Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1999síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LL — — — tid A a i Á NR. 95 - 22. MAI 1999 itrottar S 29 Jan Dam vid HB til Sumbiar Fótbóltur: Hans á Lag fær ikki verið við, og so traðkar Jan Dam inn á hansara pláss móti Sumba í dag. Í hinum endanum av landinum hava klaksvíkingar fingið av at vita í vikuni Tá sæð verður burtur frá fyrstu løtuni, so var KI av- rikið móti GÍ syndarligt, og í hesi vikuni hevur fótbólts- prátið í Klaksvík verið nógv minni, enn tað var upp und- ir síðsta vikuskifti. Í vikuni hevur venjarin sveiggjað pískinum yvir spælarunum, ið hava runnið sólina svarta — eisini uppi í fjøllunum, og klokkan 13 í dag fæst at síggja, hvussu nógv hetta hevur hjálpt. Dysturin er framskundaður. soleiðis at tað skal bera til at áskoðar- arnir ikki verða snýttir fyri ensku steypafinaluna í sjón- varpinum. Tveir av lyklaspælarun- um hjá KI eru leikbannaðir, tá VB kemur at vitja. Kurt Mørkøre fekk triðja gula kortið móti GI, og Jan An- dreasen varð rikin av vølli. Nýggir í hópinum eru Ove Nysted og Jóhan Liit- zen, og tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av at rokna við, at høvudsevnini sum avloysarar fyri teir báðar eru tveir av trimum — Finn Baldvinsson, Olgar Danielsen og Niclas Niclas- sen. Marek, sum spældi hálvskaddur móti GI, vandi ikki við fullari ferð fyrst í vikuni, men hann verður við í dag. Vágbingar komu til Klaksvíkar í gjårkvøldid, og teir eru væl fyri. Eingin maður er leikbannaður, og eingin er skaddur. Í fjør var VB á odda í Klaksvík, men KI vann, hóast teir síðstu løtuna bara spældu við níggju monnum. — Eg veit, at VB ofta hev- ur staðið seg illa í Klaksvík, men ætla vit okkum at vera við í fremru hálvu, so mugu vit fara eftir øllum stigun- um, eru boðini úr Vági frá venjaranum, Krzysztof Popczynski. Tveir nýggir í Fuglafirði I Fuglafirði verður spælt klokkan 13 í dag, og tað vil siga, at tey, ið hava hug til tað, hava møguleika at síggja fótbólt frá klokkan eitt og til klokkan sjey í kvold (IF-B68, ensku final- una og NSI-GI). Talan er um uppgerð, har tað í fyrstu atløgu ræður um at økja frástøðuna úr botn- inum. Hjá toftamonnum er einki nýtt gott nýtt. Allir spælararnir, ið vóru við móti B36, eru tøkir, og talan verður neyvan um, at Bjørn Krogh fer at fremja stór- vegis broytingar. Hjá IF er formaðurin og miðvallarin, Roy Róin, burturstaddur, og Uni Mor- tensen er framvegis plágað- ur av skaðanum, sum hann fekk Kristi himmalferðar- dag, tá liðini hjá IF í 1. og 3. deild spældu innanhýsis venjingardyst. Nýggir í hópinum eru Bogi Nón og so Bárður á Lakjuni, sum átti at verið sjálvskrivaður á besta liðn- um, men hugurin hevur ikki verið nakar serligur at venja. NSÍ málverjin er tekur aftur Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbóltinum. Fyri viku síðani var tað lítið, sum