Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 99 — 29. MAI 1999 Wild Child a flogu- marknaðin Vælumtókti suðurovarbólkurin Wild Child ætlar sær beint fyri jóansóku at geva út fløgu, ið er upptikin í Studio Pegasus í Klaksvík JOHN JOHANNSEN Wils Child kom av ålvara fram, tá bólkurin luttók í Prix Føroyar kappingini 1997. Tå gjørdist eitt lag sera væl umtókt og helt sær leingi millum „IS tær bestu“ í Utvarpinum. Bólkurin varð stovnaður á Tvøroyri í samband við prix kappingina 1997 og luttók eisini í 1999. Bólk- urin hevur eisini luttikið á nýggjárs- og Olavsøkukon- sertum. Geva fløgu út Nú hevur bókurin verið í Studio Pegasus í Klaksvík og spælt inn eina stakfløgu við 5 løgum. Millum annað er eitt sonevnt re-mix av lagnum við, ið gjørdist so væl umtókt eftir kappingina i "97. Annars eru løg við, ið bólkurin spældi til kapping- ina í ár. Fløgan verður ein roynd uppá tað, ið lurtarar kunnu vænta at hoyra frá bólkinum í summar. tá bólkurin ætlar at spæla kring landið. Fyrsta framførslan verður á jóan- løgunum á upptøkuni søku á Tvøroyri Manningin Manningin er nakað broytt hesi árini. Teir, ið manna bólkin eru Dánjal Jákup W. Holm, trummur, Thorbjørn Lisberg, key- board, Trúgvi Strøm, guitar, Tróndur Enni, bass og Pól Arni Holm, sang. Av tí, at Tróndur lesur tónleik í Íslandi, hevur Dag- finn Olsen tíkið sær av at leika bass á nøkrum løgum á fløguni. Ingi Isaksen hevur tikið fløguna upp og eisini hevur Erik Biskupstoð hjálpt til. Ingi Isaksen skal ljóðblanda fløguna við nýggjari útgerð, ið Pegasus hevur útvegað sær. Arnfríð Liitzen syngur kór á fløguni. Fløgan kemur væntandi beint fyri joansøku og ætla teir í Wild Child at nýta hana sum demo-fløgu og kanska geva meira út seinni. Men fyrst ætla teir at ferðast kring landið, tá fløgan er komin út og jóansgkan er farin afturum. Trúgvi Strøm í ferð vid at leggja seinastu hond á eitt av tíðindablaðið Dánjal Jákup Holm handan trummurnar í Studio Pegasus el Annar hevur loysnirnar. Hin tekur sær av sambandinum. El 8 Tele síggja nú til at heim og arbeiðspláss hava streym og ljós, og at fólk, telefonir og teldur kunnu samskifta. Ongum nýtist longur at renna millum elektrikarar, edv-fyritøkur og telefonverk, tá id telefonvekslarin og EDV- og telekerv skulu setast upp. Ella tå ið streymurin skal leggjast in El & Tele loysa og binda saman, so at tað einasta tær nýtist at hugsa um, er at tendra. El og Tele . EDV- og telekervi El-innlegging teleutgerå- og tænasta Eydun Egholm & Rasmus Magnussen tel 2 x 354 Fjallsgøta 13 100 Tórshavn <Ð