mikudagur 2. juni 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 101 - 2. JUNI 1999
ítróttar S
19
| BB AG
10-mannafør: Manningin á Eysturoyingi heldur seg ikki vera so væl fyri
nú, sum teir vóru á nordoyastevnu í fjør
Tað ljóðaði undan norðoya-
stevnu, at bæði teir á Havn-
arbátinum og teir umborð á
Vestmenninginum ætladu
sær at bjóða Eysturoyingin-
um av í kappingini um
fyrsta plássið hjá tíggju-
mannaførunum, men í
fyrstu atløgu varð hetta av
ongum. Eysturoyingur
legði seg framum hinar bát-
arnar beinanvegin. Plaser-
ingin hjá hinum bátunum
skifti eitt sindur inn eftir
vánni í Klaskvík, men sig-
urin var rættuliga sannfør-
andi, og tað var ongantíð
talan um, at nakar skuldi
skala FM vinnararnar frá í
fjør.
Um tað fer at eydnast hjá
Eysturoyingi at endurvinna
allar seks FM róðrarnar,
sum teir vunnu í fjør. fer tíð-
in at vísa, og tað er bæði
tengt at venjingarstøduni
umborð á Eysturoyingi og
umborð á hinum bátunum.
Hava ikki toppað enn
Men skulu vit trúgva báts-
formanninum umborð á
Eysturoyingi, so kann tað
fara at verða torført hjá hin-
um manningunum at vinna
á førovameistarunum.
Ludvík Justinussen eitur
bátsformaðurin á Eysturoy-
ingi, og hann heldur ikki, at
teir eru ikki so væl fyri nú.
sum teir vóru um somu tíð í
fjør:
— I fjør vandu vit út í eitt
frá flaggdegnum av, og á
norðoyasteynu kendu vit
okkum at vera í toppformi.
Tað gjørdu vit ikki leygar-
dagin, tí vit hava ikki vant
nóg nógv. Vit flotaðu bátin
flaggdagin, men dagin eftir
fóru vit niður á Scillyoyggj-
arnar, og vit vóru burtur í
meiri enn eina viku. Tað vil
við øðrum orðum siga, at vit
hava bara vant við Eystur-
oyinginum í fýra vikur, og
tað er ikki nóg nógv fyri at
vera í fullari venjing. Sjálv-
andi fingu vit nakað burtur-
úr kapprógvingini á Scilly
oyggjunum, men talan var
um heilt gðrvísi róður og
harvið um heilt gðrvísi
venjing, enn tað, sum skal
til, tá vit rógva í Føroyum.
Sundalagsstevnan verður
um triggjar vikur, og tå
roknar bátsformaðurin á
Eysturoyingi við, at teir
vera í fullgóðari venjing.
Ein av manningini býr í
Klaksvík, og tað hevur gjørt
tað eitt sindur ólagaligt at
venja. Tað er meiri enn so
komið fyri, at vit bara hava
verið átta til venjingar, sigur
Ludvík Justinussen. Hann
róði við Eysturoyingi fyri
fyrstu ferð í fjør, og tað vil
við øðrum orðum siga, at
hann veit ikki um annað
enn at vinna.
Saman við honum eru all-
ir teir somu, sum vunnu so
nógv í fjør, burtursæð frá
einum manni, sum er í Af-
ríka.
Eysturovingurin var
longu sunnudagin at síggja
á Skålafjørdinum, og tá vit
spyrja bátsformannin, um
hann ikki kvígur fyri. at tað
verður torført at halda hug-
inum í topp, tá tað er so
langt millum FM kappróðr-
arnar, so tykist hann vera
fullvisur:
Tað er so sera stuttligt
og spennandi at venja og
rógva, tá tað gongur so mik-
ið væl, sum tað hevur gjørt
hjá okkum, síðani vit fingu
båtin, so tí eri eg als ikki
bangin fyri.
Hevdu alla tíðina tak á
Beint eftir startskotið í
Klaksvík tóktist tað sum
um Havnarbáturin leyp av-
stað, men eftir tey fyrstu
tøkini hevði Eysturoyingur
fingið stavnin framum, og
har vóru teir liggjandi.
Hóast talan var um
fimtan hundrað metra mål,
so róðu vit sum um málið
var tvey túsund metrar.
Sjálvandi kennist tað lætt-
ari, tá tú alla tíðina sært aft-
ur á hinar bátarnar, og um
teir høvdu bjóðað meiri av,
enn teir gjørdu, so eri eg
ikki í iva um, at vit høvdu
verið førir fyri at givið okk-
um meiri, heldur Ludvík
Justinussen, sum ásannar, at
av tí, at teir sjálvir ikki
mettu seg at vera so væl fyri
á nordoyastevnu, so var eitt
sindur av fjáltri á teimum
undan róðrinum, men fjált-
urin fór skjótt burtur.
