leygardagur 29. mai 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 29. MAI 1999
tíðindablaðið
Viðmerking:
Eingin itrottarvøllur Føroya í okkara tíð
Tad, sum hevur fingið meg
at taka so til orða í hesum
nú so nógv umrødda Tórs-
vallar-máli, hevur í fyrsta
lagi verið ein roynd at vera
við til at bjarga einari góðari
gamlari ítróttar- og samfel
agsætlan undan soleiðis at
verða neyðtikin til bert eitt
avmarkað endamál. Men
grundgevingin var eisini eitt
mótmæli ímóti, at einstakir
áhugabólkar og persónar
sleppa at hóreiggja sær í
almennum málum, soleiðis
sum teimum best lystir.
Tvinni viðurskifti sum
dómi um hetta hava í fleiri
ár spælt mær gsandi í sinni:
Havnin, sum í gamlar dagar
slapp at vaksa seg hugnaliga
og vakurt eftir gjølligari bý-
arætlan - hugsið tykkum
sum dómi Tréndargøtu,
Térsgøtu og gamla Tinghús-
vegin - misti undir krígnum
og serliga eftir tað so púra
sítt gamla skilvísa vakstrar-
lag. Ein vina- og kenninga-
politikkur tók seg upp í tí
almenna, sum óbótaliga kom
til at skemma okkara vakra
lítla høvudsstad langt inn í
framtíðina. Býarætlanir
vórðu skúgvaðar til viks, hús
vórðu bygd og sett, sum best
bar til, og nógvastaðni er enn
ikki framkomandi millum
bylingar, ti hús eru bygd, har
vegir skuldu verið. Eisini í
tí at halda býin reinan og
nossligan hevði tað almenna
mestsum slept takinum, og
vit minnast t.d. aftur í sekst-
árini, hvussu høvudsgøtan
fleyt í pylsupappiri og ødr-
um ruski.
Men í sjeytiárunum fóru
menn í býráðnum at taka sær
annað skinn um bak, tí nú
skuldi Havnin skína og ger-
ast vøkur aftur. Nógv dygd-
argott og prýðiligt arbeiði
býnum til frama og býráðn-
um til sóma er farið fram
hesi seinastu 20-25 árini, og
ikki minsta heiðurin fyri
hesa stremban framm6ti ein-
um vøkrum og liviligum
Tórshavnar byi eigur fyrr-
verandi borgarstjórin Poul
Michelsen. Sjálvur havi eg
saman við so mongum gðr-
um fleiri dómi at bera fram
frá hesari tid, har tú ikki
komst tómhentur aftur eftir
áheitan til býráðið um stuðul
til okkurt, sum t.d. kundi
vera býarins mentanar- og
frítíðarlívi at gagni.
Miðbýarætlan avskeplað
Tað er tí ikki so lítið sárt í
sambandi við framferðina í
vallarmálinum nú at skula
taka onnur dómi fram, har
hógvasporini eftir ráðaríka
og sjålvsøkna framferð eru
svíðandi sjónlig. Hugsi nú
fyrst um sjálvan miðbýin.
Tórshavnar Býráð samtykti
í sínari tíð at rúmka um og
at breiðka Niels Finsens-
gøtu. Handlar og hús fingu
boð um at flyta seg, og fyrst-
ur at fylgja hesum boðum
var Thomas Dam. Seinni
mátti eisini Hjalmar Jacob-
sens Bókahandil víkja, og
Simme við sínum Musikk-
húsi fekk at vita, at har fór
ikki at verða verandi, tí hús-
ini fóru at verða tíkin av
grund og flutt. Men Simme
fluttur og farin út at fjakka
við sínum musikktólum, nú
kemur annað lag á í gomlu
klippistovuni hjá Valdemar
Poulsen. Húsini verða nú
renoverað og styrkt av
nýggjum. skemmandi út-
bygningur verður festur í
hetta fitta, eyðkenda Havn
ar-hús og enntá bygdur út á
hálva gongubreyt her mitt í
býnum, og stórt skelti við
bókstavunum DER vísir, at
nú er tað handilsfyritøka,
sum her ræður fyri borgum.
»Hvør er tað, sum soleiðis
sleppur at vinna sær
framíhjárættindi, har aðrir
máttu dvína?< mátti tú
spyrja. >Tað eru teir báðir
Jógvan Páll Lassen, advok-
atur, og Poul Michelsen,
sølumaður og borgarstjóri.<
var svarið, og kannar tú ogn-
arviðurskiftini, fært tú sama
svar. Hesi hús grundfest av
nýggjum hava síðan av
privatum ávum lagt kósina
aftur í gamla tronga lagið her
í byarins og landsins høv-
udsgøtu, í staðin fyri at tað
her sum ætlað átti at verið
vítt til veggja við plássi til
benkur og blómu- og viðar-
vøkstur og við fríum útsýni
frá gamla Ullvøruhusinum
og oman til
vakra H. N. Jacobsens Bóka-
handil.
