hósdagur 27. mai 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 97 — 27. MAI 1999
tíðindablaðið
út at koyra
Ferðsluvanlukkurnar eru ov nógvar. Kanningin, sum Ferðslutrygd hevur gjórt millum næmingar í 9. flokkunum vísir
at ungdómurin gevur sær alt ov lítið far um, hvussu vandamikil vantandi ferðsluhugburður er
savnsmynd
Spurnarkanning um
ferðsluviðurskifti
- kanning gjórd millum næmingar í 9. flokkum skúlaárið 1998-99
Grundarlagið undir
spurnarkanningini
Í skúlaárinum 1998-99
skipaði Ferðslutrygd fyri
undirvísingarátaki um
ferðsluvandar. Talan var um
dagsskeið, ætlað næming
um í 9. flokkum. Á dags-
skeiðunum vóru millum 20
og 30 næmingar (te. 1-2
flokkar) í senn. Allir skúlar
í Føroyum við framhalds-
deild tóku av tilboðnum og
sostatt bar til at geva so gott
sum einum heilum árgangi
sama undirvísingarupplegg.
Einans teir fáu næmingar,
sum av einihvørjari orsøki
ikki vóru í skúla tann ávísa
dagin, gluppu burtur í mill-
um. Dagsskeiðini fóru fram
í hølunum hjá Ferðslutrygd.
og vóru m.a. fyrilestrar á
skránni hildnir av Ferðslu
trygd. Løgregluni, Ambu
lansutænastuni og Rús-
drekka- og Narkotikaráð
num. Í sambandi við fyri
lestrarnar vórðu eisini styttri
filmar vístir
Kjarnin í skeiðinum var
fyrilestur, sum var hildin av
ungari gentu, sum hevur
verið fyri ferðsluvanlukku.
Hon greiddi frá sjálvari van-
lukkuni og um tað, vanlukk-
an bar við sær fyri hana.
Eisini greiddi hon frá,
hvussu tað er at liva við ein-
um álvarsomum breki,
hvussu hennara framtíðar-
dreymar vórðu broyttir
0.s.fr.
Ferðslutrygd fer framyvir
á hverjum ári at skipa fyri
dagsskeiðum fyri 9. flokkar.
Undirvísingarskylda er til
og við 9. flokki, og í skúla-
hopi er hetta seinasti møg-
uleiki at fáa ein heilan ár-
gang á tal.
Endamálið við undirvís-
ingarátakinum er stutt og
greitt: at seta avleiðingarnar
av ferðsluvanlukkum í
brennidepilin, at teir verða
gjørdir so itøkiligir, sum til
ber, so at næmingarnir veru-
liga sanna, at hetta eisini er
nakad, sum kann raka teir.
Spurnarblød
Aðrenn tikið varð samanum
á enda á skeidinum, varð
lagt upp til orðaskifti, har
næmingarnir kundu spyrja
og annars koma fram við
sínum åskodanum, og fingu
teir hvor sítt spurnarblað at
svara. Til hetta fingu teir
einar 15 minuttir. Í teimum
fórum, næmingarnir ikki
skiltu spurningarnar, fingu
teir leiðbeining
Endamálið
Endamálið við spurnarblød-
unum var m. a. at vita, hvat
næmingar í 9. flokkunum
halda um ymisk viðurskifti,
sum hava við ferðslu og
ferðslutrygd at gera. Men
spurningarnir vóru eisini
sum samanumtøka ella eft-
irmeting hjá næmingunum,
við tað at teir skuldu taka
stóðu til tey evni og viður-
skifti, sum teir høvdu fingið
greitt frá fyrr um dagin.
(Teir vórðu eisini bidnir um
at siga, hvussu teimum
dámdi teir ymisku fyrilestr-
arnar. Hetta úrslit verður tó
einans nýtt innanhýsis - til
eftirmeting hjá fyrilestrar-
haldarunum).
Spurnarkanningin i vavi
Av teimum um 600 næm-
ingunum, sum eru i 9
flokkunum, svaradu 530
spurnarblødunum. Av hes-
um eru 234 gentur og 266
dreingir. Við nøkrum fáum
undantøkum eru næmingar-
nir í 9. flokkunum skúlaárið
1998-99 føddir í 1983, og
hava teir ti verið annaðhvort
15 ella 16 ára gamlir, tá ið
spurningarnir eru svaraðir
og í onkrum føri eisini 14
gamlir.
