mikudagur 26. mai 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 96 - 26. MAI 1999
ítróttar Sí
æg
R re -
AIUSJU UUU
15
Her er tað Kári Sørensen, sum rennur undan Jan Guttesen, men tað var annars fyri tað mesta B36, sum rann undan, og
B71, sum rann aftaná
B36 aftur
Ii Malveitslu
Mynd: Alvur Haraldsen
Fótbóltur: Oddaliðið kom upp á 18 mål í fimm dystum, tá teir leygardagin vunnu 6-1 á B71. B36
hevur framvegis ikki tapt á nýggja graslíkinum í Gundadali
EMIL L. JACOBSEN
Tað tykist, sum um B36 triv-
ist væl å nyggja graslikinum
å ovara vølli i Gundadali.
Síðani vøllurin varð tikin
í nýtslu eftir summarsteðgin
í fjør, hevur B36 spælt sjey
landskappingardystir á
vøllinum, og úrslitini hava
verið 3-2 móti HB, 3-2 móti
KI, 7-2 móti IF, 2-0 móti
NSI, 8-2 móti VB, og í år 4-2
móti IF og nú 6-1 móti B71!
Isummum av hesum
dystunum hevur tað verið
stórri ivi um, hvønn veg sig-
urin fór, enn tað var leygar-
dagin — í bestu sjónvarpstíð
— tå B71 vitjaði.
Tað gingu umleið 20 min-
uttir, áðrenn heimaliðið
fekk hol á við máli frá
Øssuri Hansen, men so
gekk skjótt, og í hålvleikin-
um var 4-0 til B36. John
Petersen skoraði til 2-0 og
3-0, áðrenn Jákup á Borg
slapp við í málskjótingina.
John Petersen økti til 5-0,
áðrenn B71 slapp upp i
part, men B36 fekk eisini
síðsta orðið, tå Jákup á
Borg setti eitt brotsspark í
netið.
Sandoyingar vóru illa
mannaðir við tað. at fleiri av
stuðulsspælarunum í verj-
uni vóru burtur við skaða.
Allin Simonsen, Petur Ritt-
er, Bjørn Thorsteinsson og
Hans Jørgen Djurhuus sótu
allir = uttanfyri, og tað
merkti, at Páll á Reyna-
túgvu bleiv >grivin fram
aftur< og settur á aftasta
mann. Páll hevur einki vant
í ár og hevur spælt ein dyst á
3. deild, so tað var einki at
siga til, at sandovingar fingu
trupulleikar = leygardagin.
(Torbjørn Jensen byrjaði í
álopinum móti Sumba, men
bleiv skaddur og var heldur
ikki við).
Hinvegin skal einki tak-
ast frá B36, sum vísti flót-
andi og skilagott spæl við at
lata bóltin gera arbeiðið, so
B71 menninir ofta runnu til
fánýtis.
Serliga Carl Høgnesen,
sum er komin sera væl frå
byrjan i år, voldi sandoying-
um trupulleikar úti í høgra
borði, og trý tey fyrstu mál-
ini komu eisini tann vegin.
Fjórða málið kom, tá ein
sandoyingur spældi Jákup á
Borg púra leysan.
Higartil í ár hevur størsti
veikleikin hjá B36 verið at
sæð í verjuni, har teir ikki
altíð hava verið so nærlagd-
ir, og tað var eisini eftir, at
teir har afturi tóku sær av
løttum, at Rúni í Soylu
kundi minka um munin.
Málið fekk bert týdning
fyri hagtølini, og sum heild
var stórur munur á lidun-
um.
Ein stórsigur kundi vænt-
ast, og sigast má, at B36
longu nú hevur vunnið sær
ein góðan málmun — og
eingin veit, hvønn tydning
ein slíkur fær, tá kappingin
er liðug.
Tað sama kann sigast fyri
B71, sum nú hevur tapt fýra
av fimm dystum, har av
tveir — móti NSI og B36 —
ruddiliga.
