leygardagur 29. mai 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 99 - 29. MAI 1999
Sosialurin - Box 76 -
e-mail: emila sosialurin.fo
So føgur i Føroyum er
summarins mynd, plagar at
ljóma í útvarpinum upp
undir kappróðrarnar. Tá
tað er komið fram til kapp-
róðrarárið, er summar í
Føroyum. Fyrsti FM róður-
in verður í Klaksvík seinna-
partin í dag, og harvið verð-
ur tað ramasti álvari hjá
fleiri hundrað kappróðrar-
fólkum fram til ólavsóku-
aftan, tá sætti og síðsti FM
róðurin er lokin, og tað
verður greitt. hvor stóð seg
best í 1999.
Róðrarsamband Føroya,
RSF. hevur høvudsåbyrgd-
ina av róðrunum, og teir
hava í langa tíð fyrireikað
seg til nýggja róðrarárið.
Millum - annað. hava teir
havt fundir við démararnar,
við umboð fyri bátsmann-
ingarnar og við stevnufyri-
reikararnar
dómarunum.
- Sammett við so nógvan
annan ítrótt so er tað í
kappróðrinum sera nógv
treytað = av veðrinum,
hvussu tað eydnast í tí ein-
staka førinum, men vit ar-
beiða alla tíðina uppá at
betra tað, sum vit eru harrar
yvir, sigur Hannis Joensen,
formaðurin í RSF.
Teir, sum ferðast kring
landið og hava ábyrgd av
kappróðrinum, vita sjálv-
sagt, at tað er ymiskt, sum
tað liggur fyri at fyrireika
og avgreiða róðrarnar.
Royndirnar í ymsu stødun-
um eru ymiskar, og á fund-
unum við ábyrgdarpersón-
ar hava teir í RSF roynt at
formidla góðu royndirnar
frá einum staði og til hini.
saman við
Gera skjótari av
Ofta hevur verið funnist at,
at tað tekur alt ov langa tíð
at avgreiða róðrarnar, og
tað hevur verið víst á, at tað
er sera lítið vinarligt fyri
áskoðararnar at vera fram-
við róðrargkinum í einar
tríggjar tímar og brúka tað
mesta av tíðini til at bíða í.
— Veðrið spælir nógv inn
her, men vit í RSF vilja
ógvuliga fegnir hava, at tað
verður gjørt skjótari av. Tá
tað stendur í skránni. at
kappróður er klokkan trý.
so skal tað merkja. at start-
skotið fyri fyrsta róðrinum
verður latið av klokkan trý
og ikki, at tað verður farið
undir at fyrireika fyrsta róð-
urin klokkan try, sigur for-
maðurin í RSF.
Um tað fer at eydnast
110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Kappróðurin skal vera
vinarligur móti áskoðarunum
Kappróður: Róðrarsambandið kennir seg væl fyrireikað til róðrarárið, og teir hava gjørt nógv
burturúr at fáa umstødurnar á ymsu plássunum so eins, sum tað ber til
seinnapartin í dag at av-
greiða róðrarnar., soleiðis at
alt verður liðugt eftir tveim-
um tímum — hetta er málið
hjá RSF — er kortini eitt
sindur ivasamt, tí tað vera
tveir róðrar eyka. Atjan
gentumanningar hava boð-
að frá luttøku. Teir í RSF
hava sett seytjan bátar sum
hægsta mark í einum og
sama róðri, og tað hevur við
sær, at tað verður neyðugt
við tveimum innleidandi
róðrum og einari finalu hjá
gentunum.
Undanfarin ár hevur tað
tikið drúgva tíð at flyta fasta
starun frá túsund metra
málinum og út á fimtan
hundrað metra máli. men tí
trupulleikanum sleppa teir
undan hesa ferð, tí teir hava
tveir fastar startir — ein á
1500 og ein á 1000 metra
málinum.
- Sidusøkkini og alt ann-
að, sum er tengt at startin-
um verður lagt út framman
undan, men tað ber ikki til
at leggja fasta startin á tús-
und metra málið fyrrenn
Dúgvan er komin úr Leir-
vík, hagani hon fer klokkan
13.40.
I Klaksvík hava 10-
mannafgrini altíð róð tvey
túsund metrar, men tað ber
ikki til longur, tí alivirksem-
ið undir Kunoyar landinum
er stórt og hevur breitt seg
nógv. Reglarnir siga nú, at
tað ber til at rógva 1500
metrar hjá 10-mannaførun-
um, og hetta verður fyri
fyrstu ferð praktiserað
seinnapartin í dag.