Hvussu kanningin
eigur at verða lisin
Uppsetingin í samanteljing-
ini er í høvudsheitinum
skipað soleiðis, at í flestu
spurningunum sæst úrslitið
av svarunum hjá øllum
næmingum ovast (Øll), og
niðri undir tí sæst sidan,
hvussu genturnar (Ge) og
dreingirnir (Dr) svaraðu
hvør sær. Samanteljing av
t. d. %-tølunum hjá (Ge)
tvørturum gevur 100% av
gentunum, sum svaraðu
spurningunum. Vegna av-
Jón Kragesteen,
leiðari á Ferdslutrygd
runding av tølunum broytist
í summum forum alt %-tal-
ið um #/- 2%
Niðurstøður
A hjástandi síðu er saman-
teljing av svarunum. Fyri
hvønn spurning er gjørd *)
viðmerking, har nidurstøda
er gjørd, ið er grundað á tey
mest signifikantu tølini.
Annars eru øll tølini til stað-
ar, og lesarin kann ti sjålvur
gera sær sina egnu niður-
stóðu.
Ferðslutrygd O mai 1999
Jón Kragesteen,
dagligur leiðari
PL Atvur Haraldsen
17 druknir bilførarar
Jon Kragesteen
Sera stórur partur av ferðsluvanlukkum,
sum elva til fólkaskaða, henda av rús-
drekka. Tá ið talan er um álvarsamar
fólkaskaðar, hevur rúsdrekka enn og storri
leiklut. Og ferðsluvanlukkur, sum eru so
álvarsamar, at fólk doyr, eru í einum ut av
fýra forum orsakaðar av rúsdrekka.
Sereyðkenni fyri ferðsluvanlukkur, sum
henda av rúsdrekka eru:
* at tær henda um nattina
e at tær henda i vikuskiftinum
« at talan er um ålvarsamar vanlukkur
e at bara ein bilur er uppi í, t.e. bilurin
hjá tí drukna bilforaranum
+ at menn hava skuldina og tað serliga
ungir menn
« at bilforarin ikki nýtir bilbelti
Tá ið rúsdrekka eigur ein so stóran part
av ferðsluvanlukkunum, kundi verið áhug-
avert at vita, hvussu nógvir bilar eru í
ferðsluni, ið hava bilforara, sum er ávirk-
aður av rúsdrekka. Kanningar eru gjørd-
ar hesum viðvíkjandi, m.a. í norðurlond-
um. Hesar vísa, at triggir av hverjum
túsund bilførarum, sum eru i ferðsluni,
hava meiri enn 0,5 promillu av alkoholi í
blóðinum. Fyri betri at skilja hetta, skal
her verða gjørd ein roynd at flyta kann-
ingaúrslitið til foroyska samfelagið.
Latum okkum siga, at ein tilvildarligan dag.
er triði hvor bilur í Foroyum úti í ferðsluni.
Hetta eru einir 5.700 bilar, og útfrá hesum
tali kunnu vit rokna okkum fram til, at einir
17 av hesum hava bilforara, sum hevur
drukkið somikið, at hann hevur meira enn
0,5 promilli av alkoholi í blóðinum. Av
hesum 17 vildu
* seks koyrt í Havn
* tveir í Klaksvík
e fýra í Eysturoy
« ein til tveir í Norðurstreymoy
e ein í Vágum
« ein ella eingin i Sandoy
e ein til tveir í Suðuroy.
Havast skal í huga, at hetta eru miðaltol,
og allar royndir vísa, at verri er t. d í
vikuskiftinum og tá serliga um náttina. Nú
vil onkur kanska siga, at tá ið bara 3 av
1000 bilførarum eru druknir, so ljóðar tað
ikki av tí nógva. Men júst tað, at so fáir
bilførarar kunnu volda so nógvan skaða
eigur at siga okkum eitt sindur um, hvussu
vandamikið tað í veruleikanum er at koyra
bil við rúsevnum í kroppinum.