Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 27. MAI 1999 skan sjógv. Um somu tíð helt Marita fast um mið- linjuprinsippið. Her var eingin slingur í valsinum Og tað kundi verið á- hugavert at fingið Edmund Joensen at svara, hvussu langt niður í Grásonuna bretar vóru komnir. tá Ed- mund fór frá? Míni notat frá drúgvum researcharbeiði øll hesi ár- ini benda á, at Edmund Jo- ensen var fyrsti løgmaður at slaka í marknamálinum. Av teimum tilsamans 85% av gråsonuni, sum alt ialt eru slakað. man luturin hjá Anfinn Kallsberg neyvan svara til meira ein fimting. Tá er lætt at rokna út. hvat Edmund hevur slakað. Og fyri at venda aftur til myndina hjá sama Ed- mund Joensen í bløðunum nú um dagarnar. tá hann samanber úrsliíið a marknatrætuni við teir dystir føroyingar hava tapt 5-0 og kortini verið sigurssælir, so má tað hava staðið 4-0, tá liðskiparin bráddliga rýmdi av vølli num. Men stutt aftur til Haag- møguleikan. Møguleikin fyri at fara til Haag hevur verið har alla tíðina. Ein kann so siga, at jú meira tú bjóðar einum mótparti tess minni verður áhugi hansara at fara til Haag. Ti tá vil hann bráddliga hava nakað at missa við at fara til Haag. Vildi Edmund vera heilt "stóðufastur" , so skuldi hann ongantíð havt givið ein tumma, og so kundi hann verið 110% vísur í at fingið eitt sakar- mál. Tá kundu bretar vera vísir i, at teir høvdu einki at missa. Hetta markið. sum nú er avtalad, gevur bretsku síð- uni so mikið, at teir nú fola tað so, at teir kanska hava nakað at missa við eitt sak- armál. Tað kundi jú verið, at dómstólurin td. fann uppá at býta grásonuna í helvt. Føroyingar vildu einki lata norðan fyri breisku miðlinjuna, tí man metti, at man heyði ein rímuligan tjans í Haag at fáa nakað, sum líktist tí bretsku mið- linjuni ella nakað betri. Allar hasar nyansurnar blæsir Edmund uppá og vil nú við afturvirkandi kraft gera marknastríðið til eitt stíð um grásonuna eina. Fiskarímessiga er tað helst so. Og her hava vit júst fingið eina loysn, sum báðir partar eru fegnari um, enn um hon t.d. varð býtt í helvt. Edmund Joensen hevur oftani fleiri heitt á sínar starvsfelagar og tjóðina um at standa saman í hes- um ålvarsmåli, og tað hava oll tikið undir við honum í. Tí kenst tað so hugstoytt at hava havt ein løgmann. sum aftaná at hann hevur havt ábyrgdina av máli- num í hálvt fjóðra ár og ikki fingið loyst tað. er so súrur um, at tað hevur eydnast hansara eftir- monnum at loysa málið uppá ein máta, sum føroy- ingar yvirhøvur eru nøgdir við. Jan Miller, blaðstjóri tíðindablaðið ALS á tremur við peningi Arið 1998 hevur í mangar mátar verið gott fyri føroyska samfelagið. Virksemið hevur verið stórt við góðum fiski- skapi og góðum fiskaprisum Bæði almennu og privatu lónarútgjaldingarnar = eru hækkaðar munandi í mun til í 1997. Okta virksemið og betraðu fíggjarligu viður- skiftini yvirhøvur síggjast aft- ur í arbeidsloysishagtølu- num. sum aftur vísa mink- andi arbeiðsloysi í mun tl árið fyri. Hetta hevur givið Arbeiðsloysisskipanini møguleika at leggja orku í at mennast, soleiðis at figgjar- ligu vidurskiftini og umsit- ingin betrast og hvila å trygg ari grundalagi, enn fyri 2-3 árum síðan. Stimbran av eginognini Skipanin er í ferð við at upp- byggja eina eginogn. Hetta er neyðugt. fyri at skipanin skal hava nakað at standa í- móti við. um arbeiðsloysið aftur fer at vaksa. Fyri