Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro | Marknadardeild: Jan Miller | Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: | } Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76,) 110 Tórshavn | Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Øsosialurin.fo We Folkaskulin i polit- iskum vøddadysti Oddagrein Tað vóru harmatíðindi at frætta fyrst í nítiárunum, at fólkatalið minkaði ár eftir ár. Somuleiðis var við fólkaskúlanum, skúlabarnatalið minkaði, tí fólk fluttu av landinum. Hetta fekk eisini ávirkan á skúl- an, sum við færri næmingum fekk mink- andi undirvísingartímatal og harvið mink- andi læraratal. Tess gleðiligari vóru tíðindini, nú tað um dagarnar frættist, at nú er av álvara vend komin í. 235 born verða fleiri í fólkaskúla- num komandi skúlaár. At hetta nú er ein politiskur trupulleiki skapar ikki álit á politisku leiðslu landsins. Tað skal ikki á hesum stað takast stoða til, um Signar á Brúnni hevur verið ov seinur, ella um Karsten Hansen hevur drálað ov nógv, men tað tykist sera or- kymlandi, at fólkaskúlin í hesum dogum skal liggja sum kastibloka í einum polit- iskum vøddadysti millum læraran Signar á Brúnni í landsstýrinum og varaskúla- stjóran Bjarna Djurholm í figgjarnevndini. Oivað rætt, at figgjarnevndini ikki í tíð og úrtíð eigur at samtykkja eykajáttanir - tá tað so hissini passar landsstýrismonnu- num. Men er tað rætt, at taka allan tann foroyska fólkaskúlan sum gísla? Nei, tað er tað ikki. Nu vita vit, at lands- stýrið hevur sett sett sær høgt mál við ríkisrættarligu viðurskiftunum - hægri mál, enn nakað landsstýrið nakrantíð hevur sett sær. Men um landsstýrið vildi víst fólki, at her vóru hugsjónir aftan fyri orðini, so átti eitt so lítið mál ikki at skapt ein so stóran trupulleika. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur nú fingið at vita, at hann má finna eyka- játtanina upp á millum tvær og tríggjar milliónir aðrastaðni á sínum eki. | sjón- varpinum boðaði hann frá, at upphæddin ikki skuldi finnast á fólkaskúlagkinum. T. v. s. at okkurt annað av okjum hansara skal missa afturfyri, at fólkatalið í landinum nørist! Er tað rætt, at umsitingin ikki hevur stundir at loysa dagligu trupulleikarnar, tí fólk sita i ymsum nevndum í fullveldisarbeiðinum, so verður ikki rætt atborið i landsumsit- ingini. Er tað eisini rætt, at Fólkaflokkurin aftur hesaferð sær eitt kærkomið hovi at klípa av figgjarætlanini fyri fólkaskúlan, so verður heldur ikki rætt atborið. Bróta okkara kosnu menn og kvinnur ikki upp ermar - og finna neyðugu pengarnar til fólkaskúlan - so draga teir mønutrøini undan fólkaskúlanum, sum er grundar- lagið, ið eitt fólkaræðisligt vælferðarsam- felag er bygt á. Sosialurin Viðmerking: Muller og Stakksund og útberingin av Dimmalætting I samband við at Georg L. Petersen í Dimmalætting týsdagin 1. juni heyði eina grein undir heitinum >So slitnaði samstarvid um blaðútbering<, og grein- skrivarin luttvíst ikki bara fingið allan samanhangin við, og lutvís megnaði at forvrøvla tað, hann helt seg hava fingið vid, eru vit noyddir til at lýsa sakina frá okkara síðu Fyritøkan Miller & Stakksund varð stovnað um árskiftið einamest við tí fyri eyga, at bera út lysingarblød og onnur blød. Og tá Post- verk Foroya gavst við at bera út blød leygardag, var tað natúrligt at bjóða okkum fram Samráingar vóru tiknar upp við Dimmalætting og Sosialin, og tað endaði við, at ein avtala kom í lag. Sum grónir á økinum tryggjaðu vit okkum eina tríggjar mánaða langa tillaðingartíð, har tað skuldi kunna lata seg gera at justera avtaluna, og har báðir partar skuldu kunna siga avtaluna upp. Lat tað vera sagt beinan- vegin: Eingin heyði imynd- að sær, at útberingin fór at virka feilfrítt beinavegin, heldur ikki Dimma! Hóast samstarvstrupuleikar og beinleiðis mótarbeiðing frá byrjan, hevur tað eydnast okkum at betra um útber- ingina viku eftir viku, og við sættu útbering -tað