bendi á, at talan skuldi ger- ast um toppdyst, tá GI klokkan fimm seinnapartin í dag fer á vøllin við Løkin í Runavík. Men so vunnu gøtumenn á KI, NSI gjørdi kål å HB, og so er åhugin serliga = snaradur móti grannauppgerðini í Runa- vík. Bæði líðini eru væl fyri við fólki. Undir venjingini friggjakvøldid í síðstu viku varð málverjin hjá NSI, Dejan Milanovic, skaddur í beininum, men hann hevur vant í vikuni og verður við í dag. Trygvi Mortensen var í Gøtu sunnudagin og hugdi. Í dag fæst at síggja, hvat hann fekk burturúr GI av- rikinum, og annan sunnu- dag (á norðoyastevnu) fæst at síggja, hvat hann fekk burturúr KI spælinum. Fyri- treytirnar hjá NSI eru góð- ar, tá tað ræður um fólkið. Allir spælararnir eru tøkir — eingin er skaddur, og eingin er leikbannaður. Gøtumenn hava sama fólkið tókt, sum vann á KÍ, og talan verður neyvan um tær stóru broytingarnar. Ivaspurningarnir hava ver- 10 Sasha, sum hevur vant millum litid og einki i vik- uni, og Svenn Olsen, sum ikki vandi saman vid hinum fyrrenn håskvøldid. Men tað verður roknað við, at báðir vera við. B71 hevur munin á B36 Sum omanfyri nevnt gong- ur tað skjótt í fótbólti, og um vit hyggja eftir hagtøl- unum fyri dystirnar millum B36 og B71 seinastu árini, síggja vit, at sandoyingar hava vunnið oftari á B36 enn øvugt. Í dag er B36 kortini stórfavorittur. Odd- aliðið er saman við NSI ósigrað eftir fýra tey fyrstu umførini, og um teir ætla sær FM-heitið, er dysturin móti B71 ein av teimum, sum skal vinnast. János Timar verður vænt- andi aftur í málinum, eftir at hann hevði leikbann móti B68 seinast. Tá røkti Trónd- ur Vatnhamar uppgávuna væl, men ungarski málverj- in er neyvan komin til Før- oyar fyri at sita á bonkinum. Djóni N. Joensen er farin at venja aftur eftir skaðan í lærkrikanum, men hann byrjar neyvan inni í dag. B71 hevur havt skaðar í miðverjuni at dragast við, og móti Sumba seinast noyddist Torbjørn Jensen av vøllinum við vødda- skaða, beint eftir at hann hevði fingið B71 eitt brots- spark. Dysturin millum B36 og B71 verður spældur klokk- an 15 sum vanligt, og so fáa vit at síggja, um enska steypafinalan millum Man- chester United og New- castle fer at ávirka áskoð- aratalið... Hans ikki við lands- liðnum og ikki við HB Sterki HB-miðverjin Hans á Lag, sum av onkrari orsøk enn ikki er komin í brutto- hópin hjá Allan Simonsen, hóast tað er torført at fáa eyga á nakran meira stød- ugan miðverja í løtuni, skal arbeiða leygardagin og verður tí ikki við í Sumba. Tí kemur tað væl við hjá HB-venjaranum, at hann kann heita á Jan Dam, sum er heima til landsliðsvenj- ing. Annars verður liðið iva- leyst nakað tað sama sum móti NSI (Magni á Lakjuni verður kanska við í hópin- um), og so er spurningurin, hvussu fyrsti ósigurin á ár- inum hevur ávirkað føroya- meistararnar. Hjá Sumba fekk Spasojé (Bibi) Biberdzic reyða kortið á Sandi