Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 1999síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

32 ítróttar S AU NR. 98 - 28. MAI 1999 Nógvir sponsorpeng Torsvøll e-mail: emila sósialurin.fo o Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - TIf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 ogvir pengar skiftu hendur á Hotel Føroyum lagin, tá fimm av størstu føroysku fyritøk- um skrivadu sponsorsáttmála við Tórsvallar- ØS Poul Michelsen, tå såttmål vórðu undirskrivaðir. evo atturat, at før tráttir f tin trottur 1 framtioin 1 er at Klara seg utt £ UM t Vinnunvinum t millum 111% HU ISKOðararnar Tað hevði ikki borið til m hjá okkum at gjørt vøllin uttan tann privata partin av f ; Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Frá vinstru Hjalgrim Samuelsen (Føroya Sparikassi), Hákun Djurhuus (Føroya Shell), Poul Michelsen og Hedin Mortensen (Torsvallargrunnurin), Magni Arge (Atlantic Airways), Niels Juel Nattestad (Føroya Statoil) og Mortan Poulsen (Tryggingarfelagið Føroyar). Hesir skrivaðu hósdagin undir sponsoravtalur í sambandi við Torsvøll vinnulívinum. og nú eru vit væl áleiðis móti teimum mir | me Torsvøllur, sum ætlanin er, at hann skal síggja út tann 9. juli, tå A-landsliðið skal spæla moti FC Keypmannahavn. Húsið i miðjuni vendir oman móti nidara velli trimum milliónunum, vit ætla okkum í sponsorpeng- um, segði Poul Michelsen, sum tó ikki vildi avdúka, júst hvussu stórar upp- hæddir talan er um í nýggju sáttmálunum. Grasið kemur til landið mánadagin Annars gongur arbeiðið við vøllinum væl. Poul Michel- sen sigur, at 9. juli verður dagurin, tá fyrsti dysturin verður spældur á nýggja grasvøllinum í Gundadali. Tá tekur føroyska A-lands- liðið ímóti danska FC Keypmannahavn, sum í Føroyum er kent sum liðið hjá Toda Jónsson og nú eis- ini Brian Laudrup. Vøllurin verður neyvan klárur til A-landsdystir 9. juli, tí øll altjóða krøvini ikki eru uppfylt tå, men tå landsliðið tann 4. septem- ber skal spæla móti Est landi. er hann klårur, sigur Poul Michelsen. I fyrradagin komu 1300 tons av betongi umframt husaelement, og månadag- in kemur fyrri helmingurin av grasinum. Og so fer tað skjótt at grønkast í Gunda- dali, sigur Poul Michelsen, sum kortini vísir á, at eitt nú veðrið kann spæla arbeiðn- um eitt puss. Um miðjan juni koma so setrini. Tað verða 6.600 siti- pláss (grunnurin hevði ætl- að 6.800, men tí forðaðu eitt nú føroysku trygdarkrøvini fyri), og tey vera i litunum hjå sponsorunum. Annars skuldi tað ikki verið tann stóri trupulleikin at uppfylt trygdarkrøvini hjá europeisku fótbólts- samgonguni UEFA og so- statt fingið vøllin altjóða góðkendan. Poul Michelsen sigur, at UEFA fyrst og fremst hugsar um trygdina hjá áskoðarum og spælar- um, at setrini eru sum tey elga at vera, at umstødurnar hjá spælarum og dómarum eru nøktandi, og at umstød- ur eru til doping-eftirlit. Onkur hevur víst á. at parkeringsumstøðurnar kunnu gerast ein trupul- leiki. men her vísir Poul Michelsen á, at teir eru komnir fram til 960 parker- ingspláss í eini radius av fimm minuttum frå vøllin- um. Og tå UEFA-kravið er Í kilometur frá vellinum, skuldi hetta heldur íkki verið nakar trupulleiki. Kann útbyggjast Tórsvallarætlanin = gongur støðugt framá. og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið vøllin klåran til Mynd: Alvur Haraldsen ásettu tíðina. Byggingin er gjørd so- leiðis, at møguleikar eru fyri útbygging. Tað kann gerast pláss fyri nógv umrøddu rennibreytini seinni, og tað ber eisini til at »yvirdekka« áskoðaraplássini seinni, men hetta er ein sera kostn- a0armikil iløga. Havnarfeløgini HB og B36 eru bæði við i Europa Cup i år og skulu spæla i juli. At tey eru áhugað í at spæla sínar dystir í Havn, er eingin ivi um, og KI er iva- leyst eisini áhugað í at koma til Havnar. Fyrstu gestirnir verða sum nevnt FC Keypmanna- havn (treytað av, at FCK ikki skal spæla vid i Inter- toto kappingini — tað skulu teir, sum stødan í superlig uni er í løtuni), og á ólavs- óku spælir HB móti Her- følge. Og leygardagin 4. sept- ember kemur Estland so til Føroyar. Seinast Føroyar spældu A-landsdyst i høv- uðsstaðnum, var 15. juli í 1991 móti Turkalandi. Tann dysturin endaði 1-1, og før- oyski málskjúttin var Todi Jónsson eftir fríspæling frá Kára Reynheim.