fríggjadagur 28. mai 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 98 - 28. MAI 1999
Byggja út á Kosni
fyri seks milliónir
Utgerðin, sum nú verður sett upp á Kósavirkinum í Klaksvík, bótir um fram-
leidsluevnini og tað er neyðugt, sigur stjórin
AK! BERTHOLDSEN
Hósdagin varð ein stórur
partur av Kósavirkinum í
Klaksvík stongdur.
Men tað er ikki ti at
vinnuliga flaggskipid í
nordoyggjum er i figgarlig-
um trupulleikum, at tað
verður stongt.
Tvorturímóti. Tí tað verð-
ur bara stongt fyribils.
Og ímeðan tað er stongt,
er ætlanin at gera ístand og
at seta nýggja útgerð upp
fyri einar seks milliónir
krónur.
So tá ið fólkið fær ar-
beiðsboð aftur um einar
tvær, tríggjar vikur, verður
tað á einum nógv meiri ný-
mótans og framkomnum
virkið.
Hanus Hansen, stjóri á
Kósini, sigur, at øll rein-
skerihøllin skal gerast í-
stand, so at hon verður sum
spildurnýgg.
Síðani skal ein nýggj
framkomin „flowlinja“ set-
ast upp, sum er keypt úr Is-
landi.
Talan er um eina „flow-
linju“ sum á ein hátt er ný-
skapandi í fiskivinnuni við
tað, at tað flakið, sum fer
vinstrumegin, verður ver-
andi vinstrumegin.
--Tað vil siga, at hvor
reinskerari fær altíð sama
slag fløk at skera, sum
venda sama veg, sigur Han-
us Hansen.
Hóast hetta ikki ljóðar av
so nógvum í oyrunum á
teimum flestu, heldur hann,
at nettupp hetta kann fáa
rættiliga stóran týdning fyri
framleiðslueynini hjá Kós-
ini.
Somuleiðis fær Kósin ein
kutara afturat. Tað er ein
maskina, sum sker fløkini í
smærri bitar.
Men hendan utbygging-
in ber f sær, at bara tann
parturin av flakinum, sum
bein er i, fer til konurnar,
sum skera. Restin fer vidari
av sær sjålvum.
Sostatt hevur Kósin tå
tveir kutarar, ein hvørju
megin flowlinjuna.
Hanus Hansen sigur, at
eisini hendan nýgerðin
skuldi gjørt arbeiðið meiri
effektivt
Hann sigur, at somuleiðis
er ætlanin at gera eina minni
íløgu í maskinur og tiðnara,
so at tað ber til at keypa og
arbeiða frystan fisk.
Endamálið við hesari í-
løguni er at tryggja virk-
inum støðuga råvøru.
M.a. hevur Kjølbro keypt
Gilston, sum eftir ætlan, í
hvussu so er partvís, skal
frysta fisk rundan og av-
reiða hann til Kósina.
Mugu fylgja við
Tilsamans er hetta ein íløga,
sum kostar Kósini umleið
seks milliónir krónur.
Men tá ið teir fara undir
eina so stóra íløgu, má tað
væl vera tí, at teir hava
góðar vónir til framtíðina.
ella hvussu?
- Hetta er ikki ein spurn-
ingur um at hava álit á fram-
tíðini, hetta er heilt einfalt
ein spurningur um at yvir-
liva, sigur Hanus Hansen.
Skulu vit hava nakran
sum helst meguleika at
standa okkum í teirri grót-
hørðu kappingini, sum er á
fiskivinnugkinum, er tað
neyðugt at hava tað nýggj-
astu tøknina
Uttan tað mest nýmót-
ans tøknina, koma vit ikki
at standa okkum á altjóða
marknapinum.
Mugu fylgja við tíðini
Hanus Hansen sigur, at hesi
seinastu 15-20 árini hevur
fiskivinnan á landi i Før-
oyum ikki fylgt nóg væl við
tíðini, hvat tøkniligu menn-
ingini viðvíkur.
— Tað er eitt stórt aftur-
stig, tí vit minnast oll, at tá
ið Kósin, og onnur flaka-
virki vórðu bygt, vóru tey
virkini á so høgum stødi,
sum onga aðrastaðni.
— Og tá komu eitt nú ís-
lendingar til Føroyar at for-
vitnast og at kunna seg við
fiskavirking.
— Teir vóru m.a. á Kósini
og sóu, hvussu frammaliga
teir vóru og heimafturkom-
nir tóku teir táttin upp eftir
okkum og fóru at byggja
fiskivinnuna á landi upp.
eftir sama leisti, sum vit
høvdu gjørt tað.
— Men síðani eru vit í Før-
oyum tíverri afturútsigld so
tað munar.
— Fiskivinnan í Føroyum
hevur havt so trong kor
figgjarliga, at tað hava ikki
verið ráð til tær neyðugu
endurnýggingarnar.
— Og nú Klaksvikingar
vóru í Íslandi á kunning-
arferð í sambandi við út-
byggingarnar á Kósini,
Arbeiðið á flaka-
virkinum Kósini í
Klaksik er lagt stil
imedan nyggjari
og betri maskinur
verða settar upp
Hoógurnar fara
at gera Køsina
meiri kapping-
arføra og tað er
neyðugt, um vit
skulu standa okk-
um, tí kappingin
er grothørd, sigur
Hanus Hansen,
stjóri á Kósa-
virkinum
gekk sjón fyri søgn at nú er
viðvent í holuni og at ís-
lendingar nú eru langt
frammanfyri okkum á hes-
um øki.
— Island er eitt av lond-
unum, sum vit kappast i-
móti M.a. tí er tað neyðugt
hjá okkum at fylgja við tíð-
ini og útbyggja okkum, so
at vit alla tíðina hava tað
nýggjastu tøknina í fiski-
vinnuni
Hanus Hansen dylir tó
ikki fyri, at hóast hendan
íløgan hjá Kósini er neyðug.
er tað eisini við góðum
treysti, at farið verður undir
hana.
— Vit halda, at tað sær at
sindur ljósari út nú.
— Eitt ávíst bjartskygni er
farið at breiða seg og fíggj-
arliga úrslitið í fiskivinnuni
er batnað munandi seinastu
árini, sigur Hanus Hansen.
Takk fyrr
stuðulin
Við hesum fara vit at takka øll-
um hjartaliga, sum á ymsan
hátt hava stuðlað okkum í at
seta tað nýggju uppbodssølu-
na hjá Sjótorginum á stovn.
Vit takka tykkum, sum sendu
okkum blómur og góð ynski
tann dagin, vit lótu upp, og
tykkum, sum stukku inn á
gólvið.
Uttan tykkara stuðul og tykk-
ara áhuga hevði nýggja upp-
boðssolan ikki verið veruleiki
í dag.
Vinarliga
Sjótorgið
Tlf.: 45 52 22
farið verður
av Havnini
månadag
komið verður