næstseinastu - vóru tað bert 0.6% feilútberingar. Hesar feiltr kundu vit havt rættað longu eftir tvær vikur, um vit høvdu havt teir neyðugu upplýsingar. Um sama mundið var feilprosentið hjá einum nógv meira sam- arbeiðsáhugaðum Sosiali heilt niðri á 0,2%. Og júst her hava vit havt stóra trup- ulleikan við samstarvinum við Dimmu: Teir noktaðu tvørt at geva okkum ein haldaralista, so vit kundu leggja eina effektiva útber- ing til rættis. Í greinini sigur Georg, at tað ikki hevði verið >ráði- ligt< at fingið okkum ein lista, og at tað er eitt iva- mál, um tað ber til at lata skrásetingina í hendurnar á ødrum«. Hver skal sigða: Tað hevði neyvan verið lóg- igt! Men hann hevur longu frammanundan í somu grein mótsagt sær sjálvum. Her sigur hann nevniliga, at blødini, tá tey verða send ut, eru buntað til hvønn ein- stakan útberara — >sum hevur ein lista av nøvnum at ganga eftir!< Listan hava teir sjálvsagt fingið frá Dimmu! Aja! Í hesum sambandi rann mær í huga ein sjónvarps- ending, eg sá fyri stuttum, um ein amerikanskan pro- fessara, sum gjørdi visind- arligar kanningar av, hvussu gott minni ymisk dyr høvdu. A einum aftasta plássi kom gullfiskurin, neyðardýrið, hvors minni bert rakk trý sekund. Og havandi í huga avstandin millum m6tsøgnirnar hjá Georgi kunnu vit hervið sláa fast, at amerikanski professarin nokk ikki hvur gjørt kanninga á brúnni á Dimmu enn. Eisini tvíheldur Georg um, at tað ikki var avger- andi fyri góðskuna av okk- ara arbeiði, um vit høvdu ein haldaralista. Til tað kunnu vit bert siga, at tað var heilt avgerandi! Hvussu skal ein annars kunna leggja eina skilagóða útbering til rættis? Tað vildi svarað til, at Georg fór á verkstað við bilinum, men noktaði at siga, á leið hvat var galið, og um nakað var galið í heila tíkið, ella at G RA FISKAR Tel 4298 31 95 40 Fax #298 31 75 41 Alt innan pr i Maif" jakzacQpost.olivant.fo Lars Miiller og Høgni Stakkstund eiga fyritøkuna Miiller og Stakksund, sum hevur borið Søsialin og Dimmalættingút hann før til læknan men tvørt noktaði at upplýsa, um hann hevði trupulleikar við minninum, vírigginum ella vaniljukransinum. Hvussu trupult tað í veru- leikanum er at fáa Føroya stórsta blað út til haldarnar vísir Georg sjálvur á í end- anum av greinini, har hann væntar enn fleiri villur í komandi útberingum - og tað sjálvt um hann hevur nýggjasta, til-dags førda haldaralistan at halda seg til! Meiri skakandi fyri okum er tað, at vit seinastu dagar- nar hava fingið fleiri upp- ringingar av vreiðum útber- arum kring landið; útberar- um, sum vit við bit og slit hava funnið fram til og lagt lag á, sum sjálvsagt skulu bera onnur blød út nú,- ja sum eru sjálvt grundarlagið undir fyritøku okkara. Og teir siga samljóðandi, at teir eru uppringdir av Dimma- lætting, sum hevur roynt at fáa teir at arbeiða hjá sær í staðin! >Jamen, hvussu hava teir á Dimmu fingið fatur á út- beraralistanum?« spyr kanska onkur vakin lesari. Jú hann hava vit tianverri í okkara naviteti sjálvir givið teimum. »I trúnaði< varð sagt og fyri at arbeiðið skuldi ganga so lætt sum gjørligt. Her hava vit altso eina stóðu, har ein av okkara elstu og best konsilideradu fyritøkum miðvíst og eir- indarleyst gnagar av einum av okkara yngstu og ringast konsilideradu ditto! I hesum sambandi kunnu vit upplýsa, at tað faktist hevur kostað Miller & Stakksund o. u. 10.000 kr. í halli um vikuna at bera Dimmuna út. Hvussu fer at spæla av í hesum máli er ilt at meta um. Vit halda okkum í hvussu er vera heilt órími- liga viðfarnar og hava latið sakførara málið. Og verður málið tikið upp til dóms, plagar rætt og rímiligheit sum oftast at vinna frama. Hinvegin, ein av okkara stóru = vinnulívsmonnum skal hava sagt, at ein ong- antíð skal vera fornermaður longri enn tað loysir seg, so vit vóna at fáa samstarvið í lag við Dimmu skjótast gjørligt, báðum fyritøkum til frama. Vegna Miiller & Stakksund Lars Miiller og Høgni Stakksund