Annars fara størstu båt-
arnir í ár at rógva tvey tús-
und metrar í Hósvík. á
Tvøroyri og á Fuglafirði.
meðan teinurin í Sandavági
og á Glavsøku verður eitt
túsund metrar.
Høvudsdomari i dag
verdur Gunnbjørn Joensen.
Máldómari verður Sigurd
Andreasen, og úti á start-
málinum verður tað upp-
gávan hjá tveimum klaks-
víkingum, sum nú búgva
aðra staðni at fáa bátarnar
at liggja sum teir skulu
Hesir báðir eru Hallur Ell-
ingsgaard og Jákup Søren-
sen
Spenningurin
A øllum stevnunum uttan á
norðoyarstevnu liggja bát-
arnir, sum á undanfarnu
stevnu hava kappast um
oddasessin, við síðuna av
hvørjum øðrum í miðjuni.
A norðoyastevnu verður
lutur kastaður um røðina.
bátarnir skulu liggja í, og
tað vil siga, at tað kann fara
at vera stór fjarstøda mill-
um bestu båtarnar
Men einki er at ivast i. at
tað verður rættuliga spenn-
andi. Hugurin at rógva er
stórur. og so fer tað at visa
seg, hvussu sigrarnir verða
býttir kring landið
Stórsti spenningurin
knýtir seg altíð at 10-
mannaførunum. I fjør stóð
eingin teimum á Eysturoy-
ingi kurl. Einki er at ivast i,
at teir á Skålafjørdinum aft-
ur i år eru væl fyri — teir
hava mest sum somu mann-
ingina — men aðra staðni
hava teir eisini gjørt nógv
við tað, t.d. umborð á Vest-
menninginum og Havnar-
båtinum, og so ætla teir á
Tvøroyri sær at vera við i ár.
Ieir hava latið ein nýggjan
Suðuroying smíðað. Bátur-
in er ikki heilt klárur enn
teir rokna við. at hann verð-
ur klårur til jdansøkuna - og
í dag møta tvøråmenn upp
við Suðurovyinginum. sum
er frå 1937. Tvøråbåturin,
sum ter ongantíð vóru heilt
nøgdir við, er farin av land-
inum
Breiddin i kappingini
hevði verið uppaftur størri.
um Kjølur og Skålabåturin.
sum báðir hava staðið seg
væl í fleiri av undanfarnu
árunum, eisini vóru við
men hvørki í Sundalagnum
ella á Skála hava teir vant
við 10-mannafarinum
jh
Fótbóltur: Skotska pressan er væl mannað, tá hon saman við landsliðnum kemur til Føroya hósdagin í komandi viku
Niðurteljingin til ársins
fyrsta av í alt fimm undan-
kappingardystum er av álv-
ara farin á glið. Skotska
landsliðið kemur til Fóroya
við Atlantic Airways hós-
morgunin klokkan 10.
Liðið hjá Craig Brown fer
at halda til á Hotel Føroy-
um, og longu seinnapartin
klokkan hálvgum fimm
skulu teir venja í Gunda-
dali. Har fara teir eisini at
venja fríggjadagin klokkan
ellivu, og sambært skránni,
sum skotska fótbóltssam-
bandið hevur sent til FSF, so
ætla teir sær ikki inn á
Svangaskarð at venja á
grasvøllinum eitt samdøgur
undan sjålvum dystinum.
Hetta plagar annars at vera
vanligt, og tå skotar fyri fyra
árum síðani vóru í Føroy-
um. vandu teir á Svanga-
skarði kveldið fyri sjálvan
dystin. Tá var venjarin tann
sami, sum er nú, og hann
heldur kanska, at tað er
óneyðugt at koyra so lang-
an tein, tá hann og onkrir av
spælarunum kenna um-
støðurnar á Svangaskarði.
Dupult umfar
Dysturin verður komandi
leygardag klokkan 17, og
skotar gera skjótt av í Før-
oyum. Teir fara beinleiðis
av Svangaskarði og vestur í
Vágar, og flogfarið hjá At-
lantsflog lættir úr Vágum
klokkan 22, og ein tíma
seinni eru teir aftur í Glas-
gow.
Skotar síggja í álvara upp
á uppgåvuna í Føroyum,
men tað er einki at taka seg
aftur í, at tað verður til ta
stórru uppgávuna, at teir
fara at fyrireika seg, tá teir
eru komnir aftur úr Føroy-
um og til Glasgow. Teir
skulu spæla í Prag mikudag-
in í aðru viku. Hagar fara
teir úr Glasgow mánamorg-
unin klokkan tíggju, men
longu sunnudagin klokkan
17.15 er ætlanin, at teir
skulu venja á Hampden
Park í Glasgow. Hvussu lag-
ið verður tá, verður ikki
minst treytað av, hvussu teir
fara at standa seg í Føroy-
um, og teir halda sjálvir, at
ferðin til Føroya verður væl
eydnað, um teir fáa trý stig.
