars kundi bent á
AKI BERTHOLDSEN
Tað tykist, sum um at tey
hava fingið rætt, sum hava
tvíhildið um, at tann góði
fiskiskapurin, sum hevur
verið, fór ikki at halda sær.
I øllum fórum er fiski-
skapurin eftir fleiri av teim-
um týðandi fiskasløgunum
munandi versnaður seinastu
tíðina.
Sosialurin hevur fingið
innlit í tey nýggjastu hag-
tølini yvir fiskiskapin hjá
feskfiskaflotanum og tey
geva ikki nakra ljósa mynd
av støduni.
Ti tølini visa, at fyrsta
ársfjórðing í år er fiskiskap-
urin minkaður 13% í nøgd
afturímóti fyrsta ársfjórð-
ingi í fjør.
Men tíbetur er kiloprís-
urin á fleiri fiskasløgum væl
hægri hendan fyrsta árs-
fjórðingin í ár enn hann var
sama tíðarskeið í fjør.
So hóast fiskiskapurin er
minkaður 13% fyrsta árs-
fjórðing í ár, afturímóti
sama tíðarskeiðið í fjør , er
avreiðingarvirðið „bara“
fallið 4% hetta sama tíð-
arskeiðið.
Tølini siga okkum, at
fyrsta ársfjórðing í år fisk-
aðu vit 20.355 tons, sum
vórðu avreidd fyri 226,7
milliónir.
Fyrsta ársfjórðing í fjør
fiskadu vit hinvegin 23.285
tons, sum vórðu avreidd fyri
235,5 milliónir.
Sostatt fiskadu vit alt í år
2.930 tons færri tann fyrsta
ársfjórðing í år afturímóti
somu tíð í fjør.
Avreiðingarvirðið fyrsta
ársfjórðing í ár var sostatt
8,8 milliónir lægri fyrsta
ársfjórðing í ár, afturímóti
sama tíðarskeiið í fjør.
Eitt rættiligt skrædi
Tølini vísa, at tað er rætti-
liga stórur munur á, hvussu
fiskiskapurin eftir teimum
ymsu fiskasløgunum hevur
roynst.
Í hvussu so er kann sigast,
at stóðan viðvíkjandi tosk-
inum, og ikki minst konga-
fiskinum, líkist einum rætti-
igum skrædlið
Nýggjastu hagtølini vísa
nevniliga, at fiskiskapurin
eftir kongafiski er minkaður
eili 50% í nøgd hendan
yrsta ársfjórðingin í ár, aft-
urímóti fyrsta ársfjórðingi í
fjør
Og avvreiðingarvirðið er
allið enn meiri, heili 56%.
Fyrsta ársfjórðing í fjør
fiskaðu vit 1.889 tons av
kongafiski, sum vit av-
reiddu fyri 19,7 milliGnir,
men i år hava vit ikki fiska
meiri enn 936 tons av
kongafiski, sum eru avreidd
fyri 8,7 milliónir.
Sostatt er fiskiskapurin
eftir kongafiski minkaður
953 tons fyrsta ársfjórðing
i ár, afturímóti í fjør. Og
avreiðingarvirðið er lækkað
heilar 11,1% í sama tíðar-
skeiðið.
Stødan viðvíkjandi tosk-
inum er næstan líka ring.
Fyrsta ársfjórðing í fjør
fiskaðu vit 7.824 tons av
toski fyri 90,9 milliónir,
men í ár hava vit fiskað
5.600 tons fyri 80,2 milli-
Fyrsta ársfjórðing í ár er
sostatt talan um eina mink-
ing í nøgdini av toski uppá
28% afturímóti fyrsta árs
fjórðingi í fjør.
Í avreiðingarvirðið er tal-
an um eina minking uppá
12%.
Gjørt um til vanlig tøl,
hava vit fiskað heili 2.224
tons færri av toski hendan
fyrsta ársfjórðingin í år, aft-
urímóti í fjør.
Men avreiðingarvirðið er
heilar 10,7 milliónir lægri
fyrsta ársfjórðing í ár
Hýsan og upsin eru
bjargingin
Tað. sum bjargar støduni og
ger, at tølini sum heild kort-
ini ikki eru so døpur, sum
toskurin og hýsan benda á,
er, at fiskiskapurin eftir upsa
er munandi batnaður, sam-
stundis sum at prísurin á
hýsu er munandi batnaður.