Vit kunnu undir øllum
umstødum staðfesta, at tað
tykist sum um teir umborð
á Eysturoyingi eru fullir í
sjálvsáliti. Spurningurin er
so, hvussu stórir mOtstødu-
menn teir fara at vera hjá
sær sjålvum sovorðið
spøkir altíð fyrr ella seinni
hjá teimum, sum vinna
nógv — og hvussu tað verður
við kappingini frá hinum
bátunum.
Tiggjumannaførini = eru
ikki so mong, sum tey plaga
at vera. men talan er um
bátar, sum ofta hava vunnið
áður, og eina ferð man fara
at bragda hjá teimum aftur.
sum ikki vunnu í Klaksvík
Um tað verður í ár fara teir
sjálvir at avgera — saman við
fjarbúgvunum umborð á
Eysturoyingi! jh
Vælnøgdir eysturoyingar eftir loknan róður á nordoyastevnu. Eysturoyingur vann allar róðrarnar í fjør, og leygardagin
hildu teir fram, har teir sleptu
6-mannafør kvinnur: Bátarnir, sum venja á Havnarvåg, endaðu fremstir, men tær umborð á Jarn-
bardi høvdu roknað við stórri mótstøðu
Mest sannførandi vinnarin í
øllum kappróðrunum á
norðoyastevnu í år var Jarn-
bardur, mannadur við
kvinnum.
Jarnbardur, sum lá næst
vestastur (hann hevði trý
talið uppi, men var næst
vestastur, tí tær á Stráluni
settust aftur vegna sjúku)
løgdu seg á odda beinan-
vegin, tá bátarnir komu á
Kósabrúnna, vóru tær leys-
ar av hinum bátunum, og á
málinum var munurin gkt-
ur til í minsta lagi tríggjar og
kanska fýra bátslongdir.
Næstu kappingarneytar-
nir hjá Jarnbardi vóru Lóm-
ur av Argjum og Gongu-
rólvur hjá Havnar Róðrar-
felag, og tað vil við øðrum
orðum siga, at tað vóru teir
tríggir bátarnir, sum venja á
Havnarvág, sum vunnu trý
tey fremstu plássini, men
tað var lítil kapping, tí á
málinum var Lómur leysur
av Gongurólvi.
— Vit ætladu okkum at
vinna, men vit høvdu rokn-
að við at fingið meiri mót-
stóðu, enn vit fingu. Vit
høvdu roknað við, at vit
skuldu togast um odda-
plássið inn á málið, men so-
leiðis gekk tað ikki. Tað var
skjótt, at vit sóu aftur á hin-
ar bátarnar, og vit kendu
alla tíðina, at vit høvdu tak á
ti.
Hetta sigur Katrin Olsen,
bátsformaður umborð á
Jarnbardi. Kvinnurnar um-
borð á Jarnbardi hava
drúgvar royndir í kapp-
róðri. Fimm teirra vóru við í
fjór, tá tær vunnu bæði á
.
Skålafjørdinum og í Vági,
ein, sum var vid i 1997, tå
tær vunnu FM, er komin
umborð aftur, og ein hevur
róð í fleiri ár við fimm-
mannaførum.
I fjør var Hvessingur år
Hvalvík/Streymnesi = FM
vinnari, men í ár hevur tað
ikki eydnast hjá teimum í
Sundalagnum at manna
bátin:
— Tað er spell. Vit høvdu
fegnar vilja havt tær vid i
kappingini og vunnid å
teimum, sigur Katrin Olsen.
Jarnbardur var mest
sannførandi av øllum
Hon veit eisini at siga, at
fyrireikingarnar til kapp-
róðrarárið hava verið eitt
sindur torførar hjá teimum:
— Tað eru bara tvær vikur
síðani báturin hjá okkum
var klárur. Tí hava vit verið
noyddar at vant við átta-
mannafarinum Knørri, sum
ikki er mannaður í ár.
Summar halda, at tað er ein
fyrimunur, at vit hava vant
við stórum báti, og aðrar
halda tað ikki, men vit
mugu bara staðfesta, at á
nordoyastevnu vísti hetta
seg ikki at vera til bága fyri
okkum.
Hóast fremstu bátarnir
allir so at siga venja í sama
sjógvi. so er tað bara á
stevnunum, at teir kappast
móti hvørjum øðrum:
— Vit kapprógva viðhvert
móti S-mannaførunum.
men vit rógva ongantíð
móti Lómi og Gongurólvi
uttan í FM róðrunum. Men
eg skal ikki siga, at vit ikki
lúra eitt sindur eftir hvørj-
um ødrum, sigur båtsfor-
maðurin á Jarnbardi, sum
vann FM í 1991, 1992, 1993
og aftur í 1997. Men enn
heldur formaðurin, at tað er
alt ov tíðliga at tosa um,
hvussu tað verður við FM í
ár. jh