ikki so nógvum árum síðan var Arbeiðsloysisskipanin um at fara av knóranum., av tí at hon hevði ov lítla eginogn. Tá var avleiðingin, at skipanin fekk tilført gjaldfóri. partvis sum gávu. partvís sum lán. Har afturat varð inngjaldsloftið avtikið. og sum steinur oman á byrðu fyri tey, sum sóu skattin hækka, lønina lækka og arbeiðsloysið vaksa, varð inngjaldið til Arbeiðsloysis- skipanina hækkað. Við alsamt betraða gjald- førinum hjá skipanini er nú høvi at uppbyggja eitt gjald- føri, ið skal tryggja skipan- ina móti at vera noydd at taka tílík óheppin stig, um sam- felagsgongdin vendur. Tá henda eginogn er fingin til vega, verður farið undir at leggja skipanina til rættis, s0- leiðis at hon hevur eina fíggjarliga javnvåg, sum ikki inniber at ein øking av gjald- førinum út yvir, hvat lønar- hækkingar ella inflatión ann- ars ger neyðuga. Fram til várið 1998 hevur gjaldforið hjá skipanini ver- ið sett sum innlán í føroysk- ar peningastovnar. Tá varð farið at hyggja at øðrum møguleikum fyri at gera eina trygga íløgu, sum samstundis kann tryggja skipanini eitt rímuligt avkast. Avgjørt varð at seta part av gjaldførinum í lånsbrøv. Við årsenda var kursvirðið av lånsbrøvunum 76,1 mió. kr. Inngjøld ALS-gjaldið var í 1998 2,25%. Hetta er nakað lægri enn inngjaldsprosentið var í 1997, tá tað fyrra hálvár var 2,75 % og seinna hálvár var 2,50% av lønaritgjaldingun- um frå åvikavist løntakarum og arbeidsgevarum. I 1998 vóru inngjøldini til skipanina 175,1 mió. kr. í mun til 195,2 mió. kr. í 1997. Hetta er ein minking uppá 20.1 mið. krónur. Stýrið hevur við kunngerð av gjørt, at inngjaldsprosentið við gildi frá 1. januar 1999 skal vera 2 %. Hetta er tað sama, sum gjaldið var, tá skipanin byrjaði í 1992. Utgjøld Miðal talið av móttakarum av arbeiðsloysisstuðli var í 1998 1.888. Hesi býttu seg upp í 1.050, ið fingu stuðul eftir vanligu skipanini, og 838. 10 fingu stuðul eftir fiskavirkis- skipanini. Hetta er ein mink- ing uppá omanfyri 15 % í mun til í 1997. tá tølini vóru åvikavist 1.298 og 964. Samlaða útgjaldið av ar- beiðsloysisstuðli og stuðli til førleikagevandi tiltøk var í 1998 96,0 mió. krónur. Upp- hæddin fyri 1997 var 17,8 mió. krónur stórri. nevniliga 113.8 mió. krónur. Arsúrslit Rakstrarúrslitið fyri 1998 var 71,1 mió. krónur. Hetta er ein vøkstur uppá 4,7 mió. krónur í mun til í 1997, tå úrslitið var 66,4 mió. krónur. Høvudsorsøkirnar til betr- aða urslitid eru tvinnar. Onn- ur er, at útreiðslurnar til lønir og kostnaðurin av at reka Arbeiðsloysisskipanina eru minkaðar við 2.6 mió. krón- um. Hetta er gjørt samstundis sum tænastan mótvegis teim arbeiðsleysu og arbeidsgev- arum er betrað við víðkaðum telefon- og avgreiðslutíðum og regluligari samskifti við tey arbeiðsleysu. Hin er, at hóast rentustødid hevur verið lækkandi í 1998. hava av- kastið av gjaldførinum og lægri rentuútreiðslur viðfort. at úrslitið av fíggjarpostum er økt við 5,1 mió. krónum í mun til í 1997. Utlitini fyri 1999 ALS-gjaldið er lækkað til frå 1999 aftur at vera 2 % frå åvikavist løntakarum og ar- beidsgevarum, ella vid eini 12 % í mun til í 1998 Hóast lønarhækkingar eru avtalaðar á arbeiðsmarknað- inum, verður ikki roknað við einum vøkstri í lónarútgjald- ingunum uppá 12 %, sum vildi mótsvarað lækkingini í ALS-gjaldinum. Lækkingin í inngjaldsprosentinum fer tí væntandi at føra við sær eina