mikudagur 2. juni 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EG
El
Fi
æ
sg
$
Nr. 101 — 2. JUNI 1999
Viðmerking:
tíðindablaðið
Gud er kærleiki?
Svar til Sonna Jacobsen
Í lesarabrævi mínum kallaði eg
Gud fyri barnamordara, man-
schauvinist og diktator. Als
ongar royndir vórðu gjørdar
fyri at royna at mótprógva hes-
um ákærum — eg vóni, at hetta
er tí at tað datt burturímillum,
og ikki tí at tær eru sannar. Í
staðin varð eg hálovaður við
dirvi og klårskygni, hóast
Sonni segði seg vera ósamdan
við so at siga alt, ið eg segði -
sera ørkymlandi. Men hann
royndi so í minsta lagi at geva
nakrar skilagrundir til, at eg
noyðist at fara skeivur í hugs-
anum mínum, at tann Gudurin,
ið greitt verður frå í bibliuni,
er óndur, og hesum fari eg at
royna at mótprógva.
“Um Gud var veruliga ónd-
ur, so kundi Gud fyri tað fyrsta
koyrt øll menniskju fortapt”,
sigur Sonni í viðmerking sín-
ari. Ein kann vera óndur á ym-
iskan hátt. Sonni vil vera við,
at av tí at Gud ikki tveitir okk-
um øll, men bert nøkur í eldin
(ella rættari: tey flestu — "ti
trongt er portrid, og mjáur er
vegurin, 10 førir til livs, og få
eru tey, 10 finna hann.” Matt.
7,14), er tað prógv um, at Hann
er góður. — Hitler tveitti heldur
ikki øll í eldin, bert nøkur; er
hann so góður?
Hetta líknilsi við Hitler er
sera veruleikakent, hóast nógv
fara at taka tað illa upp. Eisini
hann var ein diktatorur, ið drap
øll tey, ið ikki vóru samd við
hann. Eisini hann hevði eina
sokallaða "frelsu” fyri sítt fólk,
men fyri at kunna undirgeva
seg honum og fáa lut í hesi
frelsu, mátti ein góðtaka, at
onnur vórðu myrd og brend av
honum. Í dómi Hitlers høvdu
hesi verið jødarnir, og viðvíkj-
andi Gudi má ein góðtaka, at
øll onnur enn tey, ið undirgeva
seg Honum, verða, ikki bert
myrd og brend, men pínd í allar
ævir, og tað líkamikið um tey
vóru góð ella ring menniskju.
—'Var Gud óndur, segði
hann: hata, hata, hata... Gud
sigur: elska, elska elska!",
vitnar Sonni. — Hitler tosaði við
stórum, stoltum orðum um
bróðurkærleika. Lurtar ein bert
eftir tí, hann segði, var Hitler
jú eitt stásfólk, men hann
gjørdi nøkur ting, ið ikki kunnu
orsakast, og hesi ting eru ikki í
námind av tí ævigu pínuni í
helviti.
-"Tå eg brúki bibliunnar
mátistokk fyri kærleika, náði
og miskunn, so ma eg siga vid
Paulusi; I mær býr einki gott!"
sigur Sonni í viðmerking sín-
ari. Hetta átti so at havt við
sær, at bert kristin menniskju
gjørdu gott, og vit vita jú, at so
er ikki.
—"Men tøkk fái Gud, at hann
er so góður og kærleiksfullur,
at mær tørvast als ikki at óttast
kortini", heldur hann so á, og
gloymir eyðsæð, at tað er Gud
sjálvur, sum er orsøkin til at
óttast frá fyrstani av — Hann
skapti jú helviti og allar hesar
reglurnar um revsing og "al-
lergi móti synd”.
Sidani vil Sonni vera vid, at
Gud lønir góðgerðum og revsar
óndskap; lat okkum hugsa eitt
sindur um hetta.
—'Ti at øll hava syndað og
teimum fattast dyrd Guds”, sig-
ur Rombrævið 3:23. Øll eru
ófullkomin og hava brúk fyri
fyrigeving fyri at sleppa undan
eldinum (sum bert er har, tí at
Gud hevur skapt hann). Paul-
us forfylgdi teimum kristnu og
drap tey, men síðani bað hann
um fyrigeving og alt var so í
lagi. Mohandas Ghandi var
harafturímóti eitt tað mest fyr-
imyndarliga menniskja, ið hev-
ur livað, men hann vildi íkki
gerast kristin, hóast hann hevði
lisið Bíbliuna og er tí, sambært
Sonna, tryggjaður eitt pláss á
fremsta rað í helviti.
— Tað er eyðsæð, at tað Gud
leggur dent á, er ikki at tú ert
góður, men bert at tú ert und-
irgivin.