og er tí leikbannaður hesaferð. Rúni Lisberg er framvegis skaddur, og Anfinn Thom- sen verjur málið í dag. Allir hinir eru tøkir, og so er Eir- ikur Joensen eisini heima og verður væntandi ein av offensivu sumbingunum í dag. I fjór fekk HB ein skarp- an gang á Krossinum, og teir kendu seg hepnar at vinna 2-1. Tað var annars í sama dystinum, at Mortan úr Hørg kom illa fyri og endaði á landssjúkrahúsin- um. Sumba hevur framvegis einki stig, og á pappírinum hava teir sera torførar dystir fyri framman. Fyrst HB og síðani GI, KI og NSI. jh/elj KÍ-VB í Klaksvík 1988/98 988 3-2 1989 2-0 990 0-2 1991 1-0 992 3-3 Jan Joensen, Beinir Poulsen (2) — Magni Jacobsen, Jóannes Jakobsen br. Egill Steintórsson 1993 1-0 Arnhold Joensen — 994 995 1-2 Allan Mørkøre — Jan Allan Miiller, Eirikur Joensen 996 2-2 Olgar Danielsen 26, Kurt Mørkøre 57 — Hans Pauli Dahl 48, Velibor Kopurnovic 53 1997 3-2 Rógvi Jacobsen 6, 18, Símun Waag Høgnesen 62 br. — Jón Pauli Olsen 53, Pól Thorsteinsson 85 1998 2-1 Rógvi Jacobsen 61,90 — Milan Culjic 75 br. KÍ ímóti VB 1988/98 á heimavølli% 10 6 2 2 18-14 samanlagt* 20 12 5 3 36-23 *úrslitini hjá felagsliðnum Sumba/VB i 1995 íroknað Sumba-HB í Sumba 1988/98 988 989 990 1991 1992 993 1994 995 1996 1997 1998 1-4 1-1% 1-2 Jón Pauli Olsen 2 — Eydun Samuelsen 49 Thomas Birch 20 — Allan Mørkøre 40, 66 Sumba imoti HB 1988/98 á heimavglli* samanlagt 3 0 | 2 3-7 6 ] | | 7-14 *úrslitini hjá felagsliðnum Sumba/VB i 1995 íroknað NSÍ-GÍ í Runavík 1988/98 988 989 990 1991 1992 Få k3 994 995 996 1997 998 1-0 8 | rv -1 w - Simun Petur Justinussen — Joan Petur Olsen — Joan Petur Olsen Óli Hansen 11. Gert Langgaard 44 - Henning Jarnskor 20, Jóan Petur Olsen 86 Óli Hansen 10, Kasper L. Jacobsen 13, Jónstein Petersen 88 — Søren Skov Jørgensen 42 NSÍ ímóti GÍ 1988/98 á heimavølli 7 2 1 4 6-8 samanlagt 14 3 1 10 12-28 B36-B71 í Havn 1988/98 1988 - 1989 0-2 1990 2-2 1991 - 1992 2-2 Jens Kristian Hansen, Karl M. Poulsen — Torbjørn Jensen br., Ib Mohr Olsen 1993 0-2 — Rúni i Soylu, Torbjørn Jensen 1994 0-2 — Piotr Krakowski, Sofus Clementsen 1995 3-1 Jens Kristian Hansen, Magni å Lakjuni, Jåkup W. Hansen - Eli Hentze 1996 2-2 Óli Johannesen 13, Djóni N. Joensen 73 — Ib Mohr Olsen 37. Eli Hentze 66 1997 6-1 John Petersen 8, 26, 87, Sigfríður Clementsen 10, 89, Carl H. Høgnesen 90 — Tomasz Resel 53 1998 - B36 ímóti B71 1988/98 á heimavølli 8 2 3 3 15-14 samanlagt 16 5 5 6 26-23 ÍF-B68 í Fuglafirði 1988/98 1988 1-0 1989 0-0 1990 - 1991 - 1992 - 1993 1-0 Tummas Arne Winthereig — 1994 1-0 Margar Hansen — 1995 - 1996 2-1 Jåkup Baldvinsson 27, 48 — Aksel Højgaard 86 1997 1-3 Egil Zachariassen 72 — Fróði Benjaminsen 17. Jan Petersen 19 br.. Súni Fridi Johannesen 52 1998 2-2 Mariniak Maciej 37,48 — Olaf Højgaard 15, Andréy Stakhånov 89 ÍF ímóti B68 1988/98 á heimavølli 7 4 2 1 8-6 samanlagt 14 6 4 4 17-16 ie