ávísa minking í inntøkunum hjá Arbeiðsloysisskipanini. Seinastu 2-3 árini hevur verið ført fram, at framburð- urin í vinnuvirkseminum hvílur á ótryggum grundalag. Orsøkirmar til, at samfelags- búskapurin hevur tað nógv betur nú. eru at finna í nátt- úrugivnum viðurskiftum og betradum marknaðarprísum. sum vit hava sera lítla ávirkan á. Hóast hesar útsagnir eru ikki tekin um, at virksemið í 1999 verður minni enn í 1998. Væntað verður tí ikki at arbeiðsloysið fer at vaksa - kanska verður arbeiðsloys- ið heldur eitt vet minni enn í 1998. Úrslitið av fíggjarpostum var gott í 1998. Í 1999 verða rentuútreiðslurnar av lånin- um, sum Arbeiðsloysisskip- anin hevur hjá Arbeiðsmark- naðareftirlónargrunninum. minni enn í 1998. Harafturat verður gjaldførid, sum skip- anin fær inntøkur av, betur. Men rentustødid lækkar al- samt, og fer hetta at hava við sær, at úrslitíð a fíggjarpostum neyvan gerst munandi betur í 1999 enn í 1998. Stýrið hevur umrøtt spurn- ingin, um rætt er at innaftur- føra loftið fyri inngjalding av ALS-gjaldi frá løntakarum. somuleiðis sum stýrið hevur umrøtt møguleikan fyri at hækka útgjaldsprosentið. Væntandi verða hesir spurn- ingar tiknir upp aftur í 1999. sigur ALS í tidindaskrivi Allan Skaalum, stjóri á Arbeiðsloysisskipanini ÁRSROKNSKAPUR hjá Arbeiðsloysisskipanini (1.000kr) RAKSTRARROKNSKAPUR 1998 1997 (LL LET: 11 — 175.097 195.187 Úggjøld VM... ... 6 00 0000ereererererennererereen 95.965 113.819 Tekmskt Ørsiit… mn … renerne 79.132 81.368 ET 5.649 7.499 Kostnaðir....... 6.134 6.875 Vtreiðslur ialt... emmer 11.784 14.374 Úrslit áðrenn avskrivingar................................--... 67.349 66.994 -534 66.459 Figgjarinntøkur. 5 3.470 Fíggjarútreiðslur.............--nnnennenereenrenesøeunern> -1.413 -3.788 Figgjarpostar, netto................ ne... 4.800 -317 Úrslit av vanligum rakstri.. 66.142 Serligar inntekur/útreiðslur....................-..-.-....-........ 4 277 Rakstrarirsiit….……… ene 71.142 66.419 FIGGJARSTØDA PR. 31. DESEMBER Aktiv Stødistæ ialt 1.028 611 Tidaravmarkingar og forútgoldið.....................-.-....-- 385 390 SKER 2.963 9.554 LÁNSDIÐNU....... nie enenherenerseenensner 76.087 0 Tøkur Peningur... I. eee 92.959 101.782 Umferðarfæ falt........ ee. roenarnun 172.394 111.725 RE 173.422 112.337 Passiv SÍOVNSÍÆ. rr rrrrrernennnarraranakrnrkeð ekra 93.840 93.840 At flyta til komandi ár.............. …G ……. 26.020 -45.122 Eginogn falt.................e"eninenreerennannnnennerøennrnurdur 119.860 48.718 Avsetingar fall... = nennu ee 30.000 30.000 Skyldugur arbeiðsloysisstuðul..................-..-...-..-...-. 2.347 5.142 Ognarar.… ......….......m0reeeereererereerereereree 1.730 1.588 Tíðaravmarkingar..... 537 524 Lán, Arbeiðsmarknaðareftirlgnargrunnurin............... 18.947 26.364 33.619 112.337 ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðs- “gt leys: at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa ALS arbeiði og at umsita arbeidsåvising fyri føroyska arbeiðs- marknaðin. Á ALS starvast i løtuni 23 fólk. Virksemið hjá ALS jon Arbeiðsloysisskipanin er í høvudsheitum logaråsett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frå arbeiðsgevara- og løntakarafeløg- unum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Feroya Landsstýri Postsmoga 3022 * 110 Tórshavn Tlf. 319550 * Fax 310263 e-postur: als & als.fo - www.als.fo