Rom. 5,1 og 8,1, sum Sonni
vísir til, eru júst prógv um tað,
eg segði í seinasta lesarabræv-
inum; at Gud skapar okkum 6-
fullkomin, og síðani krevur, at
vit júst skulu vera fullkomin,
fyri at liva upp til hansara
standard. Kunnu vit ikki tað
(og tað eru vit júst gjørd til ikki
at kunna av Honum sjålvum),
so er bert ein vegur undan æv-
iga eldi helvitis: at fella á knæ
og biðja um fyrigeving fyri at
vera tað, ið Hann hevur gjørt
okkum at vera: ófullkomin.
Vit kunnu aldrin liva upp til
tað, Hann krevur av okkum,
júst tí at hann hevur skapt okk-
um soleiðis sum vit eru, og tí
skulu vit bóna og biðja Hann
um fyrigeving fyri at vera tey
vit eru, ella pínast í allar ævir
Spyrji tykkum sjálvi; er hetta
skilagott?
“Lærarar eru fólk, sum
hjálpa okkum at loysa trupul-
leikar, ið vit ikki høvdu haft
uttan teir", ljóðar ein skemti-
søga — "Jesus er ein, ið frelsir
okkum frå einum fortapilsi, ið
hann sjålvur hevur åsett”,
kundi ein sagt, og so væntar
Hann eisini okkara æviga takk-
semi fyri hetta.
Eisini skal leggjast til merk-
is, akkuråt hvussu vitleyst og
ónt hugskotid um helviti er.
Tá ið vit menniskju revsa
onkran, gera vit tað bert við tí
í hyggju, at hesin skal læra av
revsingini, og hesin fær so ein
møguleika aftrat at visa, at
hann hevur broytt seg. Fær
hann ikki henda møguleika,
halda vit tað vera meinings-
leyst at pína viðkomandi á
nakran hátt, tað veri seg fongsl-
ing ella buking. Ætla vit ikki
at geva viðkomandi ein møgu-
leika aftrat, so beina vit fyri
honum, men á ein humanan
hátt. Vit pína hann í øllum før-
um íkki.
Men hetta er júst tað, Gud
ger. Revsing helvitis er vitleys
og ónd, tí at hon er endalig.
Hon hjálpir ikki á nakran hátt,
av tí at tey revsadu aldrin fáa
ein møguleika fyri at betra seg
Hon er bert til gagn, um tað
ein vil, er at gleðast um pínu
teirra revsaðu í allar ævir.
At enda noyðist eg at leggja
aftrat, at hóast mítt tónalag
kanska ber brá av vreiði, er ætl-
anin við mínum lesarabróvum
ikki at provokera, men heldur
at fáa fólk at hugsa sjålvstød-
ugt og meta um tað, tey síggja
hvønn dag. Tó skal eg eisini
viðganga, at eg eri rættiliga
argur av at fáa prædika, at "i
mær byr einki gott”, "Herrens
veje er uransagelige”, og at ein
eigur at tiga og lurta i litillætni
nakað sum bert ger fólk til
ræðuskítar, ið blunda og gapa.
Sonni kann ikki vísa á rætt-
vísi Guds við at sitera frá Bíbl-
tuni, at "Gud er góður", "Gud
er kærleiki” o.s.fr. — Hetta má
grundgevast.
Sjálvandi sigur Gud seg ikki
vera órættvísan. Sjálvandi sig-
ur Gud ikki “Hata, hata, hata!"
— Tað gjørdi Hitler heldur ikki
John Johannesen
Esmar Andreasen, Boði Haraldson, býarverkfróðingur og Tróndur Húsgarð, arbeiðsformaður
25 ar í starvi hjá Tórshavnar býráð
EIRIKUR LINDENSKOV
Fríggjadagin fingu tveir
stravsmenn hjá Tórshavnar
býráð, Esmar Andreasen og
Tróndur Húsgarð, handað
gåvubrøv frá Boða Harald-
son, byarverkfrødingi í
sambandi vid, at teir hava
verið i starvið hjá býráðnum
í 25 ár.
Esmar Andreasen, sum er
havnarmaður, byrjaði hjá
Tórshavnar Kommunu i
1974 - og var hann í gøtu-
ljósadeildini, sum tá helt til
í Bringsnargøtu. I 1987
flutti deildin oman í vaska-
mo í Torsgøtu og í 1993
varð aftur flutt - hesaferð í
gamla verkstaðið hjá Carlo
Petersen í Torsfinsgøtu, har
margarinfabrikkin hjá Eli
Rubeksen var til fyrst í
sjeytiårunum. Har húsast
eisini Vatnverkið.