Tað hevur minni at siga,
hvussu tað verður við
støddini á sigrinum.
Langur hali
Ahugin fyri undankapping-
ardystinum á Svangaskarði
komandi leygardag er stór-
ur í Skotlandi. Tíðinda-
menn frá skrivaða pressuni
hava longu hingið í telefon-
ini í fleiri dagar fyri at frætta
tíðindi frá føroysku leguni,
og í flogfarinum saman við
landsliðshópinum koma
umleið fjøruti tíðinafólk:
22 tíðindamenn frá skriv-
aða partinum av pressuni,
sjey frá sjonvarpsstødini
Channel 5, sum skal senda
beinleiðis frá dystinum, ein
útvarpsmaður frá kendu
BBC Radio 5 stødini, tveir
útvarpsmenn frá BBC Rad-
io Scotland og so seks
myndamenn.
Tá skotar vunnu 2-0 á
Svangaskarði mikudagin 7
juni í 1995 vóru millum tvey
og trý hundrað skotskir
áskoðarár og hugdu at.
Nakrir áskoðarar koma úr
Skotlandi hesa ferð. men
talan verður ikki um so
nógvar sum fyri fýra árum
síðani. Ta ferðina komu teir
flestu við Smyrli, men sum
kunnugt er hevuðssam-
bandið til bretsku oyggjar-
Feroyar taptu 1-2 móti
Skotlandi í Aberdeen
Mynd: Álvur Haraldsen
nar tikið burtur síðani tá.
Hópurin
Craig Brown hevur tikið 23
spælarar út til teir báðar
dystirnar á útivglli. Í vikuni
hevur nógv verið tosað og
skrivað í skotsku pressuni
um, hverjir ellivu spælarar
hava staðið seg so væl í
landskappingini, at teir
hava uppiborið at komið á
tað, teir kalla ársins lið.
Landsliðsvenjarin = hevur
givið sítt boð. Tað er bara
møguleiki fyri at velja mill-
um spælarar. sum hava
spælt í skotsku landskapp-
ingini — og tað vil siga. at
útlendngar í Skotlandi
kundu koma uppá tal. með-
an skotar, sum td. hava
spælt i Onglandi. íkki
kundu koma uppá tal.
Landsliðsvenjarin duldi í
sínari útveljing ikki fyri, at
nakrir av bestu spælarunum
í Skotlandi í farna kapping-
arárinum hava verið út-
lendingar. Eitt nú hevði
hann fegin ynskt, at svenski
Henrik Larsson, sum spælir
í Celtic, hevði eitt sindur av
skotskum blóði í æðrunum.
Sum kunnugt nýtast ættar-
bondini til Skotlands ikki at
Stort pressufylgi úr Skotlandi
vera so ógvuliga sterk fyri
at koma á landsliðið har.
Tað er eitt nú Neil Sullivan.
málverjin hjá Wimbledon.
sum í oktober vardi málið
móti Føroyum, eitt gott
dómi um.
Málverjar: Robert Doug-
las, Dundee United 0 lands-
dystir/O mál, Jonathen
Gould, Celtic 0/0 og Neil
Sullivan, Wimbledon 6/0.
Verja: Tom Boyd, Celtic,
63/1, Colin Calderwood.
Aston Villa, 32/1. Matt Ell-
iot, Leicester City, 6/0, Colin
Hendry. Glasgow Rangers,
39/1, Paul Ritchie. Heart of
Midlothian 1/0. David Weir.
Everton, 11/0 og Derek
Whyte, Aberdeen, 12/0.
Miðja: Craig Burley. Cel-
tic, 30/3. Colin Cameron.
Heart -of Midlothian, 1/0.
Callum Davidson. Black-
burn Rovers. 5/0. lan Dur-
rant, Kilmarnock. 14/0
Scott Gemmill. Everton.
14/0 og Paul Lambert. Cel-
tic, I 0
Alop: Billy Dodds. Dun-
dee United. 7/3. Kevin Gal-
lacher. Blackburn Rovers.
41/8, Eoin Jess. Aberdeen.
16/2, Allan Johnston. Sun-
derland. 4/0, Neil McCann.
Rangers, 2/0 og Robbie
Winters, Aberdeen. 1/0.
jh