Dysturin í 6. umfari mill-
um B71 og IF er fluttur frá
30. juni til 6. juli — hvorki av
liðunum er umboðað á
landsliðnum — og tað kemur
væl við hjá sandoyingum,
sum hava langan skaðalista,
at fáa frí frá dysti í tvær
vikur. Næsti dystur hjá B36
verður komandi sunnudag
móti grannunum úr HB.
B36-B71 6-1 (4-0)
1-0: Øssur Hansen 19
2-0: John Petersen 21
3-0: John Petersen 29
4-0: Jákup á Borg 34
5-0: John Petersen 55
5-1: Rúni i Soylu 62
6-1: Jåkup å Borg 81 br.
B36: Janos Timar — Pål
Thorsteinsson, = Arnbjørn
Danielsen, Jens Kristian
Hansen — Ninoslav Milan-
kovic, Carl Høgnesen, Tom-
islav Sivic, Jan Guttesen,
Øssur Hansen — Jákup á
Borg, John Petersen.
B71: Waldemar Nowicki —
Bergleif Sólsker, Páll á
Reynatúgvu, Kristian Niel-
sen — Antines Magnussen,
Rúni í Soylu, Iulian Flor-
escu, Ivan Hristov, Kári
Nielsen — Eli Hentze.
Ossur Hansen skeyt fyrsta
málið hjá B36 í 6-1 sigr-
inum á B71
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað besta úr
Premier League
Enska fótbóltskappingin er endað í øllum
góðum, og síðani august í fjór hevur tað
bæði verið látur og grátur. Hetta er okkurt
av tí meira láturliga, ið er sagt og skrivað
gjøgnum kappingina
Nýggju áskoðaraplássini kasta ein stóran skugga
yvir vøllin — sjålvt tá sólin er frammi.
— Chris Jones, Evening Standard —
Eg vildi ikki sagt, at David Ginola er besti vongur i
Premier League, men har er eingin betri.
— Ron Atkinson i sjønvarpssamrø0u —
Tveir sentimetrar ødru megin stongina, og hatta
hevði verið mál.
— Dave Bassett, Sky Sports —
Bæði liðini hava skorað tvey mål, og bæði liðini
hava latið tvey mål igjøgnum.
— Peter Withe, Radio 5 Live —
Tú skjýtur ikki 64 mál í 86 dystum á hægsta stigi,
uttan at tú dugir at skjóta mál.
— Alan Green, Radio 5 Live —
Hvussu er tað at vera í Betlehem, har sum jólini
byrjaðu? Eg rokni við. at tað er nakað tað sama
sum at síggja lan Wright í Arsenal.
— Simon Fanshawe, Talk Radio —
Og vit vita øll, at tá tað kemur til fótbólt, gongur tå
aftureftir, tá tú stendur stillur.
— Peter Reid, Tyne Tees Sport Special —
Eg segði nú ein dagin, hvussu ofta veikasta punktið
hjá einum málmanni er millum beinini hjá honum.
— Andy Gray, Sky Sports —
Hann bleiv ovurspentur, tá hann sá tað hvíta í eyg-
unum á málstongini.
— Steve Coppell, Radio 5 Live —
Rosenborg hevur vunnið 66 dystir, og teir hava
skorað í teimum gllum.
—- Brian Moore, ITV —
Tað er nú 1-1, beint tað øvugta av støduni seinasta
leygardag.
— Radio 5 Live —
Í Arsenal rósa teir Bergkamp fyri at hava lagt upp
til 75 prosent av teirra níggju málum.
— Tony Gubba, BBC Match of the Day —
Ian Wright er ein frålikur spælari, men hann hevur
eina myrka síðu.
— Gary Lineker, BBC —
Fótbóltur í dag er sum talv: Tað snýr seg alt um
pengar.
— Newcastle United-viðhaldsmaður, Radio 5 Live —
Eg spái ongantíð um nakað, og tað fari eg heldur
ongantíð at gera.
— Paul Gascoigne —