Tróndur Húsgarð byrjaði
sum arbeiðsformaður hjá
Tórshavnar kommunu tá
Kaldbaksvegurin varð
gjørdur. Tá hetta arbeiðið
var liðugt í 1980, kom hann
inn í býin av arbeiða sum
arbeiðsformaður, og hevur
hann staðið fyri ymsum ar-
beiðum, eitt nú kloak- og
vegaarbeiði eins og øðrum
smærri umvælingararbeið-
um, sum kommunan sjálv
hevur staðið fyri.
Tróndur Húsgarð, sum er
ættaður úr Gøtu, er eisini
spreingimeistari.
25
EIf vil eisini
hava Saga
Fríggjamorgunin kom franska olj-
ufelagið Elf Aquitaine við einum
tilboðið til partabrævaognararnar
í Saga Petroleum. Tilboðið er 8
prosent hægri enn tað Norsk Hy-
dro/Statoil bjóðaðu hósdagin.
Franskmenninir bjóða at gjalda
kontant og serfróðingar roknað
við at Elf-tilboðið lokkar meir.
Eisini ætlar Elf at varðveita Saga
Petroleum sum egið felag
JÓGVAN HUGO
GARDAR SKRIVAR ÚR
OsLO
Bæði Saga Petroleum og
Elf váttaðu fyrrapartin í
gjár at tilboðið er lagt
fram. Men partarnir
vildu ikki siga meir um
innihaldið. Tilboðið frá
franskmonnum kemur
aftaná at Norsk Hydro og
Statoil hósdagin samdust
um eina avtalu sum hev-
ur til endamål at fletta
Saga Petroleum og at
skifta krovid millum
partarnar. Eygleidarar
roknaðu hósdagin vid at
einki útlendsk oljufelag
tordi at koma við einum
tilboði, tí norska stjórnin
so klárt hevur sagt at hon
ynskir eina loysn har
virðini í Saga Petroleum
verða verandi í Noregi.
ongarnar á borðið
Tað hava í fleiri dagar
gingið søgur her í Oslo
um at Elf Aquitaine ar-
beiddi við einum tilboði,
og fríggjamorgunin kom
so hetta boð. Munurin á
hesum tilboðnum og tí
hjá Norsk Hydro, er at
Elf bjóðar Saga-eigaru-
num pengar fyri parta-
brøvini. Norsk Hydro
bjóðar harafturímóti
Saga-eigarunum parta-
brøv i Norsk Hydro í
staðin. Elf bjóðar 115
norskar krónur fyri hvørt
Saga-partabræv, og Elf
heldur at tað er í lagið
um teir bert 67 prosent
av ognarunum góðtaka
tilboðið. Elf metir at
Saga hevur eitt virði upp-
á umleið 17 milliardir
norskar krónur (15,3
milliardir føroyskar
krónur) Figgjarserfrød-
Tel +298 31 95 40
Fax +298 31 75 41
Alt innan prentlutir
Mal” jakzacQpost olivant fo
ingar sum norska Nettav-
isen var i samband vid
friggjamorgunin siga at
tilboðið er sera gott, og
at hetta ikki kan steðgast
av politikkarunum.
Samleikin
varðveitast
Nevndarformaðurin og
ovasti stjóri í Elf Aquita-
ine, Philippe Jaffre, sigur
at teir hava ætlan um at
Saga Petroleum fram-
vegis skal vera eitt kent
navn í norskari oljuvinnu.
Saga Petroleum skal
varðveita sín samleika í
Norðsjónum, sigur Elf-
stjórin í samrødu við
netútgávuna DNajour.
Saga Petroleum hevur
ein sterkan samleika í
norskari oljuvinnu, og tað
ynskja vit at felagið eisini
skal hava í framtíðini.
Philippe Jaffre sigur at
hetta tilboðið er í tráð við
langtíðarætlanina hjá fel-
agnum um at keypa seg
inn í leiting og fram-
leiðslupartin av gass- og
oljuvinnuni. Hann metir
at tilboðið hjá EIf er ein
betri trygd hjá starvsfólk-
unum í Saga Petroleum.
Norsk Hudro/Statoil hava
ætlanir um at alt virk-
semið hjá Saga á landid
skal gevast.
Virkandi norski olju-
málaráðharrin, Anne En-
ger Lahnstein, ynskti ikki
at síga ov nógv fríggja-
morgunin. Hon segði bert
at hetta er tað ein má
rokna við, og at hetta er
ein partur av spælinum.
Anne Enger Lahnstein
skal í juni vitja i Føroy-
um, men tá kemur hon
sum mentamálaráharri,
men oljuspurningar koma
sjálvandi eisini á loft tá.