hósdagur 27. mai 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
eru uttan iva eisini fegin um, at Elin
hevur fingið starv har, tí hennara
kvinnurødd er ein góður mótsetn-
ingur til allar tær mannligu rødd-
irnar, ið eru á rásini. Men hvussu
bar tað so til, at Elin fór undir kær
leikssendingina Amour?
Tá eg byrjaði her, greiddi Lárus
frå, at hann hevði ætlanir um, at ein
romantisk kærleikssending skuldi
vera á skránni, og tað var eisini
hann, sum kom við navninum. Hann
segði eisini við meg, at tað var best,
im tað var eitt konufólk, ið var
áðrenn sendingina, so er lættari at
leggja hana til rættis. Tíbetur gongur
tað tann rætta vegin, sigur Elin og
greiðir frá, at til sendingina hetta
kvøldid Yngd er á vitjan, hevur hon
fingið nógv brøv, áðrenn sendingin
er byrjað.
Svari so frægt eg kann
Tey, sum hava lurtað eftir Amour,
vita Oivad, at Elin hevur fingið
nógvar fyrispurningar um bæði líkt
og ólíkt, sum hevur við kærleika at
gera, og tað er ikki altíð líka lætt at
Yngd nr. 20 - 27. mai 1999
fáa dreymagentuna. Í tí eina førinum
gjørdi Elin bart, - valdi tað brævið
til vinnara tað kveldið. Tad er so, at
besta brævið í hvørjari sending hjá
Elini verður heiðrað við einum vinn-
ingi, sum er eitt máltíð fyri tvey á
Pizza 67, umframt atgongumerkir til
Havnar Bio. Tá Elin so hevdi valt ti
forelskaðu sálina til vinnara hetta
kveldið. heitti hon á drongin um at
bjóða dreymagentuna út at eta og í
biograf við sær.
Tá Elin byrjaði í Atlantic Radio, var hon ikki bangin fyri at tosa í mikrøfonina, ffssum hon sigur,
so hevur mussaskødid altíð verið í lagi
vertur fyri hesi sending, og hetta fall
so í mín lut.
- Amour fór í luftina fyri fyrstu ferð
mikukvøldid fyri tveimum vikum
síðani. greiðir Elin frá. Hon sigur, at
í fyrstuni var innihaldið fyri tað
mesta bert romantiskur tónleikur,
men so líðandi hevur hon fingið
fleiri og fleiri brøv frå lurtarum,
sum greiða frá sínum kærleiks-
gleðum og sorgum. Fyrstu tíðina
hevur tað verið eitt sindur strævið,
sigur Elin, ti tey brøvini, sum hon
hevur fingið, er komin, meðan send-
ingin hevur verið í luftini, og tá er
tað næstan Ogjørligt at uppfylla
ynskir um lag, sum lurtarnir, ið
skriva inn, hava. Fær man brøvini
svara hesum. Til dømis hevur hon
fingið bræv frá onkrari sjómans-
konu, sum hevur verið ótrúgv, með-
an maðurin er til skips. Henda kona
hevur síðani spurt Elina, hvat hon
skal gera.
Lítið er at ivast i, at tað kann vera
trupult at svara slíkum spurningum,
men Elin Hentze í Stórustovu sigur,
at hon roynir at svara spurningunum
so frægt sum hon kann. Sjálv vil hon
ikki kalla seg nakran kærleiksser-
frøding, men hon ger tað besta, sum
hon megnar, og so vónar hon bert, at
tað kann hjálpa í summum førum.
Onkur forelskað sál hevur eisini
vent sær til Amour og Elin fyri at
spyrja, hvussu hann skal gera fyri at
Er sprotin úr
fjølmidlafamilju
Tað er kanska ikki heilt av tilvild, at
Elin er endað í fjølmidlaheiminum.
Mamman hennara hevur í mong år
starvast i sjónvarpinum, og sum
yngri heyði Elin nærum sína dagligu
gongd niðri í Vørdsluni, og hetta
hevur óivað gjørt sitt til, at Elin hev-
ur fingið áhuga fyri hesum heimi.
At arbeiði er umfatandi, kann Elin
staðfesta, tí í byrjanuni skuldi hon
einans tosa í mikrofonina, men nú
tekur hon sær av øllum, tá sendingin
er í luftini. Hon er vertur, finnur
fløgur fram og tekur sær av tí tekn-
iska. Hetta stúrdi hon nógv fyri, tå
hon fekk boð um hetta, men Elin
sigur, at nú hevur hon fingið gott tak
á hesum. At tosa í mikrofonina,
stúrdi Elin ikki so nógv fyri, tá hann
byrjaði í starvinum, tí sum hon sjálv
sigur tað, so hevur mussaskødid al-
tíð verið í lagi, og tað hevur ongan-
tíð staðið á at práta.
Amour er í luftini hvort kvold frá
sunnudegi til mikudag millum
klokkan tíggju og tólv. Elin sigur. at
hon metir ein tíma, áðrenn sendingin
byrjar, so at hon hevur stundir til at
finna tónleik fram. Haraftrat hevur
Elin eisini nakrar aðrar tónleika
sendingar fleiri ferðir um vikuna, so
at hon tilsamans arbeiðir eini 35
tímar um vikuna hjá Atlantic Radio
Framtíðin óviss
Hvussu leingi Elin Hentze í Stóru-
stovu verður hjá Atlantic Radio, er
enn óvist. Hon sigur. at hon hevur
havt nógvar ætlanir um víðari lestur.
men nú er hon als ikki sannførd um.
hvat hon skal gera, og tískil sigur
hon, at hon verður á Atlantic Radio
so leingi, sum tað er til, ella hon
hevur hug til tað.
Yngd ynskir Amour og Atlantic
Radio góðan byrð!