fríggjadagur 28. mai 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
føroyingum
Runnin er nú millum eina
hálva- og tryfjørdingsøld
síðani Nordoyastevnan i
Klaksvík í øllum lítillætni så
dagsins ljós, og meðan
stevnan bæði í vavi og
spennandi tiltøkum hevur
ment seg, eru tey, ið upp-
livdu fyrstu stevnuna natin
gomul, ella eru tey farin
undir grónu torvu. - Soleiðis
dettur dagur av degi, og við
hesum loysir nýtt ungt og
sterkt ættarlið av, og tiltakið
heldur fram og eyðkast.
Ikki tekst burtur, at Klaks-
víkin gjøgnum tíðirnar hev-
ur verið ein menning fyri alt
land okkara, ikki bara vinn-
uliga, men eisini mentanar-
liga. Tað var her m.a. Jógv-
an Waagstein var borin í
heim fyri 120 árum síðani.
og 20 ár seinni vóru tað hug-
sjónarmenninir Símun av
Skarði og Rasmus Rasmus-
sen ið settu Føroya Fólkahá-
skúla á stovn í Klaksvík.
henda stovn, ið fekk so stór-
an tydning fyri føroyskt mål
og føroyskt sjålvbjargni.
Vakra og stórbara um-
hvørvid hevur givið inspira-
tiønina hjá mongum lista-
fólki. tónlistafólki og ikki
minst fólki við hugsjónum,
ið her er føddur og uppvaks-
in. Tað sær út til at tey vaksa
í tali sum dagarnir ganga.
Nólsoyar Páll útinti hið-
ani síni brøgd, tå ið hann
sum bóndi á Myrkjanoyri
eisini hevði alsk til sjógvin
go við hugsjónum ynskti at
skapa føroyingum eina betri
framtíð.
Nøkur fá ár afturat verður
ferðast sjóvegis um Leir-
víksfjørð, tí kanska er ser-
liga spennandi at brúka hesi
ár at ferðast til Klaksvíkar. -
Um nøkur ár verður fast
samband, og bygdirnar á
eystursíðuni á Eysturoynni
Klaksvikin liggur
pin fyri øllum
og Norðoyggjar aftur gerast
eitt samanhangandi sam-
starvsøki, soleiðis sum tað
var fyri 30 árum síðani.
Nú smálombini leika lætt
á lendi og lýðkan litar føgru
grónu eingirnar, fari eg at
bjóða øllum vælkomin til
Klaksvíkar, og við hesum
ynski eg øllum eina siðiliga,
spennandi og gevandi Norð-
oyastevnu.
Jógvan við Keldu
borgarstjóri
IO EE SERA