Fyrsta ársfjórðing í fjør
fiskaðu vit td. 3.727 tons
av upsa
Avreiðingarvirðið av tí
var 24,7 milliónir.
Fyrsta ársfjórðing í år
hava vit hinvegin fiskað
4.681 tons av upsa. Men av-
reiðingarvirðið av tí var
30,6 milliónir.
Sostatt er fiskiskapurin
eftir upsa hækkaður 26% og
avreiðingarvirðið er hækk-
að 24% fyrsta ársfjórðing í
ár, afturímóti í fjør.
Hinvegin er fiskiskapurin
eftir hýsu minkaður eitt vet
fyrsta ársfjórðing í ár aft-
urímóti í fjør, men prísurin
hevur gjørt eitt ordiligt
skarvslop.
Fyrsta ársfjórðing í ár
minkaði fiskiskapurin eftir
hýsu 5% afturímóti somu
tíð í fjør, år 6.370 tonsum í
fjør, niður i 6.061 tons í år.
Men avreiðingarvirðið á
hýsuni fyrsta ársfjórðing í
fjør var 57,8 milliónir, men
fyrsta ársfjórðing i ár var
avreiðingarvirðið komið
upp á heilar 69,9 milliónir.
Av gðrum fiskasløgum
hevur heldur ikki gingið av
tí besta higartil í ár.
Fyrsta ársfjórðing í fjør
fiskaðu vit 3.475 tons av
ødrum fiskasløgum og tey
véru avreidd fyri 42,3
milliónir.
Men í ár hava vit fiskað
3.077 tons av ødrum fiska-
sløgum og avreiðingarvirð-
ið av ti var 37,3 milliónir.
Sostatt fiskadu vit 398
tons færri av ødrum fiska-
sløgum og fyri tað fingu vit
5 milliónir færri.
Sostatt er nøgdin av ødr-
um fiskasløgum minkað
11% og avreiðingarvirðið er
lækkað 12%.
Sum sagt er tað avreið-
ingarvirðið, sum hevur
bjargað støduni í mongum
førum.
Tað sæst aftur í hagtøl-
unum yvir avreiðingarprísin
fyri kilo.
Avreiðingarprísurin á
toski var í miðal 11,62 kr.
fyri kilo fyrsta ársfjórðing í
fjør, men sama tíðarskeið í
ár hevur hann verið 14,32
kr. fyri kilo
Avreiðingarprísurin á
hýsu var 9,07 kr. fyri kilo
fyrsta ársfjórðing í fjør, men
fyrsta ársfjórðing í ár var
11,54 kr.
Hinvegin er prísurin á
upsa fallin úr 6,64 kr. fyri
kilo fyrsta ársfjórðing í fjør
niður í 6,53 kr. fyri kilo i
år
Prisurin å kongafiski er
eisini fallin frå 10,45 kr. fyri
kilo, fyrsta ársfjórðing í fjør,
niður í 9,25 krónur fyri kilo
fyrsta ársfjórðingin í ár, vísa
tey feskastu hagtølini
Roknskaparleidari
Til Tryggingarfelagið Føroyar verður sekt eftir roknskaparleiðara.
Starvið
Leiðarin stendur fyri roknskapar- og bókhaldsdeildini og skal skipa
fyri, at deildin altíð virkar væl og er ajour við sínum arbeiði.
Roknskaparleiðarin hevur m.a. ábyrgdina av
perioduroknskapum, deildarroknskapum, ársroknskapum og
ødrum møguligum roknskaparuppgerðum fyri allar deildir og
dótturfelog
figgjarætlanum og uppfylging av teimum
likviditetsuppgerðum
hagtølum
Førleiki
Tann, sum setast skal i starvið må hava góðan roknskaparligan
førleika, og dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir,
leidaraevnir- og royndir. Lenin verður ásett eftir nærri avtalu.
Umsóknir
Skrivlig umsókn skal í seinasta lagi 28. maí sendast til
Tryggingarfelagið Føroyar, att. Gunnar í Liða, stjóra.
Allar umsóknir verða vidgjørdar í trúnaði.
TRYGGINGARFELAGIÐ
FØRSYAR
Kongabrúgvin
P.0. Box 329
FO - 100 Torshavn
Tel 34 56 00
Fax 34 56 01