Eysturskúlahellin
skammfarin
Seinna dómi er um góðar
mentanarligar = umstøður,
sum tað almenna sjálvt hev-
ur verið við til at skamm-
fara: Í sambandi við bygg-
ingina av Eysturskúlanum lá
tað fyrrverandi býráðslimi
og formanni í mentamála-
nevnd býráðsins, Olavi Mic-
helsen sála, nógv á hjarta at
nýta tað høvid til at fáa bygt
eina fullfíggjaða konserthøll
her í býnum. Høllin varð
bygd stór og rúmlig, og arki-
tektarnir fingu boð um í sniði
og vali av tilfari at hava fyrst
og fremst akkustisku viður-
skiftini í huga. Urslitid
gjørdist eisini so framúr gott,
at tú av sonnum kundi siga:
»Hetta er besta konserthøll í
landinum.<
Men hvat hendir fyri nøkr-
um árum síðan? Jú, í okkara
býráð verður ein dag tann
ótrúliga avgerð tikin, at nú
skal eisini henda høll nýtast
til bóltspæl! Har hjálpti eing-
in góða mamma hjá teimum,
sum vildu mótmæla. Prýði-
liga og hugvekjandi mynd-
arondin hjá Bárði Jákups-
syni eftir gðrum langveggi-
num og megnar málningar-
nir eftir okkara mæta listar-
mann Ingålv av Reyni á
vegginum hinumegin vórðu
tikin úr sínum umhvørvi og
spjadd út á gongina. Rima-
verk vard sett fyri ståsiligt
veggjaprýði eftir Zacharias
Heinesen á endavegginum,
pallurin burturbeindur og
flyglið eisini tveitt á dyr, og
síðan hava sveittaroykur og
brestir í gólv og móti veggj-
um givið til kennar, at bólt-
urin hevur vunnið sær ræði
eisini innan hesar listarligu
veggir.
At býurin ynskir at stuðla
alt ungdómsvirksemi og so
leiðis eisini flogbóltin, er
heiðurin vert; men at fara og
avmontera og skammfara
slíkt listarhøli, í staðin fyri
við møguligari hjálp til sjálv
hjálp kanska at fáa sett ungu
monnunum ein brakka upp
til endamálið, var ein vanda-
lisma, sum tú mátti ógvast
við. Og tó hevur enn eingin
alment grett orð um hesa a-
kulturellu misgerð.
Endurtekur seg
í Gundadali
Hetta lagið við, at áhuga-
bólkar og einstaklingar við
vælsignilsi frá okkara meira
ella minni vitandi býarstýri
fáa skorað sín egináhuga í-
gjøgnum til skaða fyri ein
heildarsamanhang, endur
tekur seg nú í Gundadali
I Útvarpi Føroya seinasta
fríggjadag bórust tey løgnu
tíðindi, at Tórshavnar Býráð
á fundi kvøldið fyri hevði
samtykt ikki at steðga bygg-
ingini av Torsvølli. Slík tíð-
indi máttu undra og føra tann
spurning við sær: >Hevur
veruliga nakar roynt at
steðgað hesum spennandi
ítróttarframtaki?<
Kann her bert endurtaka,
at tað, sum hevur ligið okk-
um á sinni, sum hava roynt
at vekja til breiðari um-
hugsni, nú gamli dreymurin
um ítróttarstadion í Gunda-
dali skuldi setast í verk, hex
ur ikki verið annað enn eftir
besta fórimuni at fáa mælt
til, at tað ikki við einvísari
fótbóltsætlan skuldi verða
byrgt fyri hesum einasta
møguleika til eitt veruligt
tjóðarstadion í Føroyum
einum itrottarvølli, sum um-
framt at geva fótbóltinum
professionellar umstødur
eisini kundi kveikja og
menna aðrar ítróttargreinir
og samstundis kundi gerast
ein frítíðar- og menningar-
møguleiki hjá fjøld av fólki
í ungum og eldri árum. At
fótbólturin skuldi mist av
hesum ávum, er enn einki
sannførandi argument kom-
ið fram um. Tosið um fjar-
stóðu og vantandi umstødur
olju
Nú marknaðaravtalan millum Feroyar og
Bretland er undirskrivað, kunnu oljufyritøkur
av álvara fara undir at
bora eftir olju. Men vit
hava "tjóvstartað" - tí vit
hava longu framleitt tann
fyrsta oljudropan á einum
føroyskum virki. Og dropin er so góður, at hann
má etast...
til stemning og róm í hesum
lítla stadion er stutt sagt púra
burturvið.
greininendar á síðu 17
n fyrsta
ropan...
úr vanilju. Og í vaniljuni hava vit goymt eina
rúgvu av lakress-kúlum, ið saman við vaniljuni
geva ein serliga góðan smakk.
Og rundan um alt hetta hava vit so lagt eina
tjúkka lakress-kápu. Samanlagt gevur hetta
tann fyrsta føroyska oljudropan.
Royn henda vælsmakkandi oljudropan longu
i dag. Hann fæst á øllum Shell- og Statoil-
stødum, umframt har tú vanliga keypir tín Fóm-